hósdagur 17. apríl 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 74 - 17. apríl 2008
Komandi fløgur
Four Tet
Heiti: Ringer
Útgávudagur: 21. apríl
Plátufelag: Domino/A:larm
Stutt um:
Maðurin
handan
bólkin Four
Tet, Kieran
Hebden,
kemur í
hesum
mán
aðinum
út við sínum fyrsta nýggja Four
Tet tilfari síðani 2005, tá hann fór
í tónlistarligt samstarv við jazz
trummuleikaran Steve Reid. Talan er
um EP'ina »Ringer«, ið verður útgivin
sum fløga, 12” vinyl og download.
»Ringer« sigst at vera ein spennandi
útgáva, har vit sleppa at síggja eina
heilt nýggja síðu av Four Tet. Við
nýggja tilfarinum eksperimenterar
Hebden við heitt minimal tekno og
pumpandi dance/elektro rútmur og
fer tískil langt burtur frá eyðkenda
folktronika stílinum, ið tónleikurin
hjá honum vanliga ber dám av.
So er spurningurin, um vit skulu
vænta okkum hetta framyvir, ella
um Hebden ætlar sær at venda aftur
til traditionella Four Tet ljóðið, tá
næsta studiofløga hansara kemur
út; óansæð er hetta ein áhugaverdur
umvegur hjá Hebden, sum hevur
uppiborið eina rúgvu av lurti.
Tú kanst longu nú taka tónleikin
niður á nethandilinum hjá Other
Music á digital.othermusic.com.
Keyp hana annars eisini á amazon.
co.uk, tá hon er útkomin.
Lurta: Hoyr lagið »Ringer« á
myspace.com/fourtetkieranhebden
Portishead
Heiti: Third
Útgávudagur: 28. april
Plátufelag: Mercury/Island Records
Stutt um:
Portishead
var ein av
teimum
mest
ávirkandi
bretsku
bólkunum
í 90unum.
Við »Dummy« og »Portishead«
defineraðu tey ein stíl, ið kallaðist
triphop. Tey settu saman seint
elektronika og jazz við stórbæru og
sárbæru røddina há Beth Gibbons.
Úrslitið var totalt deprimerandi
samstundis sum nakað so
fantastiskt.
Aftaná konsertfløguna »Roseland
NYC Live« í 1998 hoyrdu vit einku
frá teimum í 10 ár. Ikki fyrr enn nú,
tey fara at geva út fjóðru fløguna,
»Third«, frá sær.
»Third« er sprenfull av spennandi
elementum. Av nýggjum,
ráðum, upbeat elektronika og
eksperimenterandi rútmum. Men
allatíðina í tráð við Portishead, sum
vit kenna tey. Tað er ikki longur bara
triphop, men tað er upgraderað til
at feva um eina rúgvu afturat tí.
Keyp fløguna á amazon.co.uk og
kanna annars portishead.co.uk fyri
upplýsingar um útgávuna.
Lurta: á myspace.com/
portisheadalbum3
dEUS
Heiti: Vantage Point
Útgávudagur: 28. apríl
Plátufelag: Cooperative/Bonnier
Amigo
Stutt um:
Legendar
iski belgiski
undirgrund
bólkurin
dEUS gevur
í hesum
døgum
út nýggju
fløguna »Vantage Point«; 18. apríl í
Evropa og 25. apríl í Bretlandi.
Hetta er fimta útgávan hjá
bólkinum, ið varð upptikin í og
er uppkallað eftir spildurnýggja
upptøkuhølinum hjá bólkinum, ið
sjálvandi eitur Vantage Point, sum
liggur í Antwerpen.
Upptøka og miksing tók teimum
einans tríggjar mánaðar; eitt
tíðarskeið, ið sigst vera ógvuliga
sjálvsagt fyri dEUS at brúka uppá
eina fløgu.
Keyp tónleikin á amazon.co.uk ella
digitalt á iTunes.
Lurta: Á Last.fm kanst tú lurta
eftir nýggju fløguni umframt lesa
viðmerkingar frá bólkinum til hvørt
lag á henni. Hoyr eisini stakløgini
»Slow« og »The Architect« á
myspace.com/deusbe
Madonna
Heiti: Hard Candy
Útgávudagur: 28. apríl
Plátufelag: Warner
Stutt um:
Madonna
hevur
fingið sær
fantastisku
framleiðslu
talentini
Timbaland,
Justin
Timberlake,
Pharrell Williams, Danja og Kanye
West umborð á »Hard Candy«
skútuna. Og við einari slíkari
manning skuldi ein freistast at hildi,
at hon siglir í røttu ættina. Røttu
ættina er kanska ov nógv at siga
longu nú, men hetta er í øllum
førum ein heilt nýggj ætt, sum
bjóðar uppá eitt nýtt urbant groove
í Madonnu høpi.
Summi kalla hetta hennara
mest ambitiøsa projekt higartil.
Onnur siga, at tað slett ikki er nóg
ambitiøst. Ein kann næstan bara
bíða eftir, at fløgan kemur út og
síðani meta um tað sjálvur.
Tá »Hard Candy« er komin út við
fylgjandi stakløgum, fer Madonna
frá Warner Bros til at geva út tónleik
við Live Nation, sum hon hevur
skrivað ein 10 ára sáttmála við.
Keyp fløguna á amazon.co.uk ella
digitalt á iTunes.
