Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 • 17. apríl 2008 Vikuskifti 18 Wåhlin og Sølvará Hann ella hon, sum hoyrir Adressumálið nevnt, heldur seg kanska ørminnast um onkra gamla gølu, sum Jóannes Paturs­ son og tann bretski konsulin í Havn vóru vavdir uppí, og sum bók, nevnd Fúlabók, bleiv skrivað um. Greið er myndin neyvan, og tað er ikki so undarligt. Adressumálið er í sjálvum sær eitt heldur fløkt mál, og tað verður ikki minni torgreitt av, at málið sjálvt, í sínum upprunaliga líki, við tíðini varð umbroytt, sum við eini metamorfosu. Tað tók seg upp sum ein spurningur um vøruflutning og greinaði seg síðani í lutvís eitt føroyskt heimapolitiskt og lutvís eitt danskt innanríkispolitiskt stríðsmál. Vit føringar eru so hepnir, at tvey søgulig verk eru skrivað um hesa hending. Tað fyrra, bókin Mellem Færøsk og dansk politik, frá 1994, eftir danska søgufrøðingin Vagn Wåhlin og aðrar, lýsir málið út í æsir, er skrivað við stórum innliti og heldur seg at teimum keldum, sum tá vóru tøkar. Tó eru í hesum verki einstakar metingar um mentanarstríðið sum tá var, og serliga um grein sjey, sum ið hvussu er undirritaði ikki kann taka undir við. Men kanska er veruleikin tann, at donsk og føroysk eygu, søgufrøði ella ikki, ikki megna at semjast um bílætið av einum so viðkvæmum máli. Fyri undirritaða hevur tað altíð verið sólarklárt, at grein sjey var ein bæði órættvís og sera óheppin lóg, og einki hevur seinni fingið meg at broytt hugsan um hetta. Vørunevndin Tað seinna verkið, bókin Adressumálið, 2007, eftir føroyska søgufrøðingin Hans Andrias Sølvará, er somuleiðis eitt ruddiligt verk. Serliga áhugaverd er henda bókin, tí at Hans Andrias, út frá nýggjum tilfari, sum Wåhlin ikki kendi, rættar nakrar misfatanir á ein slíkan hátt, at tað er til fyrimunar fyri eftirmælið hjá eitt nú Jóannesi Patursson. Tilsamans eru bæði verkini dømir um, at søguskriving, við framseting og falsifikatión, eftir popperskum mynstri kann nærkast tí “sanna” bílætinum. Tá ið fyrri heimsbardagi brast á, vóru bæði løgting og amtmaður á varðhaldi. Fáar dagar eftir krígsbyrjan valdi Løgtingið eina vørunevnd, sum hevði ta uppgávu at tryggja oyggjunum vøruflutning og hava innkeyp, goymslu, skamtan og príseftirlit í hondum. Endamálið var altíð at hava varu niðurfyri fyri minst tríggjar mánar. Nevndin, sum hevði fimm limir, tríggjar sambandsmenn og tveir sjálvstýrismenn, speglaði aftur tað demokratiska lutfallið á tingi. Formaðurin í nevndini, Rytter amtmaður, hevði ábyrgdina og gjørdi tað mesta arbeiðið. Frá tí donsku stjórnini fekk hann kredittheimildir, so tann neyðuga vøran kundi keypast. Men støðan var sera trupul. Bretar, sum framdu eina blokadu móti Týsklandi, kravdu at hava eftirlit við flutningi til meginlandið og av meginlandinum. Longu tann 11. mars 1915 varð kravt, at øll skip, og sjálvsagt eisini føroysk skip, bæði á út­ og heimferð skuldu til kontrabandueftirlit í Kirkwall í Orkneyoyggjum. Klípitongin Samstundis stríddust Bretland og Týskland um valdið á havinum. Eftir sjóbardagan við Jútland á sumri 1916 var greitt, at týskurin, sum tapti í hesum dysti, hevði lagt kongin. Av tí sama løgdu týskarar alsamt meira dent á bardagan undir vatnskorpuni, við kavbátum, og skip umboðandi eitt óhugnaligt tonsatal blivu nú søkt, meðan Teir Sameindu av øllum alvi royndu at byggja nýggj skip. Mannfallið var stórt. Eftir nýggjár 1917 kunngjørdi Týskland, at tað frá 1. februar 1917 førdi óavmarkað kavbátakríggj í Atlantshavinum, og á landkortinum var eitt vandaøki, sum umgyrdi Ongland og Írland, Azorurnar og Kap Verde Oyggjarnar, og hevði mark dygst sunnan fyri Føroyar, strikað av. Skip, sum skuldu til kontrabandueftirlit, noyddust nú inn í vandasjógv. Føroyar vóru endaðar í eini klípitong, har tað týska kavbátakríggið var yvirkjaftur og tað bretska kontrabandueftirlitið undirkjaftur. At tann týska kunngerðin skuldi takast í álvara, um hetta gekk sjón fyri søgn á sumri sama árið, tá ið átta skip vórðu søkt á Føroya Banka. At stórveldir eisini í bardagatíð kundu vísa fyrilit og “humanan” atburð, er eisini týðiligt. Tær føroysku manningarnar fingu ógvuliga stutta tíð til at umráða seg, áðrenn tær fóru av sínum skipum, men eingin læt lív. Helst var tað teirra bjarging, at veðrið henda lagnudag var av tí allarbesta. Hungur í durunum? Eftir tey ómildu týsku boðini vaks óttin í Føroyum. Tey søgukønu mintust napoleonskríggini og hungursneyðina sum tá var. Føroyar lógu langt av landi skotnar, í einum havumráði, hagar tann veiki danski armurin illa røkk í ruðuleika­ og bardagatíð, og sum Bretland líka síðan um 1800 hevði roknað sum sítt áhugaøki. Sagt varð, at vørunevndin hevði varu á goymslu fyri tríggjar mánar? Men var hetta satt? Gjørdi vørunevndin sítt arbeiði? Megnaði tann danska stjórnin at røkja sína ábyrgd? Var kanska stundin komin hjá føringum til at taka ábyrgd av síni lagnu? Úr hesum viðurskiftum, skipanna og manninganna vandastøðu og óttanum fyri • Adressumálið – annar partur Adressan Hanus Kamban Greinarøð Vandaøkið í Atlantshavi og Miðalhavi eftir at Týskland hevði kunngjørt, at tað frá 1. februar 1917 førdi óavmarkað kavbátakríggj Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur í sínum verki um Adressumálið broytt myndina av leiklutinum hjá adressumonnunum