hósdagur 17. apríl 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 74 • 17. apríl 2008
Vikuskifti
20
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
“Men Harrin segði við meg:
Rætt hevur tú sæð; tí at eg
vil vaka yvir orði mínum til
tess at evna tað”
(Jeremia 1, 12)
Stríðist tú við ein vana, sum er
so treiskur, at hann nærum livir
í egnum mátti? Eitt sinni, sum
hugsar fyri teg? Eina rødd, sum
talar fyri teg? Ein mátt, sum
allatíðina roynir at toga teg
niður?
Einki førir teg meiri til sigurs
enn at biðja eftir Guds vilja og
orði, tí Gud sigur, at Hann vil
vaka yvir Orðinum, soleiðis at
tað verður útint. Byrja tí hvønn
dag við bønini:
Tú hevur sagt: “Kallar hann á
meg, eg honum svari, í neyðum
eg hjá honum eri. Eg hann
frelsi og veiti honum æru”
(Sálmi 91,15).
Tú hevur sagt: “Tí at lóg
lívsins anda hevur í Kristi
Jesusi gjørt meg frían frá
lóg syndarinnar og deyðans”
(Rómverjabrævið 8,2)
Tú hevur sagt: “Verið tí
Guði undirgivnir! Men standið
ímót djevulinum, og tá skal
hann flýggja frá tykkum”
(Jákupsbrævið 4,7)
Tú hevur sagt: “Við tað at vit
bróta niður hugborgir og eitt
og hvørt hálæti, sum reisir seg
ímót kunnleikanum um Guð, og
hertaka eins og hvørja hugsan
til lýdni ímót Kristi” (2. Korint.
10,5)
Tú hevur sagt: “At tit við
teimum skulu verða felagar
í guddómligari náttúru, tá ið
tit komast undan spillingini
í heiminum, sum stendst av
girndum” (2. Pætursbr. 1,4)
Tú hevur sagt: “Tess vegna
er tað, at eg boyggi knæ míni
fyri faðirinum” (Efesusbr. 3,14)
So kanst tú takka Gudi fyri,
at hann vil hjálpa tær at sleppa
av við henda óvanan.
kelda: ubc.dk
orðið
Fyri danska rapparan
”Jokeren” er trúgvin og
bønin ein natúrligur partur
av gerandisdegnum
- Eg haldi, at bøn er eitt privatmál
millum Gud og tann einstaka. Og
hetta er eitt av tí, sum tiltalar
meg við protestantismuni, sigur
Jesper Dahl, men sum helst
er betri kendur undir heitinum
»Jokeren«.
Sjálvur dylur hann ikki fyri, at
hann biður dagliga.
- Eg hevði ongatíð viljað tosa
alment um mína trúgv, um tað ikki
var tí at eg ofta verði spurdur um
tað í miðlunum.
- Men tá eg geri tað, haldi
eg at tað er best at vera erligur
og sannur, sigur hann við
kristendom.dk.
Undurfulli heimur
Sjálvur er hann ikki fyri at noyða
onnur at halda tað sama sum
hann.
Hinvegin er hann av teirri
sannføring, at heimurin í góðum
og ringum er eitt so ótrúligt og
undurfult stað at búgva í, at hann
finnur ongan møguleika í at vera
fríteinkjari.
- Eg biði bønina Faðirvár, sum
Jesus í Bíbliuni heitir á okkum
um at gera. Onkutíð biði eg meiri
frítt um annaðhvørt fyrigeving
fyri syndir mínar, ella eg snøgt
sagt takki Gudi fyri alt tað góða í
mínum lívi.
- Eg biði eisini fyri mínum
næstringum og fyri mannaættini í
síni heild, sigur ein opinskáraður
Jokeren.
Og hann heldur fram:
- Eg upplivi, at eg, við at biðja
um fyrigeving, verði betri førur
fyri at fyrigeva mær sjálvum og
øðrum. Tað er ógvuliga fríandi ikki
at skula bera uppá vreiði, hatur
ella sjálvshatur.
Jokeren er tí av teirri sann-
føring, at øll menniskju er fødd
við einum sprituellum eginleika.
- Eg trúgvi, at Gud er
kærleiksfullur, og at hann elskar
síni børn og sín skapning, endar
kendi rapparin samrøðuna.
Ymisk fólk hittast
Zarepta: Hetta vikuskiftið
verður ein serliga lega fyri tey,
ið bera brek og familjum teirra
í Vatnsoyrum. Á leguni eru ítriv,
pallborð, virksemi, tónleikur,
sangur, andakt og mangt annað
á skránni. Fleiri áhugaverdir
fyrilestrar eru á skránni í Zarepta
hesar dagarnar, millum annað
um hvussu tað er at fáa eina
diagnosu, hvussu tað er at vera
omma hjá brekaðum barni og
hvussu gerandisdagurin hjá
autistum sær út.
TeenStreet til allan
heimin
Týskland: Aftur í ár verður høvið
hjá føroyskum ungdómi at sleppa á
stóru ungdómsleguna TeenStreet,
sum verður hildin í døgunum 2.
til 9. august í býnum Oldenburg.
