hósdagur 17. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 74 - 17. apríl 2008 ]
Nikolina og Bára tær
lekrastu
Triðja umfarið í kappingini um at finna lekrasta spælaran í Sunset-
kappingini varð í Pink-sendingini á Rás2 í gjár. Hesa ferð var tað hjá VB
og VÍF, at spælararnir skuldu finnast, og her gjørdist úrslitið, at Bára
Mortensen hjá VB og Nikolina Eyðbjørnsdóttir hjá VÍF vórðu valdar til
finaluna. Finalan, har lurtarar við SMS-atkvøðum gera av, hvør er lekrasti
spælarin, verður í Pink-sendingini komandi mikudag. Og stendur valið
millum Randi S. Wardum (Kyndil), Ninnu K. Johansen (StÍF), Ásu á
Neystabø (Neistin), Duritu Christophersen (Stjørnan), Báru Mortensen
(VB) og Nikolinu Eyðbjørnsdóttir (VÍF).
Trygdarskeið til fótbóltin
Øll feløg í Formuladeildini skulu hava síni trygdarumboð, hvørs
uppgáva er at halda trygdina í hásæti í sambandi við at dystir í
ovastu mansdeildini verða spældir. Sambært UEFA loyvisskip-
anini skal FSF á hvørjum ári geva hesum umboðunum eina dag-
føring av, hvørjar broytingar eru á økinum, og hvørji krøv verða
sett til trygdarvørðarnar kring leikvøllin.Týskvøldið vóru
trygdarvørðarnir savnaðir í FSF húsinum, har Virgar Hvidbro og
Lassin Isaksen frá FSF-umsitingini greiddu teimum frá, hvat
væntað verður av teimum í sambandi við trygd á og rundan um
leikvøllin.
Setningurin fyri árið
er tann sama bæði
hjá fuglfirðingum
og skálamonnum,
sum eisini hava tað
til felags, at teir fingu
fulla úrtøku síðsta
sunnudagur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Felags fyri ÍF og Skála er,
at spádómarnir undan kapp-
ingarbyrjan um avrikini og
úrslitini ikki vóru nakað
serligir. Bæði liðini hava
verið roknað at vera millum
tey mest uppløgdu at flyta
niður í næstbestu deildina.
Tí er setningurin bæði hjá
ÍF og Skála í fyrstu atløgu
at sleppa undan teimum
báðum aftastu plássunum.
Tað er eisini felags fyri
hesi bæði liðini, at tey í
vikuskiftinum vunnu fulla
úrtøku. Fuglfirðingar hava
í góðveðrinum sólað sær í,
at teir fríggjakvøldið fyri
fyri fyrstu ferð síðani 1980
vunnu á Sarpugerði, og
skálamenn hava fegnast
um, at teir á heimavølli
vunnu øll stigini ímóti KÍ.
Loyvini hjá nýggja ÍF
venjaranum vóru ikki komin
upp á pláss fyrrapartin. Tá
bendi alt á, at tað aftur hesa
ferð verður Roy Róin, sum
fer at hava ábyrgdina á
beinkinum ímóti Skála.
Allir teir, sum vóru við til
at vinna søguliga ÍF sigurin
á Víkingi – fyri fyrstu ferð í
Sarpugerði í 28 ár – eru
tøkir hesa ferð. Harafturat
er Alexander Jovecic tøkur.
Hann var leikbannaður fyri
viku síðani.
Á Skála er sama fólkið
tókt, sum var á dómaraseðl-
inum, tá ið skálamenn
vunnu ímóti KÍ. Ta ferðina
skifti John Petersen seg
sjálvan inn, tá ið ein løta
var eftir at spæla. Tá kom
beinanvegin meiri friður og
snið yvir spælið.
John Petersen verður aft-
ur hesa ferð á dómaraseðlin-
um. Hann verður neyvan
ímillum teir fyrstu ellivu,
men tað kann neyvan útilok-
ast, at hann fer at gera sær
sjálvum størri leiklut hesa
ferð, enn hann hevði ímóti
klaksvíkingum.
