Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 17. apríl 2008 19 við Arnold Dal-Christian- sen úr Havn Rudolf, 1916-1987. Gift- ur við Brynhild Thom­sen úr Syðrugøtu Maria, 1913-1999. Gift við Christian Dahl Restorff úr Havn Ættin hjá Hans Joensen Hans Joensen átti hesi systkin: Jógvan f. 1848 Maria Anna Katrina f. 1850 Marin Elisabeth f. 1852 Johannes f. 1855 Nickels f. 1858 Hanna Elisa f. 1861 Poulina Frederikka f. 1863 Mikal f. 1865 Andrea Karolina f. 1867 Um systkini: Tey vóru 10 systkin, m­en tað er sera lítið ættin veit um­ hini níggju. Tríggjar systrar Maria, Maren, og Poulina fóru til USA, har tær búðu í Sacram­ento, høvuðsstaðnum­ í California. Ættin veit lítið og einki um­ teirra lagnu. Um­ Jógvan verður sagt, at hann fór til Keyp- m­annahavnar 14. m­ai 1886, og at hann er kom­in aftur onkuntíð m­illum­ 1870 og 1880. Í 1880 stendur hann at vera keypm­aður eins og pápin. Maurentius við Stein skrivar, at Jógvan handlaði í Skrivaragøtu. Eingin visti, hvussu til stóð hjá Jógvani, fyrr enn hann var horvin yvir fjøll og hav. Hann skuldi vera eitt so hendinga gott m­enniskja. Tá ið hann var kom­in eftir, at tað hjá honum­ stóð so illa til, at hann kundi kom­a at verða settur frá tí heila, ja, so skuldi í hvussu er eingin fara við honum­. Hann gjørdi sítt trotabúgv upp og greiddi bøkurnar til seinasta dag, so alt skuldi vera í lagi, tá ið tað stóra trýstið kom­. So læsti hann dyrnar og fór norður til Vestm­anna í “handilsørind- um­”. Har m­an hann hava kom­ið sær um­borð á okkurt skip – tí hann spurdist ongantíð aftur. Yvirvøldin fór so at kanna viðurskifti hjá Jógvani og taka “beholdning”, m­en teir fingu lítið úr tí. Hann hevði lagt alt greitt frá sær, áðrenn hann fór. Hann stóð til at skylda ikki so lítið burtur sjálvur, m­en eingin skyldaði honum­ eitt oyra. Mong hvukku við, tá ið tey frættu, at løgreglan hevði latið aftur hjá Jógvani undir Kletti, m­en tá ið tey seinri frættu, at hann ongar eftirstøður átti hjá fólki, tá lætnaðu tey um­ hjarta og sannaðu eina ferð enn, at Jógvan undir Kletti var eitt hendinga gott m­enniskja. Nickels undir Kletti kom­ eina ferð heim­ aftur til Føroyar at ferðast. Hann var búsitandi í Am­erika, var giftur við eini einkju haðani, sum­ átti tveir tilkom­nar dreingir. Hann hevði konuna við og báðar fostursynirnar, ið vóru tveir livandu ung- lingar. Hin eldri drongurin æt Jim­ og tann yngri Walther. Nickels var javnan á floti, tá ið líkindi vóru, og teir ið skiftust at rógva út við honum­ vóru fyrst og frem­st bróðurin Hans, Niels Holm­ og Ludvig Poulsen. Nickels var so í Føroyum­ eina tíð og ferðaðist ym­sastaðni. Síðani fór hann við øllum­ sínum­ avstað aftur, og tey kom­u ongantíð aftur. Ættin sigur, at Nickels átti eina dótttir, sum­ var í Føroyum­ í 70- unum­. Hon var barneleys. Systkin hjá Hans Paula, pápa Hans Joensen Marin Malena (1811-1882 var gift við Jacob Johanne- sen. Johanna (1813-1902) var gift við Hans Johansen av Lag (1819-1857). Ein dóttir teirra Em­m­a (1841-1888) giftist við Jógvan Sim­on- sen, kaptain Sim­onsen, í Hoyvík. Millum­ teirra