Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 74 - 17. apríl 2008 tíðindi SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Hóast HB spældi við einum manni fleiri í ein hálvan tíma, so megnaðu teir reyðu og svørtu ikki at fáa umráðandi útivallarmálið í fyrru hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Í dýrdarveðrinum í Gundadali í gjár leiktu HB og B36 málleysan javnleik Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Hann var so nær dreyma­ landinum. Poul Thomas Dam úr HB harmast helst stórliga um, at frálíka langskot hansara í seinasta minuttinum í grannaupp­ gerð­ini í gjár ikki fór í netið­. Úr 25 metra fjarstøð­u smekkað­i verjuleikarin til, men tvørtræið­ var fyri hon­ um. HB megnað­i ikki at gera sær dælt av støð­uni, tá Klæmint Matras var útvístur. Við­ einum leikara fleiri í ein hálvan tíma endað­i tað­ við­ eini nullloysn í Gundadali, tá grannarnir hittust í seinnu hálvfinaluni um løgmanssteypið­. Bestu roydina átti Poul Thomas Dam, men hepnið­ var ikki við­ teimum reyð­u og svørtu. HB við yvirlutan Ein broyting var í byrjunar­ uppstillingini hjá HB frá vikuskiftinum. Ólavur Sak­ arisson í Ólavsstovu loysti Milan Kuljic av á mið­­ vøllinum frá seinast, og hann kom væl frá uppgáv­ uni. Hann megnað­i leiklutin sum skapandi mið­vallari. Á veinginum ræddust Jákup á Borg og Hendrik Rubeksen ikki at bjóð­a av, og fleiri ferð­ir sendu teir inn frá síð­­ unum. Í feltinum vóru fram­ herjarnir ov lítið­ grammir, og lítið­ spurdist burtur úr mongu innleggunum. Fyrsti veruligi møguleikin fall til B36. Károly Poten­ kim slapp leysur í vinstru og sendi inn til Alex José Dos Santos. Hóast brasiliu­ mað­urin hevð­i væl av plássi, so sendi hann beint á málverjan. Marcin Dawid noyddist í seinastu minutt­ unum av dystinum lata seg útskifta, eftir samanbrest við­ Patrick Sunday. Tað­ var einasta vandamikla atsóknin hjá árstalsfelagnum undan steð­ginum. HB var nógv meira á bólt­ inum í fyrra hálvleiki, men sjáldan var Meinhardt Joen­ sen settur undir veruligt trýst. Tvørtræið bjargaði B36 var væl betri við­ eftir hvíldina. Sum einsamallur framherji megnað­i Károly Potemkin at seta mið­verj­ arnar hjá HB í ivastøð­ur. Hann var mið­skeið­is í seinna hálvleiki útskiftur við­ Patrick Sunday Okoro, sum leikti sín fyrsta dyst fyri árstalsfelagið­. Hann prógvað­i sera lítið­ ta løtuna, hann var á vøllinum. 21 ára gamli nigerianin tóktist hava torført við­ finna sær pláss, og í luftspælinum vann hann fáar nærdystir. Teir reyð­u og svørtu áttu fyrstu royndina í seinna umfarinum, tá Hendrik Rubeksen við­ høvdinum stýrdi innleggi frá Jákupi á Borg beint framvið­ mál­ inum. Spurnartekin kann setast við­ summar av avgerð­unum hjá Páll Augustinussen, dómara, í gjár. Torført var hinvegin at mótmæla, tá lið­skiparin og stríð­smað­urin hjá B36, Klæmint Matras, var útvístur. Tvær ferð­ir fekk hann gult kort, og so noyddust hvítu havnarmenn­ inir at spæla seinasta hálva tíman við­ 10 monnum. Heð­in Askham og hansara leikarar tóktust ikki ávirkað­ir av støð­uni, og teir vóru munandi meira ágang­ andi í sínum spæli. Mót­ støð­umenninir vóru tó ikki altíð­ væl ansað­ir, og serliga burdi Christian Høgni Jacobsen, sum aftur í gjár misnýtti fleiri upplagdar møguleikar. Við­ málleysa javnleikin­ um hevur B36 betri útgangsstøð­i til seinnu hálvfinaluna. Eitt mál kann fáa stóran týdning, með­an teir reyð­u og svørtu skulu enda omaná. B36-HB 0-0: Nullloysn í Gundadali B36 – HB 0-0 (0-0) Dómari: Páll Augustinussen B36: Meinhardt Joensen – Magnus Olsen, Herbert í Lon Jacobsen, Dimitrije Jankovic, Alex José Dos San­ tos – Róaldur Jacobsen (Svenn F. Jacobsen, 64.), Klæmint Matras, Nagy Tamás – Hanus Thorleifsson, Károly Potemkin (Patrick Sunday Okoro, 73.), Bergur Midjord (Johan Ellingsgaard, 80.) Gult kort: Klæmint Matras (2) Reytt kort: Klæmint Matras, tvey gul HB: Marcin Dawid (Tróndur Vatnhamar, 90.) – Mortan úr Hørg (Pætur Jørgensen, 71.), Hans á Lag, Fróði Benjaminsen, Poul Thomas Dam – Jákup á Borg, Kári Nielsen, Ólavur S. í Ólavsstovu (Milan Kuljic, 66.), Hendrik Rubeksen – Andrew av Fløtum, Christian Høgni Jacobsen Gult kort: Ólavur í Ólavsstovu, Jákup á Borg, Christian Høgni Jacobsen FAKTA HB var fyri tað nógva liðið, sum søkti móti mótstøðumálinum. Men tað eydnaðist ongan tíð at fáa hol á, og so stendur alt opið undan seinnu hálvfinaluni Mynd: Álvur Haraldsen