leygardagur 26. februar 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÁKI BERTHOLDSEN
Tá ið tað nýggja djórasavn-
ið letur upp á Debesartrøð í
Havn um hálvan mei, hevur
tað ein lítlan dýrgrip at vísa
fólki.
Hetta er ein fiskur, sum
er so sera sjáldsamur, at tað
eru avbera fá djórasøvn,
sum kunnu breggja sær av
at hava ein slíkan at vísa
fram.
Talan er um ein fisk, sum
vágatrolarin, Vesturskin,
fekk norðan fyri Ytrabanka
30. apríl 1997.
Fiskurin varð fingin á 845
metra dýpi.
Talan er um ein djúphavs-
fisk, sum er so sjáldsamur,
at áðrenn Vesturskin fekk
sín, eru bara fýra fiskar av
hesum slagnum fingnir til-
samans í øllum heiminum.
Fiskurin, sum nú verður
at síggja á djórasavninum,
er sostatt tann fimti, sum tað
ber til at staðfesta, nakrantíð
er fiskaður.
Tann fimti í heiminum
varð fingin í Føroyum
Ein sera sjáldsamur fiskur, sum er fingin á Føroya Banka,
verður ein av áskoðaramagnetunum á tí nýggja djóra-
savninum, sum letur upp í Havn um hálvan mei
Hinir fiskarnir eru fisk-
aðir víða hvar, úr Kyrra-
havinum í Atlantshavi.
Jákup Reinert á fiskirann-
sóknarstovuni sigur, at tá ið
talan er um so stórt dýpi,
eru umstøðurnar at kalla
eins allastaðni, og tí kunnu
djúphavsfiskar, sum hesir,
eisini finnast næstan alla-
staðni.
Ein fiskur sum kryddar
Fiskifrøðingar munnu ikki
teljast ímillum tað best um-
tókta fólkaslagið, og so er
tað ikki so galið at fáa ein
fong sum hendan at frøðast
yvir.
Ella sum Jákup Reinert
sigur: Ein fiskur sum hesin
er kryddið í lívinum hjá ein-
um fiskifrøðingi.
Hann sigur, at hendan
dagin Vesturskin trolaði,
fingu teir nakrar sjáldsamar
fiskar, sum teir lótu Fiski-
rannsóknarstovuni.
– Allar hinar vistu vit um,
men hesin eini var ookkum
langa tíð at staðfesta, hvat
hetta var fyri ein, tí tað
eydnaðist heldur ikki enda-
liga at staðfesta slagið eftir
teimum bókum, sum vóru
til taks.
Endin varð so, at fiskurin
varð sendur til Danmarkar,
til ein serfrøðing á „Zoo-
logisk Museum“ at vita,
um hann kundi koma tí
nærri.
Og hann staðfesti so
endaliga, hvat fiskur talan
er um. Hesin fiskurin er so
sjáldsamur, at hann hevur
ikki nakað enskt navn, og
tíansheldur nakað føroyskt
navn.
Men hann er av ættini
„Lampo Grammus.
Tað var ein lívfrøðilig
stórhending, tá ið Vestur-
skin fekk hendan fiskin í
trolið. Higartil eru bara
fimm fiskar av hesum
slagnum fiskaðir yvirhøv-
ur. Hesin fiskurin verður tí
ein lítil dýrgripur á djóra-
savninum, sum ætlandi
letur uppaftur einaferð
einaferð í mei
Og hetta ávísa slagið hev-
ur eitt navn, sum tykist okk-
um minst líka fremmant,
sum fiskurin sjálvur.
Talan er nevniliga um ein
shcerbachevi!!, sum hann
eitur á fakmáli.
Hesin fiskurin er tveir
metrar langur, og sum tað
sæst, reiðiliga tunnvaksin.
Av tí, at hann er so sjáld-
samur, er tað eisini snøgt
sagt einki, vit vita um hann,
hvussu hann livir, hvussu
hann ferðast o.s.fr.