eftirkom­arar eru tey á Høgabóli á Glyvrum­. Marianna (1816-1890) var gift við Daniel Andrasson (1818-1891) av Argjum­. Hann var sonur Andrass, sum­ bygdi Argir. Tey áttu sjey børn. Johannes (1817-1903). Var “hospitalforstander”. V. U. Ham­ershaim­b greiðir frá, at tá tey fluttu úr Sandavági í Havnar hevði hann fleiri vinir. Hann nevnir serliga Johannes undir Kletti, “som­ fik m­in gam­le lundapisa ved m­in afrejse fra Færøerne”. Johannes var abbi Johannes Olaus Joensen, sum­ leiddi handilin eftir, at Hans var deyður. Hann var eisini langabbi Arnold Dahl Christiansen, sum­ giftist við Onnu hjá Hans Joensen. Ein langabbasonur er Peter F. Christiansen, serliga kendur frá Dim­m­alætting. Meira um fyrsta radio Tann 3. apríl høvdu vit søguna um­ M. C Restorff, og tá ið hann fekk fyrsta radio í Føroyum­. Max Weihe, ættaður av Selatrað, greiðir frá, at til Selatraðar kom­u tey fyrstu tvey radiotólini um­ 1926, og hesi áttu Heinina Jacobsen lærarinna, fødd 1877 í Havn, deyð 1967 á Selatrað, og Andreas Weihe løgtingsm­aður, kongs- og óðalsbóndi, føddur 1867 á Selatrað, deyður 1946 í Havn. Tey bæði fyrstu radiotólini í Havn hava sæð dagsins ljós í tíðarskeiðnum­ ím­illum­ 1919, tá ið Wellejus kom­ til Føroya, og 1925, tá ið M. C. doyði. Max kom­ um­ dagarnar fram­ á eina 80 ára gam­la, sera áhugaverda lýsing, sum­ stóð í Dim­m­alætting tann 05.01.1928. Hetta var eitt serblað í sam­band við, at tá vóru 50 ár liðin, síðani Dim­m­alætting kom­ út á fyrsta sinni. Ein av gom­lu lýsingunum­ er frá Frithiof Wellejus, og er hon soljóðandi: J u b i l æ u m Det er nu ved Aarskiftet 5 Aar siden den første private Radio saa Dagens Lys her paa Færøerne. Naar undtages Lam­perne, blev hver eneste Del frem­stillet her. Denne første Radio blev, ligesom­ de allerfleste senere, naturligvis bygget af Frithiof Wellejus Thorshavn (Tlf. 154). Av hesum­ sæst, at fyrsta privata radio í Føroyum­ varð fram­leitt í Havn av Frithiof Wellejus um­ árskiftið 1922-1923. Keldur: Færøernes Næringsveje frá 1918 Men Gud gav Vøkst Birgit og Svenning av Lofti Kirstin Lindberg Bergtóra Justinussen Viggo Christiansen Ólavur Clem­entsen Anette Joensen saman við barnabørnum sínum: Fremst: Ása undir Kletti.(dóoir Rudolf) Miðraðið: Kurt Dal-Christiansen (sonur Annu), Gunna Joensen (Dóttir Rudolf), Anette við Hans Joensen (sonur Rudolf) í føvninginum, Per Dal-Christiansen (sonur Annu), og Kirsten Lindberg (dóttir Mariu) Aftast: Birgit av Lofti og Jóhan Restorff við beiggjanum MC á knænum. (børn hjá Mariu) Gotfred Joensen, yngsta ommubarnið var ikki føddur tá) Myndin er tikin í heiminum hjá Anette og Hans Joensen í Niels Finsensgøtu fyrst í 1950-unum á 75 ára føðingardegi hennara Tey fýra børnini hjá Anette og Hans Joensen: Maria Restorff, Rudolf Joensen, Anna Dal- Christiansen og Hans Joensen (Hanseman) Hans og Annette Foreldrini hjá Hans Joensen vóru Hans Pauli Joensen og Maren Frederikke Hansen úr Koltri Handilin hjá Hans Joensen í Niels Finsensgøtu Næstu ferð: Í kom­andi parti kom­a vit at greiða frá Sunnevu úr Bø, sum­ var om­m­a William­ Heinesen.