Lurta: Hoyr eitt brot úr staklagnum
»4 minutes«, sum hon hevur gjørt
saman við Justin Timberlake á
myspace.com/madonna
Serena Maneesh
Heiti: SM Backwards
Útgávudagur: 3. mai
Plátufelag: Smalltown Supersound
Stutt um:
Tað er
gingin ein
góð løta,
síðani vit
hoyrdu
nakað frá
Serena
Maneesh.
Men um tú leitar eftir at hoyra
eina rúgvu av spildurnýggjum
tilfari, kanst tú gerast vónbrotin. Tí
»SM Backwards« er ikki ein nýggj
studiofløga men er hinvegin ein
uppsamling av eldri tilfari hjá
bólkinum. Men á hinari síðuni; hetta
tilfarið er ikki enn givið út uttanfyri
Noreg, so møguleikin fyri, at tú enn
ikki hevur hoyrt hetta, er alíkavæl til
staðar.
Tað eina lagið, »Death Parade Slow«,
er ongantíð hoyrt áður, men annars
er restin av tilfarinum frá EP'unum,
»Fixxations« og »Zurück«, ið komu út
áðrenn sjálvnevndu debutfløguna
hjá teimum.
»SM Backwards« er ein dupult fløga/
LP, ið eisini fer at innihalda videobrot
av løgunum »Drive Me Home the
Lonely Nights« og »Degenerate«.
Gev gætur, at myndin omanfyri
ikki er av húsanum, men er av
búðmerki hjá Serena Maneesh.
»SM Backwards« húsin er ikki
kunngjørdur alment enn.
Lurta: eftir tónleikinum hjá
Serena Maneesh á myspace.com/
serenamaneesh
Bólkurin Eager To
Please telur fimm
mans, ið allir hava
verið nógv virknir
á føroyska tónleika
pallinum millum ár
og dag. Nú geva teir
fyrstu fløguna út,
»There's No Pleasin'
Some People«.
Her avdúka vit alt
rundanum útgávuna
umframt húsan, ið er
málaður av Ragnar
Simonsen Østerø
Hvat og hvør?
Eager To Please eru Dag
finn Joensen á vokal og
gittara, Høgni Fagraberg á
gittara (síðani Bjarti Dal
heim flutti til Danmarkar),
Heri Reynheim á bass
gittara, og Rani H. Christ
iansen á trummur. Síðani
teir slógu seg saman í 2005,
hava teir luttikið í bæði Prix
Føroyum og Global Battle
of The Bands.
Tónleikurin hevur mest
an íblástur frá 70unum og
fyrst í 80unum. Frá bólk
um sum Whitesnake, Deep
Purple, Led Zeppelin og
Uriah Heep.
Afturat teimum fimm
væl samanskrúvaðu monn
unum í bólkinum, hava teir
til fløguna fingið Jóhan
Petur Andreassen við á
hammond orgul, Kim Han
sen á kór og klaver og Terja
Rasmussen á tamburin.
Upptøka og framleiðsla
Fløgan er tikin upp av
Eager To Please saman við
Jón Mc Birnie í Skýrák
Studios í Havn og Terja
Rasmussen í Studio Oyra
vox í Nólsoy. Flemming
Hansson frá Sweep Studios
í Keypmannahavn (ið m.a
eisini hevur arbeitt saman
við kultarunum Ace of
Base og Laid Back, stórum
rokknøvnum sum Kashmir
og Mew, gomlum klassik
arum sum Willie Nelson
og Cliff Richard og føroys
kum nøvnum sum Anniku
Hoydal, Frændur og Ma
krel) hevur miksað og
mastrað, og plátufelagið
Tutl gevur fløguna út.
Málningarnir í húsanum
eru málaðir av Ragnar
Simonsen Øster, og pressu
myndir annars eru tiknar
av Høgna Heinesen og
Bárður Eklund. Høgni
Egholm Magnussen
stendur fyri grafiskari
sniðgeving.
Komandi gigg
Eager To Please hava heili
níggju framførslur á
skránni komandi mán
aðarnar. Eitt nú í Ment
anarhúsinum í Fuglafirði,
Rex og Café Natúr, men
ikki minst eisini tann 10.
mai, tá teir eru bidnir at
hita upp fyri skotsku
rokklegendurnar Nazareth
í høllini á Nabb.
Hoyr tónleikin hjá Eager
To Please á myspace.com/
egr2plz
»There's No Pleasin'
Some People«
1. Two Timin´ Lady
2. Eager To Please
3. Broken
4. Put Your Money Where
Your Mouth Is!
5. Give a Little Lovin'
6. Still Need Your Love
7. The Bitch is in Heat
8. Burn in Hell
Viðmerkingar til tónleikasíðurnar? Hugskot til tónleikatíðindi?
Skriva til sunneva@sosialurin.fo
Lagt til rættis:
Sunneva H. Eysturstein
sunneva@sosialurin.fo
Eager To Please avdúking:
»There's No Pleasin' Some People«
Málningarnir í húsanum eru
málaðir av Ragnar Simonsen
Øster, og pressumyndirnar í
honum eru tiknar av Høgna
Heinesen og Bárður Eklund
Tónleikurin hevur
mestan íblástur frá
70unum og fyrst í
80unum. Frá bólkum
sum Whitesnake, Deep
Purple, Led Zeppelin
og Uriah Heep