Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-02-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. februar 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 40 - 26. februar 2000 ç GlaÝsheyggi ¥ Box 30 ¥ FO-110 T—rshavn Tel. (+298) 31 10 17 ¥ Fax (+298) 31 10 18 E-mail: rasmussen@rasmussen.fo ¥ Http://www.rasmussen.fo GrannskoÝarafelagiÝ RASMUSSEN & WEIHE Statsaut. Revisorar An associated firm of Kundi tœ hugsaÝ t¾r at veriÝ ‡ œrvalsliÝi ? ç virki okkara eru n—gvir g—Ýir leikarar. Men taÝ er fyrst og fremst gj¿gnum samarbeiÝi, at vit hava skapt eitt sterkt liÝ. Nœ hava vit pl‡ss fyri n¿krum leikarum afturat, og vit s—knast t’ eftir evnar’kum pers—num viÝ ‡r¾Ýi, ambiti—num og hugi at vera viÝ ‡ einum liÝi, har n—gv er at gera, og har arbeitt verÝur ’ einum g—Ýum og —h‡t’Ýarligum umhv¿rvi. Rasmussen & Weihe er eitt grannskoÝara- og r‡Ý- gevingafelag, sum varÝ stovnaÝ ’ 1968. Umframt at gera l—garbundna grannskoÝan r‡Ýgeva vit ‡ ymsum ¿kjum, t.d. viÝv’kjandi roknskapi, b—khaldi, stovnan av virkjum, rakstrar¾tlanum, skattam‡lum v.m. Umframt h¿vuÝs- skrivstovuna ’ T—rshavn hava vit eisini skrivstovuh¿li ’ Saltangar‡. Ein œtbœgving hj‡ okkum gevur eisini m¿guleikar uttanlands. ê altj—Ýa h¿pi er felagiÝ limur ’ heimsins st¿rstu grannskoÝarafyrit¿ku PricewaterhouseCoopers, iÝ hevur meira enn 150.000 starvsf—lk ’ 150 ymsum londum, og hetta samstarv gevur okkara starvsf—lkum m¿guleikar at f‡a s¾r arbeiÝsroyndir uttanlands - ’ princippinum alla- staÝni, har PricewaterhouseCoopers er umboÝaÝ. Sj‡lvandi d‡mar okkum best, at starvsf—lk, iÝ gera eitt gott arbeiÝi, ynskja at verÝa verandi ’ virkinum hj‡ okkum. Men vit mugu ‡sanna, at n—gv virki leita s¾r eftir dugnaligum starvsf—lki hj‡ okkum. Hevur tœ viljan og evnini til at gj¿gnumf¿ra eina œtbœgving hj‡ okkum, hevur tœ —ivaÝ n—gvar m¿guleikar ’ framt’Ýini. Hugsar tœ frammanundan um v’Ýari œtbœgving ’ œtlondum, ‡tti tœ kanska ’ staÝin at hugsa um at komiÝ ‡ liