hósdagur 17. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 74 - 17. apríl 2008 ]
Einki steyp til Laudrup
Tað eydnaðist ikki Michael Laudrup og Getafe at vinna
fyrsta stóra steypið av týdningi til lítla Madrid-felagið. Í
sponsku steypafinaluni í gjárkvøldið tóktust spælararnir
hjá Getafe als ikki til reiðar, og eftir lítlari løtu høvdu
Mata og Alexis skotið Valencia upp á 2-0, og so var
mótbrekkan tung. Tað eydnaðist tó Granero at minka um
munin við brotssparki, og í seinna hálvleiki átti sami
Granero onkra góða roynd. Men dagsins maður á Vicente
Calderon gjørdist Fernando Morientes, sum við 3-1
málinum enn einaferð prógvaði, at hann hevur máltev
sum fáur.
Frem misti sigurin
Frem við Atla Danielsen hevði í gjár vitjan av
SønderjyskE, og leingi sá út til, at talan skuldi gerast um
fjórða sigurin á rað hjá Valby-felagnum. Stutt eftir steðgin
skoraði Martin Jürgensen nevnliga til 2-0, men við einum
framúrskarandi avriki seinastu 20 minuttir megnaði
SønderjyskE kortini at bjarga sær ein 2-2 javnleik. Fram
hevur mist seks stig hetta kappingarárið, men góðu
úrslitini í vár hava tó flutt liðið burtur frá
niðurflytingarvandanum.
EB/Streymur megn
aði ikki at taka
spenningin úr hálv
finaluni eftir fyrra
dystin. Við útjavnandi
málinum syrgdi
Tummas Pauli Olsen
fyri, at spenningurin
enn er høgur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur var favorittur.
Tað var tað eingin ivi um,
tá ein av FM-kandidatunum
vitjaði hjá B71, sum av
mongum verður mett sum
niðurflytingarkandidatur.
At B71 eisini vantaði Rasm-
us Nielsen og Símin Hansen
gjørdi ikki støðuna betri hjá
vertunum, sum tó sjálvandi
høvdu 11 mans við sær á
vøllin, kortini.
Og teir royndu eisini at
leggja eitt ávíst trýst á EB/
Streym frá fyrsta bríksli.
Hetta var um at geva úrslit,
tá Clayton Soares langaði
fríspark á stólpan, men ta
ferðina sluppu gestirnir við
skrekkinum.
Útgangsstøðið hjá EB/
Streymi var hampuliga verju-
kent, har teir fyrst og fremst
ansaðu eftir, at mál ikki varð
skotið ímóti teimum. Og við
kviku framherjunum, sum
liðið eigur, varð síðani roynt
at seta ígongd snarálop
niðan eftir vøllinum.
Tað var tó ein deyðbóltur,
sum legði gestirnar framum.
Marcell vann sær fríspark í
høgru, og tá bólturin varð
sendur aftur um allan trunk-
an framman fyri máli, kundi
Mikkjal Thomassen við
handara stólpa beina bóltin
í netið.
Tummas Pauli
bjargaði
Og so helt dysturin annars
fram í sama lag. Við B71
sum liðið, ið hevði bóltin
meira, men har EB/Streym-
ur í fleiri førum høvdu
vandamikil kontra.
B71 hevði eisini sínar
møguleikar, men ofta varð
ikki avsluttað nóg neyvt, og
onkra ferðina mátti René
Tórgarð prógva, hví hann
verður roknaður millum
bestu málverjar í landinum.
Tepra leiðslan tóktist halda
sær, men bara fýra minuttir
fyri dystarlok fekk B71
vónina aftur.
Tummas
Pauli
Olsen
hevði verið nær við onkra
ferð áður í dystinum, og tað
varð hann, ið gjørdist dags-
ins maður á Sandoynni.
Hornaspark varð sent inn-
fyri, og har var Tummas
Pauli fyrstur á bóltinum,
sum varð sendur í málið.
