hósdagur 17. apríl 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 74 - 17. apríl 2008
stur
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
saman við tónleiki. Hesin,
ið eg havi møtt, kallar seg
Elezz. Hann sendir mær
onkuntíð beats, sum eg
spæli útyvir, og eg sendi
honum løg, sum hann
remiksar. Mann kann hoyra
eitt remiks hjá honum av
einum lagi hjá mær, ið
eitur »Lost in Translation«
á myspace.com/elezz. Ein
genta, sum kallar seg
Nacci og hoyrir til hendan
tónleikahópin, syngur
eisini onkuntíð útyvir tað,
ið við gera.
Hvaðani kemur tín
íblástur frá?
- Eg haldi, at eg blívi meira
inspireraður av persónum
enn av tónleiki. Av ymsum
hendingum og støðum. Av
filmum sum »City of God«
og »Requiem For A
Dream«. Sovorðnum, sum
kemur undir húðina á
menniskjum. Ofta snýr tað
seg um harðskap og stoffir.
Um tragiskar lagnur, sum
tú, hóast tú kanska ikki
hevur verið ígjøgnum júst
tað sama, kanst identifisera
teg við. Kanska er tað tí, at
eg kenni partvís mong við
tragiskum lagnum. Havi
vinfólk har deyði, alkohol
og harðskapur hava spælt
ein stóran leiklut. Ymisk
fólk, sum ikki hava verðins
besta bakland, men sum
hava merkt pínu og sorg.
Fólk, sum á ein ella annan
hátt liva ordiligt, burtur frá
øllum sum eitur yvirflada.
- Eg eri eisini sjálvur
blivin smá úti at koyra
innímillum. Eri onkuntíð
farin út á keðilig síðuspor.
Tað er sum tað, ið Nietz-
sche segði; at tá mann
roynir at berjast við ódjór-
ið, má mann ansa eftir ikki
blíva til tað sjálvur. Eg
upplivdi, at eg eina løtu
bleiv til ódjórið í høvdi-
num. Eg bleiv til tað, sum
eg stríddist ímóti.
Tit eru við at taka
tónleikin upp, sigur tú.
Hvussu ímyndar tú tær, at
úrslitið verður, bæði sum
produkt fyri seg og sum
produkt í samfelagnum?
- Eg hugsi ikki so nógv um
tað. Eg hugsi meira persón-
ligt. Um hvat eg sjálvur
kann fáa burturúr. Sum
listafólk mást tú skapa,
annars er tað mentalt sjálv-
morð; annars stagnerar tú
og doyrt út. T.d hevur
Makrel ligið stilt nú í tvey
ár. Eg havi innsæð, at tað
ikki nyttar nakað at blása í
eina brostna ballón, so eg
eri farin mín egna veg. Tí
eg má gera okkurt kreativt
og kenna á mær, at eg
vaksi. At skapa er nokk á
onkran hátt eitt slag av
sjálvrannsakan. At vita, at
ein er á lívi.
- Eg orki ikki fyri fólki
við snobbutum páskaregg
mentaliteti, har alt sær
perfekt út á skræðuni, men
er skralltómt innan. Fólk,
sum møta upp til nýggjárs-
konsert, hóast tey ikki skilja
ein pinn av tí heila, men
bara møta upp vegna
prestisju og liva eina óerliga
og falska tilveru. Tá er tað
nógv feitari við fólki, sum
gera tað, tey vilja. Fólki, ið
tora at traðka út um karmar-
nar, sum tíðin, samfelagið
og normar annars seta tær.
Tí tað er jú har, at øll fram-
gongd og menning fer fram.
Hetta kemst kanska av, at
eg havi ræðuliga ringt við
at taka nakran myndug-
leika ella absoluttar
sannleikar fyri fult. Eg
missi beinanvegin alla
virðing fyri fólki, sum seta
seg hægri uttan at hava
nakra orsøk til tess og siga,
at so og so skalt tú liva,
vera og gera. Haldi, at tað
er eitt barndómstrauma frá
fólkaskúlanum, ið ger, at
eg havi tað so. Eg hevði
ein lærara, sum eg hataði
av øllum mínum hjarta.
Hóast hann ikki lærdi meg
nakað av týdningi, so lærdi
eg, at mynduleiki ikki er =
sannleiki.
- Seinni havi eg so lisið
bøkur hjá Nietzsche,
Richard Dawkins, Timothy
Leary, Terence McKenna,
Bertrand Russel o.ø. og tá
fann eg útav, at eg ikki var
tann einasti, sum hevði tað
soleiðis.
Hvat er tað næsta, sum er
á skránni hjá tær?
- Eg hugsi eitt sindur um at
fara til Barcelona i heyst at
lesa víðari. Eg havi verið
har fyrr, og tað er eitt geni-
alt stað. Fyrst og fremst er
veðrið gott árið runt, men
har er eisini ótrúliga vakurt
og intenst listarliga sæð.
