hósdagur 17. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Hans Joensen er eitt
kent handilsnavn í
Havn. Hann var ein
tann fyrsti í brøðra
samkomuni. Hans
vildi ikki arbeiða
í handlinum hjá
pápanum, tí hann
seldi brennivín
Hans var sonur Marin
Frederikku f. Hansen, sum
var úr Koltri og Hans Paula
Joensen, Undir Kletti, ið
var handilsmaður í Havn.
Hans fór sum ungur til
Skotlands
í
læru
í
klædnabúð í Fraserburgh.
Her varð hann umvendur.
Ætlanin hevur uttan iva
verið, at hann skuldi fara at
arbeiða hjá pápanum, tá ið
hann kom heim aftur.
Í 1880 kom hann aftur til
Føroyar og kom í samband
við William Gibson Sloan,
sum hann fór at savnast
saman við. Hann varð
doyptur 2. desember 1884
samstundis sum Elspa í
Geil, ið giftist við William
G. Sloan. Hetta var aðru
ferð, at dópur fór fram í
brøðrasamkomun í Føroy
um, og vakti hetta øsing,
eins og tá fyrsti dópur fór
fram. Tá var tað, at Dia í
Geil, beiggi Elspu, varð
doyptur á Eystaruvág.
Hans dugdi væl enskt, so
hann virkaði stundum sum
tulkur, tá bretar vitjaðu.
Hann
varð
sunnudags
skúlalærari í Ebenezer, sum
var bygt í 1905. Hann
plagdi eisini at halda møti
saman við Dollanum, sum
okkara lesarar kenna væl.
Teir vóru í hvussu er saman
á Viðareiði.
Vildi ikki selja
brennivín
Í handlinum hjá pápanum
var, sum vanligt var tá, søla
av brennivíni. Hetta vildi
Hans ikki vera við til, tí tað
stríddi
ímóti
andaligu
sannføring hansara. Hann
fór tískil eina tíð at arbeiða
í handlinum hjá Godtfred
Heinesen í Miðvági, sum
eisini var trúgvandi maður.
Hetta var eitt stórt stig at
taka, og hevur hetta neyvan
hóvað pápanum, sum hevði
sent sonin í handilslæru og
væntað, at hann fór at
arbeiða hjá sær.
Í 1889 byrjaði Hans
handil fyri seg sjálvan.
Fyrst var tað í smáum við
bert 10 fermetrum. Hann
flutti í 1894 til størri høli
Undir
Glaðsheyggi,
har
hann hevði 50 fermetur.
Tað var tó skjótt, at hetta
ikki var nóg mikið, so tað
mátti leigast eitt pakkhús.
Nøkur ár seinni varð keypt
eitt hús afturat, sum varð
nýtt til goymslu og íbúð.
Eftir enn nøkur ár var aftur
plásstrot. Tað var eisini
óheppið ikki at hava alt á
einum staði. Í 1905 varð
grundøki keypt í nýggja
býarparturtinum, núverandi
Niels Finsensgøtu. Í 1906
varð byrjað at byggja ein
nýggjan
handilsbygning
beint
við
Ebenezer.
Í
februar 1907 varð flutt inn í
nýggj høli, har gólvvíddin
var 300 fermetrar.
Andrew Sloan fór at
arbeiða í handlinum hjá
Hans Joensen, áðrenn hann
gjørdist
trúboðari.
Her
arbeiddi eisini Jens av
Reyni, áðrenn hann byrjaði
fyri seg sjálvan. Jens búði
eisini hjá Hans Joensen,
meðan hann arbeiddi har.
Hans Joensen var kendur
sum
ein
reiðiligur
og
álítandi
handilsmaður.
Handilin mentist støðugt,
soleiðis at øll í Føroyum
komu at kenna handilin hjá
Hans Joensen. Handilin
arbeiddi seg upp, so hann
gjørdist størsti klædnahandil
í landinum. Frá byrjanini
setti Hans sær fyri at selja
góðar
vørur
til
lægst
møguligan prís.
