Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 74 - 17. apríl 2008 Harðar lagnur geva íblás Tónleikur Hergeir Staksberg hevur í mong ár verið virkin sum bassleikari í Makrel. Nú er hann farin undir aðra verk­ ætlan, har hann saman við fleiri øðrum tónleikarum arbeiðir undir dulnavninum Jonathan Glass. Bólkurin eitur Steso og er seinasta kreativa verkætlanin hjá Hergeiri aftan á Makrel. ­ Um tú vilt hava títt egna ígjøgnum, mást tú gera títt egna. Eg tími ikki at ganga uppá kompromis, og gert tú títt egna, er tað ikki neyðugt, tí tá verða tíni hugskot raðfest fyrst, sigur Hergeir. Til tey, ið ikki kenna tað; Hvat er Steso? ­ Steso snýr seg fyrst og fremst um stemningsfullan tónleik. Hetta er melankoli a la Sigur Rós, sum eg kryddi við mínum egna stíli; stórar ljóðmyndir, ið koyra í tveimum akkordum við gittarlinju og rødd omanyvir. ­ Tað er eitt sindur løgið, tí eg lurti vanligt slett ikki eftir sovorðnum tónleiki, men á ein ella annan hátt kenni eg meg mest heima við at skapa júst hetta. Kanska hevur tað okkurt at gera við tað, at eg næstan bara dugi at spæla í moll. Og so er tað eisini nógv lættari at spæla seint. Tað eru sum regul bara tvær akkordir, ið vit eksperi­ mentera við til hvørt lag. Vit improvisera kanska fýra taktir, síðani fýra taktir afturat við onkrum heilt øðrvísi, og at enda taka vit bara tað besta burturúr og gera tað enn feitari. ­ Av tí at eg bara havi lært at spæla gittara í moll, blívur tónleikurin, ið eg skrivi, altíð sjálvskrivað syrgiligur. Eg havi roynt at gjørt glaðan tónleik, og eg dugi at hoyra, at tað riggar í øðrum oyrum, men tað riggar ikki fyri meg. Eg fái ikki gingið inn fyri tað sjálvur, óansæð hvussu nógv eg royni. Eri eg ikki trúgvur mótvegis mær sjálvum, kenni eg tað sum um, at eg selji meg sjálvan, og tá oyðilegst alt, sum kallast persónligur krea­ tivitetur. ­ Steso er mítt hjartabarn beint nú, og tað er hesa verkætlanina, eg leggi alla mína kreativu orku í í løtuni, greiðir Hergeir frá. Hvar byrjaði tað, og hvørjum arbeiðir tú saman við? ­ Tað byrjaði við, at eg og Rólant av Reyni, sum eg eisini spældi í Makrel saman við, gjørdu tónleik saman í Spencer Jones. Tað er eisini har, nøvnini koma frá; Spencer Jones og Jonathan Glass. Eg havi so valt at hildi fast við Jona­ than Glass, tí at í enskt talandi londum verður Hergeir til »her car«, »hairy gay« og »hair care«, og tá ljóðar Jonathan Glass also betri. Tú mást hava eitt kul navn, sum liggur væl á tunguni. Og so er tað eisini bara skeg at virka undir einum dulnevni. ­ Við í bólkin havi eg fingið Líggjas Olsen á tangentar, Ásu Wraae á sang og kór, Magnus Han­ sen á trummur, Kirstin Helgudóttir á fløjtu og møguliga Brandur Jacobsen á percussion. Sjálvur spæli eg gittar og syngi. Vit eru við at taka tónleikin upp, og Jens L. Thomsen stendur fyri framleiðsluni. ­ Eg valdi hesar tónleikar­ narnar júst tí, at eg ynskti eina stemningsfulla heild. Hetta eru fólk, eg havi kent leingi, og sum eg veit skilja, hvat tað gongur út uppá. Eg tími ikki fres og reyp; at ein persónur dugir at spæla yvirdrivnar solo'ir, sum ganga í eini 24/65 takt, hoyrir slett ikki heima í tí, sum eg geri. Tað er sum ein fótbóltspælari, ið dugir jonglera uppí 50000, men slett ikki kann brúkast til nakað á sjálvum vøllinum. Tá kann tað gera tað sama fyri meg. Eg vil hava inniligheit og hjarta, og tað veit eg, at eg fái frá hesum persónunum. ­ Harafturat eru tey ógvu­ liga góðir tónleikarar. Líggjas er genialur á rhod­ es. Spælir altíð akkurát tað, sum riggar best til. Eg haldi eisini, at Ása ordiliga kemur til sín rætt við at syngja hendan tónleikin. Hetta er ein heilt nýggj síða í mun til kontry­popp­ in, hon vanliga fæst við. ­ Eg arbeiði eisini saman við einum japanskum DJ, ið eg møtti á myspace. Hann hoyrir til ein bólk av Djum ymsastaðni frá í heiminum, sum arbeiða - Eg orki ikki fyri fólki við snobbutum páskaregg mentaliteti, har alt sær perfekt út á skræðuni, men er skralltómt innan. Fólk, sum møta upp til nýggjárskonsert, hóast tey ikki skilja ein pinn av tí heila, men bara møta upp vegna prestisju og liva eina óerliga og falska tilveru, sigur 27 ára gamli Hergeir Staksberg, bassleikari í Makrel og núverandi primus motor í ambientu rokkverkætlanini Steso – Hetta er tað, eg leggi alla mína kreativu orku í í løtuni, sigur Hergeir Staksberg, oddamaður fyri ambientu rokkverkætlanina Steso Mynd: Astrid Mohr - Eg blívi meira inspireraður av persónum enn av tónleiki. Av ymsum hendingum og støðum. Sovorðnum, sum kemur undir húðina á menniskjum. Ofta snýr tað seg um harðskap og stoffir. Um tragiskar lagnur, sum tú, hóast tú ikki hevur verið ígjøgnum júst tað sama, kanst identifisera teg við, sigur Hergeir Staksberg Mynd: Astrid Mohr