Tíðindini um slíkan fong
fara víða um og serfrøðing-
urin á „Zoologisk Museum“
í Danmark fer nú at skriva
um fiskin í einum fronsk-
um, fakligum tíðarriti.
Ætlanin er nú at gera ein
form av fiskinum og so at
stoypa ein nágreiniligan eft-
irlíkning, sum skal sýnast
fram á tí nýggja djórasavn-
inum, sum letur upp aftur
nú.
Djórasavn hevur verið úti
á Debesartrøð, í hølunum
sum verða nevnt Neystið.
Men har er alt gjørt av
nýggjum og ætlanin er nú
at lata uppaftur um hálvan
mei.
Doretha Bloch sigur, at
hesin fiskurin er eitt av
sjáldsomum dýrum, sum,
verða st síggja í tí nýggja
Djórasavninum, sum letur
upp 15. mai. Sum fralíður
er ætlanin at hava ein ser-
ligan framsýningarglugga,
sum eitur stórtíðindi“, ella
okkurt sovorðið.
púra fremmandur.
Tað tók eisini rættiliga
Langa tíð tók tað fiskifrøðingunum á Fiskirannsóknarststovuni at finna út av, hvør
løgni fiskurin, Vesturskin veiddi, var
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 40 - 26. februar 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakkstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Viðmerking:
Í Sosialinum 24. februar
sigur Signar á Brúnni,
landsstýrismaður, helst sum
svar uppá tíðindaskriv og
spurning frá blaðmanni-
num, Dagfinn Olsen, at
hann ikki hevur sagt, at tann
nýggja fólkaskúlalógin ikki
áleggur lærarunum meira
arbeiði.
Landsstýrismaðurin undr-
ast á, hvaðani Føroya Lær-
arafelag hevur hetta.
Svarið fær hann í tíðind-
askrivinum frá Føroya Lær-
arafelag, sum stendur beint
omanfyri á síðu 8. Hatta
siga tey úti í fíggjarmála-
stýrinum, og so seint sum
týsdagin 22. februar hildu
tey fast við hetta.
Vit vita væl, at landsstýr-
ismaðurin í skúlamálum yv-
ir fyri okkum og mongum
øðrum hevur ásannað, at
lógin leggur meira arbeiði
á lærararnar í fólkaskúla-
num. Á skúlaleiðarafundi-
num 18. februar segði hann
tað eisini.
Men hann skal siga tað
so tíðiliga, at fíggjarmála-
ráðharrin eisini skilir tað. Tí
tað er hann, sum ikki vil
játta pengarnar til hetta eyka
arbeiði.
Spell var tað, at landsstýr-
ismaðurin í fíggjarmálum
og hansara fólk ikki vóru
við á fundinum, sum Undir-
vísingar- og mentamálaráð-
ið skipaði fyri. Tí tað hevði
verið gott fyri tey. Ja, tey
skuldu verið noydd til at
luttikið á slíkum fundum, tí
skúlaskap vita tey als onki
um.
Kanska skuldi Signar á
Brúnni, landsstýrismaður,
skorið hetta út í papp og
hongt tað upp úti í fíggjar-
málastýrinum
Men Føroya Lærarafelag
má samstundis siga, at vit
skilja ikki, hvat landsstýr-
ismaðurin í skúlamálum
meinar við, tá hann sigur,
at tá tað kemur til skúlamál
í samráðingunum, so kemur
UMMS inn. Tað hava vit als
ikki varnast.
At landsstýrismaðurin í
skúlamálum væntar, at hann
kemur at sita við Svarta
Peri, tá arbeiðssteðgurin
verður settur í verk, er helst
satt.
Tí mælir Føroya Lærara-
felag honum til at smoyggja
upp um armar og gera nak-
að, áðrenn ruðuleiki verður
í fólkaskúlanum.