Seinni fór handilin eisini
undir heilsølu til handlar á
bygd, samstundis sum sjálv
sølan í handlinum varð økt
munandi.
Eftir at Hans doyði í
1924, fekk Johannes Olavus
Joensen, sum hevði arbeitt
leingi í handlinum, í hendi
at leiða hann. Eftir at hann
gavst, leiddi eldri sonur
Hans Joensen, Hanseman,
handilin eitt stutt tíðarskeið,
til yngri beiggin, Rudolf,
tók við. Nú er tað sonur
Rudolf, Hans Joensen, sum
stendur
aftanfyri
hetta
kenda handilsnavnið.
Giftist við norskari
gentu úr Leith
Hans giftist í 1909 við
Anette (18771957), sum
var norsk. Hon flutti saman
við foreldrum og systkjum
til Leith í Skotlandi í 1872.
Tá vóru ringar tíðir í
Noregi, og húskið sá størri
møguleikar í Skotlandi.
Í Leith komu tey í eina
Brøðrasamkomu, og her
munnu Hans og Anette vera
komin at kennast nøkur ár
seinni, tá ið hann vitjaði
aftur í Skotlandi, har hann
hevði verið sum ungur. Tá
var hon neyvan fødd. Hans
var nevniliga 23 ár eldri
enn Anette.
Birgit av Lofti, dóttir
Mariu og Christian Restorff,
minnist væl ommu sína.
Hon var ein kærleiksfull og
milda ommu, ið hevði sera
stóra umsorgan fyri barna
børnunum, bæði andaliga
og tímiliga. Hon hevði
eisini umsorgan fyri øðrum
menniskjum. Nógv fólk
komu av bygd inn til teirra
at vitja og mong gistu hjá
teimum. Hon hevði ofta
tvær arbeiðsgentur, og tí
kundi hon geva sær stundir
at vitja fólk, og hetta vóru
serliga fólk, sum trongdu til
vitjan og hjálp. Eitt gott
dømi um hennara umsorgan
var, tá hon fór at keypa hjá
Vága Heina. Onkur spurdi,
hví hon fór hagar at keypa,
tá hon kundi fáa somu vørur
í handlinum hjá teimum
sjálvum. Jú, tey høvdu nóg
mikið av kundum, og so
vildu hon stuðla tey, har
tørvurin var størri.
Umsorganin rakk víðari
enn sum so. Anette átti eina
systir og tríggjar beiggjar.
Ein av beiggjunum var
giftur í USA. Hann var
sinnisveikur, og kom tí
heim til systrina at hvíla
seg og fáa hjálp. Hann var í
Føroyum drúgva tíð, til
hann fór heimaftur til konu
og børn í Amerika, tá hann
var komin so frægt fyri
seg.
Tað kom ofta fyri, at
hjúnini tosaðu enskt síná
millum. Dótturin Maria
visti at siga frá, at hon
mintist pápa sín biðja á
enskum í kamari sínum.
Anette var jú uppvaksin við
enska málinum, og Hans
var útbúgvin í Skotlandi.
Hetta gjørdu eisini tað, at
børnini komu at læra enskt.
Tey vóru gjøgnumførd
andalig. Hvønn morgun
høvdu
tey
andakt
fyri
húsfólki og arbeiðskonum.
Tey búleikaðust í erva í
handilshúsunum,
har
Handilskjarnin er nú. Hetta
var beint við Ebenezer, so
tá
samfelagsmøti
vóru,
høvdu tey fult hús av fólki,
sum kundu njóta teirra stóra
gestablídni.
Annette tók sær eisini
nógv av skotsku hermonn
unum, sum vóru í Føroyum
undir krígnum.
Victor Danielsen hevð
eitt kamar hjá teimum. Tað
var altíð honum tøkt, og
her skrivaði og týddi hann
stórar partar av sínum
bókum.