ÍF-Skála:
Hýrurin er góður í báðum legunum
Sviin, Søren Flink,
hevur skrivað bók um
føroyskan fótbólt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan er um eina útgávu,
sum íalt rúgvar 162 síður,
og har svenski rithøvundurin
lýsir Føroyar við serligum
atliti til føroyskan fótbólt.
Við fótbóltspartinum er
talan fyri tað nógva um eina
aktuella støðulýsing, har
útgangsstøðið verður tikið í
seinastu kappingarárunum í
Formula-deildini. Men rúm
er sjálvandi eisini fyri nak-
að av nostalgi.
Hartil tekur høvundurin
eisini fleiri áhugaverd evni
upp, so sum fíggjarstøðuna
hjá
ymisku
feløgunum,
útlendsku ávirkanina í Før-
oyum og søguna hjá før-
oyskum feløgum í europ-
iskum høpi.
At enda í bókini verður
eisini skrivað nakað um
samfelagslið viðurskifti í
Føroyum. Hetta fyri eisini
at geva lesarunum eina fat-
an av, hvat tað er fyri eitt
lítið samfelag, sum liggur
her í norðara partinum av
Atlantshavinum.
Mølin á Eiði prýðir permuna
á bókini, sum má metast sum
eitt heldur forkunnugt ískoyti
til føroyska fótbóltsumrøðu
Formula-deildin
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 HB
2
2
-
0
-
0
11
1
10
6
2 EB/S
2
2
-
0
-
0
7
1
6
6
3 B36
2
1
-
1
-
0
5
1
4
4
4 NSÍ
2
1
-
1
-
0
3
2
1
4
5 Víkingur
2
1
-
0
-
1
4
2
2
3
6 ÍF
2
1
-
0
-
1
1
4
-3
3
7 Skála
2
1
-
0
-
1
3
9
-6
3
8 B71
2
0
-
0
-
2
1
5
-4
0
9 B68
2
0
-
0
-
2
2
7
-5
0
10 KÍ
2
0
-
0
-
2
1
6
-5
0
1. deild
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál munur
stig
1 TB
2
2
-
0
-
0
10
0
10
6
2 VB/S
2
2
-
0
-
0
12
3
9
6
3 07 Vestur
2
2
-
0
-
0
10
5
5
6
4 AB
2
1
-
0
-
1
10
4
6
3
5 Víkingur
1
0
-
1
-
0
1
1
0
1
6 HB
1
0
-
1
-
0
1
1
0
1
7 NSÍ
1
0
-
0
-
1
3
4
-1
0
8 B68
1
0
-
0
-
1
0
3
-3
0
9 KÍ
2
0
-
0
-
2
2
14
-12
0
10 EB/S
2
0
-
0
-
2
0
14
-14
0
Dystir um vikuskiftið
Formula-deildin
Dagur
Dystur
Dómari
19.04
B68-NSÍ
Petur Reinert
20.04
KÍ-HB
Páll Augustinussen
20.04
B71-EB/S
Rúni Gaardbo
20.04
B36-Víkingur
Ransin Djurhuus
20.04
ÍF-Skála
Jens Petur Brattalíð
1. deild
19.04
TB-NSÍ
Rói Jacobsen
Steypakappingin kvinnur
18.04
KÍ-VB/S
Marner Olsen
18.04
Skála/B71-B36
Alex Troleis
18.04
AB-Víkingur
Johan P. Mikkelsen
18.04
HB-B68
Milan Cimburovic
Svensk bók um
føroyskan fótbólt
Bæði Skála og ÍF vunnu seg úr botninum við
sigri seinasta vikuskifti. Og trý stig hesa ferð
kunnu gera fótbóltssummarið munandi meira
hugaligt hjá feløgunum