hósdagur 17. apríl 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Vikuskifti 17
Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Við sínum knappa stíli fær
høvundurin Helle Helle
lívsins stillu tilverur at
duna í høvdinum á
lesaranum, so tað illa ber
til at sleppa teimum aftur
SkaldSøga
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Ein kvinna traðkar út úr einum
bussi hálandi eitt lítið rullikuffert
eftir seg. Hon veit ikki, hvagar
hon er á veg, veit bara, at hon
leitar eftir einum góðum staði at
gráta.
Kvinnan er júst farin úr
einum hjúnarlag, sum ikki
hevði nakra meining longur.
Hon er rithøvundur men hevur
skrivikrampa, og megnar ikki
longur at seta orð á, hvussu
meiningsleyst alt kennist.
Við orðunum hjá okkum
vanligu deyðiligu ljóðar nýggja
skaldsøgan Ned til hundene eftir
danska høvudan Helle Helle, sum
ein heldur keðiligur umgangur av
eini kvinnu, ið heldur átti at fingið
sær eitt lív. Men við knappa
stílinum hjá høvundanum, har alt
er skorið inn á bein, verður søgan
um kvinnuna, sum leitar eftir
einum staðið at gráta, meir at
kalla eitt eksistentielt drama.
Vit gera onki ...
Komin út úr bussinum hittir kvinnan
tey bæði John og Putte, sum bjóða
henni heim við, tí næsti bussur fer
ikki fyrr enn dagin eftir. Hvussu
kvinnan eitur í veruleikanum, fáa vit
ongantíð at vita, men tey bæði gera
av at kalla hana Bente.
Skjótt varnast Bente, at heimið
hjá John og Putte neyvan er
besta staðið, hon hevur funnið,
at gráta í. Tey eru alt ov vinarlig,
og Putte tosar um Bente, sum
vinkonuna, hon altíð hevur
saknað. Putte vissar Bente um, at
hon kann
bara verða
verandi, tí
sum hon
sigur: ”Vit
gera onki
allíka
væl”. Og
tey gera
veruliga
heldur
ikki stórt
annað
enn at
tosa,
drekka
kaffi,
hyggja í
sjónvarp
og
spæla
lotto.
Fyri at fáa dagarnar at ganga,
roynir Bente at skriva. Putte fylgir
forvitin við og spyr, um tað, hon
skrivar, er slíkt, hon sjálv hevur
upplivað
”Tja, jú uppá ein máta. Tað snýr
seg mest um vanlig fólk, sum
drekka kaffi og tosa og sovorði”,
svarar Bente, meðan tað spakuliga
gongur upp fyri lesararnum, at
bókin, sum Bente skrivar, og
skaldsøgan, hon er við í, kanska
eru tvær síður av somu bók.
Borið fangar
So við og við verður Bente ein
partur av lívinum hjá hesum
menniskjunum, beint øvugt
síni ætlan, ið var at hvørva og
gráta. Og tá fleiri av teimum
verða fyri ymsum ógvusligum
hendingum, fangar borið. Bente
kann ikki longur loyva sær bara
at stíga inn í næsta buss, enda
eitt tilvildarligt stað og fáa sær
eitt nýtt navn, sum hon hevði
ímyndað sær. Hon kann ikki loyva
sær, at brúka hesi menniskjuni,
sum henni lystir, fyri síðani bara
at hvørva.
Her fær skaldsøgan eina
moralska snaring, sum kann tykj
ast heldur klichékend, men hjá
Helle Helle verður ein spurningur
um, hvat eitt lív í grundini er fyri
nakað.
Móti endanum ringir telefonin
og onkur spyr eftir Bente.
”Vilt tú verða funnin”, spyr
Putte við horninum í hondini,
meðan spurningurin, hvat tað vil
siga at finnast, at vera til, verður
hangandi í luftini ...
Færøblues
gott
ummæli í
Information
Skaldsøgan Færøblues, ið
fer fram í Føroyum, fær nú
rættiliga gott ummæli í danska
dagblaðnum Information.
Tað er Lisbeth Nebelong, sum
hevur skrivað Færøblues, og
sambært ummælaranum, eru
vit týðiliga í hondunum á einum
høvunda, sum er sera køn í
føroyskum viðuskiftum.
Høga vitanarstøðið um
ikki bara tónleik, men eisini
um føroyskan politikk, lívið
umborð á einum trolara og
um torvskur geva mótspæl og
perspektiv í búningarsøguni
hjá høvuðspersónunum, skrivar
ummælarin, Signe Lindskov
Hansen, ið fær eina kenslu av
at koma at kenna persónarnar í
bókini.
Hóast lýsingin av næstan
guddómligu føroysku náttúrini
í løtum minnir um eina
norðurlendska útgávu post
kolonialu romantiseringini av
eysturlondum, skaðar hetta
ikki lesiupplivingina, heldur
ummælarin.
Heldur gevur hetta skald
søguni enn eitt lag, sum ger,
at hon kann lesast sum ein
nútímans mentanarlýsing av
Føroyum og mentanarliga
sambandinum millum Føroyar
og Danmark – og slíkar eru
tað ikki ov nógvar av, heldur
ummælarin, Signe Lindskov
Hansen.
ave
Bøkurnar um Harry Potter eru
vorðnar eitt haft um beinini á
bókayrkinum. Trupulleikin er,
at aðrir ritøvundar nú royna at
gera sama bókasølubragd sum
J.K. Rowling, og harvið lækkar
góðskan á barnabókum.
Tað staðfesti italiski
professarin í bókmentum,
Antonio Faeti, á heimsins størstu
barnabókaráðstevnu í Bologna
herfyri, har hann stóð á odda í
dómsnevndini, sum lat Bologna
Ragazzi virðislønina
Kring allan heim sita
høvundar nú og stremba eftir
at skriva okkurt, sum líkist
Harry Potter. Úrslitið er, at
barnabøkur nú á døgum eru alt
ov einsháttaðar, umframt at alt
ov nógvar slíkar bøkur verða
givnar út, heldur professarin, sum
sigur seg ongantíð hava upplivað
nakað líknandi tey 50 árini, hann
hevur granskað barnabókmentir.
Á norska Dagbladet er
bókaummælarin, Cathrine Krøger,
samd við Faeti í, at barnabøkur
eru vorðnar alt ov líkar.
Tað loysir seg betri at selja
hundrað eintøk av somu bók enn
hundrað ymiskar bøkur. Ongin ivi er
um, at nógva hólið kring hetta ávísa
slagið av barnabókum oyðileggur
nógv, sigur Catherine Krøger.
Júst hvør hermir eftir hvørjum
tykist tó heldur óvist, tí í løtuni
situr J.K. Rowling í rættinum,
ákærd fyri at hava stolið søguna
um Harry Potter frá einum filmi.
Á ráðstevnuni var tað annars
ein norðmaður, teknarin Øyvind
Torseter, sum vann Bologna
Ragazzi virðislønina fyri bestu
barnabókina í ár.
ave
Harry Potter skaðar barnabøkur
- Barnabøkur eru vorðnar alt
ov einsháttaðar, tí alt ov nógvir
høvundar royna at herma eftir Harry
Potter bókunum, heldur italiski
professarin í barnabókmentum,
Antonio Faeti
Skaldsøgan ”Færøblues”
avdúkar, at høvundurin hevur
sera stóra vitan um føroysk
viðurskifti, heldur ummælari á
Information
- Hvat vil tað í grundini siga, at vera til, er
spurningurin, ið rungar stillisliga gjøgnum nýggju
skaldsøguna hjá danska rithøvundanum, Helle Helle
Dunandi stillar tilverur