Føroyingar luttóku fyrstu ferð á
hesi leguni í 1999, og vóru bert
15 við í ferðalagnum tað árið.
Árið eftir hækkaði talið munandi,
og seinast vóru ikki færri enn
130 føroyingar við. TeenStreet
er ein altjóða lega fyri trúgvandi
tannáringar, sum ynskja at vaksa
í sínum vinalagi við Jesus, og
at avspegla hetta vinalag í
gerandisdegnum.
Jóhannes á
kinesiskum
Bíbliur: Altjóða felagsskapurin
“Open Doors” hevur í felag við
aðrar felagsskapir staðið fyri
prentingini av einum nýggjum
og størri upplagi av Jóhannes-
evangeli’inum á kinesiskum.
Umframt hetta fer eisini ein
útgáva við vitnisburðum frá
trúgvandi ungdómi at fylgja við.
Útgávan verður nýtt út undir
Olympisku Leikunum í Kina í
summar og vendir sær serliga til
tey ungu.
Evniskvøld um bøn
og fyrigeving
Leirvík: Henda mánaðin fer
missiónshúsið í bygdini (myndin)
at skipa fyri íalt trimum kvøldum,
har ávís evni verða tikin til
viðgerðar. Fyrsta tiltakið var
mikukvøldið og snúði seg um bøn.
Næstu ferð verður mikudagin, tá
Andreas Andreasen fer at tosa
um fyrigeving og seinasta kvøldið
á hesum sinni verður 30. apríl, tá
Alfred Olsen tosar um ymiskleika
og samsvar millum evangeli’ini. Øll
møtini byrja kl. 19:30.
Bøn er eitt privatmál
Trinitatis sunnudagur –
18. mai - verður í kirkjum og
kristnum samkomum í ár
hildin sum ein grønur dagur.
- At tann grøna hugsanin
kemur inn um kirkjugátt og í
gudshús, er ikki eitt nýtt
fyribrigdi, verður sagt av
bispakontórinum
Hugskotið at hava ein slíkan
grønan sunnudag eigur Finnbogi
Joensen úr Vestmanna. Finnbogi
er væl kendur millum fólk, ið geva
umhvørvinum gætur.
Slíkir dagar eru kendir frá
grannalondum okkara, og her á
landi er hetta komið beinleiðis
og óbeinleiðis til sjóndar í sálm-
um, prædikum og lívsmynstri
føroyinga.
Trinitatis sunnudagur hóskar
væl sum grønur sunnudagur. Tað
er vár, og summarið er í hondum.
- Eisini gudfrøðiliga er dagurin
hóskandi. Vit kunnu altíð meta
um, hvørt hetta er tann besti
dagurin ella ikki. Havandi í huga
tann várliga dámin, veðurlag og
árstíð, so er valið av degnum
heppið, verður sagt.
Nøgdsemi
Í kirkjuni finst ein hópur av litur-
giskum litum, har hvør litur heldur
sína prædiku.
Longu fyrsta sunnudag eftir
trinitatis er tann liturgiski liturin
grønur.
- Hetta hóskar væl, tí nú boðar
liturin frá, at tann reinsaða
greinin í dópin, tann í Kristi
gróðursetti, fær náðir at vaksa,
trívast og loksins bera búna frukt.
- Trinitatis sunnudag hoyra
vit um, at gudsótti saman við
nøgdsemi er mikil vinningur. Tað
er ikki einvíst rætt, at alt tað,
ið er meira enn dagligt breyð,
skapar eydnu og gleði, verður
sagt av bispakontórinum.
Og lagt verður aftrat:
- Tað er vist og satt, at sálini
tørvar meira enn góðs og fæ, at
ríkur er hvør tann, ið er ríkur í
Guði, og at vit hava medábyrgd
av jørðini. Vit mega geva børnum
og eftirkomarum okkara eitt gott
lív á eini reinari jørð, ið samljóðar
við eitt reint hav í kveikjandi
sólskipan.
Og ríkari verður lívið, tá hin hvíti
liturin skapar grøna hugsan, og vit
geva lívinum ein møguleika.
Grønur sunnudagur í mai
- Tá eg biði um fyrigeving, verði betri førur fyri at fyrigeva mær sjálvum og
øðrum, sigur Jesper Dahl, betri kendur sum »Jokeren«
Fjórði fríggjadagur eftir páskir. Hann hevur ongan beinleiðis bíbilskan ella kirkjuligan uppruna. Hann var ásettur
við kongligari fyriskipan 27. mars 1686, og skuldi koma ístaðin fyri eitt ótal av biðidøgum, sum eingin fekk skil á.
Dagurin var strangliga hildin, og gamalt var, at frá vestri (kl. 6) dýrabiðidagsaftan til vestur dýra biðidag
mátti ikki rúka í nøkrum húsi. Tey gomlu fastaðu eisini hetta samdøgrið. Í Suðuroy verður dagurin róptur
»heiligfríggjadagur«
Dýri biðidagur