Elsa Birgitta P. Petersen
Ger Signar einki verður ruðuleiki
Umhvørvið
hægsta prioritet
NORÐURLENDSKU umhvørvisráðharrarnir
mótmæla í hesum døgum trygdini á stóra kjarn-
orkuendurvinningarverkinum Sellafield í Ong-
landi. Tað er nevniliga komið fram í eini nýggjari
frágreiðing, at trygdarviðurskiftini á verkinum
eru út av lagi vánalig. Frammanundan hava vit
longu hoyrt um, at vandamikið burturkast frá
verkinum rennur út í havið og ferðast víðari við
havstreyminum har norður í Norðsjónum og
norður framvið norsku strondini. Hesum hava
somu ráðharrar mótmælt áður.
MEN mótmælini tykjast ikki at verða hoyrd. Í
hvussu so er ikki tey mótmæli, sum seinastu
árini eru send bretsku myndugleikunum. Nú er
støðan kanska ein onnur, tí nú staðfestir ein
stór frágreiðing, at støðan er alt annað enn
góð.
SJÁLVANDI hevur hetta eisini stóran áhuga fyri
okkum føroyingar, tó at ein av okkara havfrøð-
ingum fyrr hevur úttalað, at møguligt vandamikið
burturkast frá Sellafield kemur ikki henda vegin,
men fer framvið Hetlandi og víðari út í Norð-
sjógvin.
VIT eru kortini partur av einum stórum havøki,
sum er grundarlag fyri matvøruframleiðsluni í
fleiri londum, eisini Føroyum. Okkara fiskimenn
veiða eisini í Norðsjónum og við norsku stend-
urnar, har dálkingin frá Sellafield røkkur. Vit hava
sum partur av hesum øki skyldu til at vera við í
slíkum mótmælum og taka vit tað sum givið, at
okkara umhvørvismyndugleikar eisini teljast
millum tey lond, sum aftur og aftur mótmæla
slíkari dálking.
MEN eitt er dálking langt uttan fyri okkara egnu
landoddar. Annað er, hvussu vit duga at húsast
her heima hjá okkum sjálvum. Vit hoyrdu nú
um dagarnar, hvussu føroysk umhvørviskvinna
gav føroyskum umhvørvispolitikki dumpikarrak-
ter. Hon nam við hópin av áhugaverdum og
relevantum spurningum, har vit eiga at taka í
egnan barm. Tí tað nyttar lítið øðrumegin at
finnast at bretum, duga vit hinumegin ikki at
halda reint í egnum húsi. Og sambart nevndu
umhvørviskvinnu duga vit tað ikki nóg væl. Tí
eiga ráð hennara at vera kærkomin og væl
móttikin hjá okkara umhvørvismyndugleikum.
Tað er nettupp slíkum uppbyggjandi kritikki, sum
vit skulu læra av.
SPURNINGURIN um umhvørvið átti at fingið
fyrsta prioritet í Føroyum, tá hugsað verður um,
at vit liva tí, sum havið gevur. Og nú oljuvinnan
stendur fyri framman, krevur hetta enn meira
av okkum at vera á varðhaldi - og at fylgja
reseptini hjá umhvørviskvinnuni Duritu, nevni-
liga heldur at fyribyrgja enn at sløkkja eld. Hon
eigur stóra tøkk fyri væl valdu orðini og vónandi
verða tey við til at eggja øðrum til at taka
umhvørvisspurningar í størri álvara. Men tað
krevur so sanniliga eisini, at okkara umhvørvis-
myndugleikar og politikarar veruliga vilja brúka
orku og pening til hesi endamálini. Tað ringasta,
sum kann henda, er at venda slíkum bakið og
ignorera tey. Tann besti umhvørvispolitikkurin
er ein kombinatión av áhuga og virkisfýsni
millum fólk á gøtuni og tey, sum hava ábyrgdina
av hesum øki - á stovnum og á enn hægri stað.
Hjartaliga takki eg øllum, sum sýndu samkenslu,
tá ið kæra móðir mín
KRISTIANNA SAMSONSEN
andaðist og varð jarðað.