Púrasta opið
Við 1-1 og útivøllarmáli er
tað helst EB/Streymur, sum
hevur
fyrimunin
undan
seinnu hálvfinaluni. Tann
dysturin verður á við Marg-
áir á Streymnesi tann 12.
mai, men heilt uttan møgu-
leika eru sandoyingarnir so
langt ífrá.
Gamaní skulu teir fram á
vøllin at skora eitt mál, men
megna teir at halda so
hampuliga tætt í verjuni, so
eru 90 minuttir rímiliga
long tíð, og tí er tað mesta
púrasta opið, tá spurningurin
skal svarast, hvat av liðun-
um skal til Havnar at spæla
finalu tann 15. juni.
B71-EB/Streymur 1-1 (0-1)
0-1: Mikkjal Thomassen, 20.
1-1: Tummas Pauli Olsen, 85.
FAKTA
Fimm ár eru síðani, at
B68 seinast fekk fulla
úrtøku á heimavølli
ímóti NSÍ, sum hesa
ferð kanska skal spæla
uttan tveir av ungu
monnunum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyrsta uppgerðin í 2. umfari,
sum verður spælt, eftir at 3.
umfar er avgreitt, verður
seinnapartin
leygardagin.
Talan verður um granna-
uppgerð, tá ið NSÍ fer út á
Svangaskarð at vitja B68.
NSÍ hevur hagtølini á
sínari síðu. Í mong ár var
B68 oftari oman á, enn teir
í Runavík vóru tað, men nú
er vent í holini. B68 hevur
ikki vunnið á heimavølli
ímóti NSÍ síðani 2003, tá ið
toftamenn vunnu tætta og
dramatiska uppgerð 3-2.
Í fjør var B68 í næstbestu
deildini, og í fyrraárið vann
NSÍ trivaligan 5-1 sigur á
Svangaskarði.
B68 er eftir tveir dystir
framvegis stigaleyst, og
hóast toftamenn hesa ferð
– fyri fyrstu ferð í ár – eru á
heimavølli, so mugu teir
smyrja seg við, at tað eru
meistararnir í NSÍ, sum eru
favorittar.
NSÍ ferðalagið kom til hús
aftur mánakvøldið, eftir at
NSÍ leygardagin í innan-
durða høll tapti 5-2 ímóti
íslendska
meistaraliðnum
Vali.
Leygardagin sótu tveir av
ungu monnunum alla tíðina
á beinkinum, tí teir vóru
ikki førir fyri at spæla. Tal-
an var um miðverjan Jóhan
Troest Davidsen og álops-
spælaran Øssur Dalbúð.
Teir hava báðir verið plág-
aðir av knæskaða. Hvørgin
teirra hevur í vikuni vant
saman við hinum. Teir
skuldu royna at venja í
kvøld, og tá fekst at síggja,
um teir verða førir fyri at
spæla leygardagin ella ikki.
Í Íslandi var Pól Jóhannus
Justinussen, sum í fjør
spældi við GÍ, miðverji, og
tað er møguleiki fyri, at
hann aftur leygardagin fær
møguleikan,
um
Jóhan
Troest Davidsen ikki verður
tøkur.
Hjá B68 hava Arnbjørn
Danielsen og Ralf van
Dooren ikki vant saman við
hinum í hesi vikuni. Tað
verður tó roknað við, at teir
báðir verða tøkir leygardag-
in. Senegalesisku spælarar-
nir hava eisini havt smávegis
trupulleikar, men teir verða
heilt víst við ímóti NSÍ,
verður sagt av Toftum.
Hóast B68 tapti í Streym-
nesi sunnudagin, so metti
B68 venjarin, Bill Jacobsen,
at leikliga avrikið var gott,
og at tað í tí uppgerðini var
nógv at byggja víðari á.
B68-NSÍ:
Fyrsta grannauppgerðin í tvey ár
B71-EB/Streymur 1-1 (0-1):
Sandoyingar
halda vónini
EB/Streymur er framvegis favorittur til finaluplássið, men teir fingu ikki nakað finalupláss
forerandi, tá teir vitjaðu á Sandi í gjár
Mynd: Sofus D. Johannesen