Beint nú er tað tó Steso, ið
fyllir mest, og hvat so
kemur næst, fáa vit at
síggja. Lat okkum taka eitt
ting av gangin.
Um góðar tvær
vikur verður nógv
umrødda sýnis
glugga tiltakið
Atlantic Sound
scapes í Brussel,
Belgia. Tað vera
m.a Boys in a Band,
Gestir, Guðrun og
Guðrun og Marmar,
ið skulu umboða
føroyskan tónleik
og list á tiltakinum.
Sosialurin verður á
staðnum og dekkar
alt, sum fer fram
Fyri næstan tveimum
mánaðum síðani var sam-
røða her í blaðnum við
Christian Hald Buhl um
sýnisglugga tiltakið, ið
hann skipar fyri frá føroy-
sku sendistovuni í Brussel
saman við SamVit og
Norðurlandahúsinum. Nú
er tíð til eina uppdatering
um, hvat er hent síðani.
M.a tað, at Sosialurin fer
við til Belgia at dekka
tiltakið frá staðnum.
Endamálið við tiltaki-
num er at marknaðarføra
føroyskan tónleik, list og
sniðgeving. Luttakandi
tónleikabólkar eru Boys
in a Band, Gestir, ORCA
og Budam. Myndlistaum-
boðini eru Marmar, Zac-
harias Heinesen, Heðin
Kambsdal og fyri før-
oyska sniðgeving luttekur
Barbara í Gongini við
framsýning, ið m.a. um-
boðar Guðrun og Guðrun
og Elisu Heinesen.
Dennis Agerblad luttekur
eisini við
mótaframførslu.
Úrslit longu nú
Hetta er fyrstu ferð, at
føroyskur tónleikur og
list á henda hátt verða
marknaðarførd á
evropeiska
meginlandinum. Góðir
møguleikar eru fyri, at
tiltakið fer at hava við
sær ítøkilig úrslit so sum
plátusáttmálar, framsýn-
ingar, konsert- og
festivaltilboð í Benelux
londunum, umframt í
Týsklandi og Fraklandi.
Longu nú sæst ein
rúgva av úrslitum við tað,
at onkrir av bólkunum eru
bókaðir at spæla á ymsum
festivalum og spælistøð-
um. Eitt nú skal Orca
spæla á nógv viðurkenda
franska festivalinum, Trans-
musicales, ið hvørt ár
hevur komandi stjørnur á
skránni. Her hava t.d
Klaxons, Kaiser Chiefs,
Beastie Boys og Primal
Scream verið á skránni,
áðrenn stóru gjøgnumbrot
teirra. Umframt hetta eru
bæði Orca og Gestir bók-
aðir at spæla tvey gigg í
ávikavist Týsklandi og
Sveits undan framførsluna
í Brussel.
Forvitnislig umboð
á staðnum
Stóri tónleikafestivalurin
Multizik í Luxemburg
kemur á Atlantic Sound-
scapes, og um teimum
dámar tað, ið tey hoyra,
fara tey í ár 2009 at hava
serligt fokus á fýra til sjey
føroyskar bólkar á sínum
festivali. Harafturat fara
tey eisini at bóka ein av
teimum fýra bólkunum, ið
framføra til Atlantic
Soundscapes, til festival
teirra í ár, um tey velja at
gera eina serliga føroyska
útgávu í 2009.
Plátufeløg í ymsum lond-
um hava víst áhuga í øllum
fýra bólkunum, og tað er
ivaleyst bara ein spurning-
ur um tíð, inntil ein av
teimum fær sáttmála og
verður útgivin í antin
Týsklandi, Sveits ella
Belgia. Stórir showcase
festivalar sum SPOT í
Danmark og Nordklang í
Sveits vera eisini til staðar.
Sosialurin fer tí sjálv-
andi við til Belgia hetta
vikuskiftið. Vit fara at
halda lesaran uppdater-
aðan við øllum, sum fer
fram, m.a ígjøgnum sam-
røður við fólk í belgisku
tónleikavinnuni, ummæli
av tiltakinum og onnur
viðkomandi tíðindi. Fylg
við her í blaðnum og á
Portal.fo í viku 19, tá
tiltakið er av og úrslitið av
tí verður prentað.
Les annars meira um
tiltakið á myspace.com/
atlanticsoundscapes
Atlantic Soundscapes rapport:
Sýnisgluggi við stórari ávirkan
Plátufeløg í ymsum londum, sum samstarva við Atlantic Soundscapes og Christian Hald Buhl,
hava víst áhuga í øllum fýra bólkunum, og tað er ivaleyst bara ein spurningur um tíð, inntil
ein av teimum fær sáttmála og verður útgivin í antin Týsklandi, Sveits ella Belgia
Mynd av Boys in a Band: Kristfríð Tyril
Skráin inniheldur føroyska list, tónlist og sniðgeving