Mamma Anette, Marie
Caroline, kom til Føroya at
vera hjá dótrini, eftir at hon
var vorðin einkja. Hon
andaðist 25. oktober 1933,
88 ára gomul, og er grivin í
gamla
kirkjugarði,
men
tíverri kom grøv hennara at
liggja undir Dr. Jakobsens
gøta, tá hon varð breiðkað
oman móti Grím Kambans
gøtu. Ein dagin ommu
dóttirin Maria skuldi vitjað
gravstaðið hjá ommuni,
fann hon tað ikki, tí teir
vóru farnir at taka tann
niðasta partin av kirkju
garðinum upp í vegin. Hetta
harmaði hana ómetiliga
nógv, tí hon var altíð so góð
við ommu sína. Eisini røkti
Maria grøvina hjá foreldrum
sínum sum ein elligomul
kvinna.
Fekk papageykin
hjá Dollanum
Tað búðu nógvir føroyingar
í Leith seinast í 19. øld.
Millum hesi vóru Julianna
og Tummas Askham. Tey
kendust og komu saman
við familjuni hjá Annette í
Leith. Føroyingar og norð
menn plagdu at hittast hjá
norska sjómansprestinum.
Her komu eisini Katrina og
Jógvan Niclassen, verfor
foreldrini hjá Daniel J.
Danielsen. Julianna fekk
einaferð ein stóran grønan
papageyk, sum kallaðist
Polly, frá Daniel.
Askhamfólkini
komu
heim til Føroyar aftur í
1898, og tá høvdu tey
papageykin við sær og
høvdu hann í eini 12 ár, tá
hann doyði.
Tá Anette og Dollin við
konu síni Linu komu higar
at búgva, hildu tey øll á at
koma
saman.
Bergtóra,
dóttir Símun hjá Tummas,
minnist Annettu koma í
føðingardag hjá teimum. Tá
gav hon børnunum ein heila
tveykrónu. Hetta var ein
hálv dagløn hjá arbeiðs
manni!
Hans og Annette
fingu børnini:
Hans, Hansemann, 1910
1986. Giftur við Mariannu
Ellendersen úr Fámjin.
Anna, 19111999. Gift
ÓLI JACOBSEN
olij@sosialurin.fo
Hans Joensen vildi ikki
selja brennivín
Fremst: Hans Joensen
(Hanseman) og Anna Dal-
Christiansen, børn hjá Hans
Joensen, undir Kletti.
Miðraðið: Hans Joensen,
undir Kletti, Anette, norska
kona hansara, arbeiðsgenta
(ókend), Thomas (beiggi
Anette) og Jens av Reyni,
krambakallur.
Aftasta rað: Marie Caroline
(mamma Anette, konu Hans
Joensen, undir Kletti), Svava
Gisladóttir, arbeiðsgenta,
A.W. Sloan, krambakallur
og Jóhannes Olavus Joensen,
krambakallur, (eitt skifti
handilsleiðari eftir deyða
Hans Joensens í 1924)
TIL MINDE OM
MIN KJÆRE MAND
OG VOR KJÆRE FAR
HANS JOENSEN
KJØBMAND
FØDT 25. SEPTEMBER 1854
DØD 21. APRIL 1924
EN SYNDER FRELST AF
NAADE
VED TROEN PÅ JESUS
CHRISTUS
TIL MINNIS UM KÆRU
MÓÐUR OKKARA
ANNETTE JOHANNE
JOENSEN
F. ANDERSEN
FØDD 28. AUGUST 1877
DEYÐ 14. APRIL 1957
KOMIÐ HIGAR TIL MÍN,
ØLL TIT, IÐ STREVAST OG
HAVA TUNGT AT BERA
- EG SKAL GEVA TYKKUM
HVÍLU.
MATT. 11,28
“INDTIL DAGEN GRYR”.