Ein tøkk til starvsfólki á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Takk
fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll, sum
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna familjuna
Hans
Tøkk
Hví kann ein løgtingsmaður
ikki siga, at landsstýrið fer
eftir fullveldinum, tá lands-
stýrið kann skriva í brævi
til allar danskar fólkatings-
menn: ”Formålet med det
forberedelsesarbejde,
landsstyret har gjort i snart
to år, er, at Færøerne og
Danmark skal indgå en
traktat, der:
- opretter Færøerne som
en fri og suveræn stat”?
Hví kann ein løgtings-
maður ikki siga, at lands-
stýrið einki nevnir um ára-
málið fyri skiftistíðina, tá ið
landsstýrið í sínum brævi
tosar um ”en lempelig øko-
nomisk overgangsordning
med gradvis nedtrapning af
bloktilskuddet”?
Brævið frá landsstýrinum
er síðani lagt út á heima-
síðuna um fullveldið á int-
ernetinum, so at øll verðin
kann lesa tað.
Hin 16. februar 2000,
sendi løgmaður skriv til løg-
tingsformannin, har gjørt
varð vart við, at løgmaður
metti, at undirritaði hevði
brotið tagnarskylduna við-
víkjandi uppritinum til sam-
ráðingar við donsku stjórn-
ina um rættarstøðu Føroya.
Brævið frá løgmanni varð
viðgjørt á fundi í Formans-
kapi Løgtingsins hin 17.
februar 2000.
Í brævi til løgmann hin
18. februar 2000, sigur løg-
tingsformaðurin
millum
annað, at ”formanskapurin
hevur ikki viðgjørt kæruna
um Heðin Mortensen ser-
stakt.” Eisini sigur løgtings-
formaðurin í brævinum:
”Um tygum meta, at málið
eigur at verða meldað løg-
regluni fyri brot á revsilóg-
ina, eru tað tygum, sum tann
órættaði í málinum, sum
eigur at taka hetta stig.”
Løgmaður hevur síðani
boðað frá, at hann ikki ger
meira við málið.
Út frá hesum kann stað-
festast:
• at formanskapur løg-
tingsins vísir hesum kon-
kreta málinum frá sær.
• at eingin niðurstøða er
gjørd um hvørt tagnar-
skyldan er brotin ella ikki
Løgmaður leyp framav
• at løgmaður einki hevur
at byggja skuldsetingar-
nar á.
Tá formanskapurin ikki tek-
ur støðu í málinum, so er
greitt, at óvissa ræður um
hvørt málið er egnað til
nærri viðgerð og hevur slíkt
innihald, at grundarlag er
fyri at taka nakra avgerð
yvirhøvur.
Eisini kann niðurstøðan
tulkast sum ein viðurkenn-
ing av, at ákærurnar, sum
settar eru fram um brot á
tagnarskylduna, ikki byggja
á nakað haldgott støði.
Niðurstøðan hjá mær,
sum løgtingsmanni er tí, at
løgmaður er lopin framav,
og at løgtingið hevur dømt
ákærurnar deyðar at vera.
Heðin Mortensen,
løgtingsmaður
Sambandsfloksins
Loppumarknaður
á Læraraskúlanum
Í greinastubba um loppumarknað, sum skótar skipa
fyri á Læraraskúlanum í Havn í dag, er eitt telefon-
nummar komið skeivt fyri. Tey, ið vilja lata lutir,
kunnu ringja á telefon 314436
blaðstj.
Kunngjørt verður, at kæri maður, faðir, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
POUL M. JOENSEN
Fuglafjørður
andaðist mikukvøldið 23. februar 79 ára gamal.
Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum leygardag-
in kl. 15.
Jarðarferðin verður úr Fuglafjarðar kirkju sunnu-
dagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið
ynskja at lata blómur ella krans, kunnu ístaðin lata
eina peningagávu til Thabor.
Vegna tey avvarðandi
Jóhanna, Arnold, Hilmar, Malena,
Elibert og Erling
✝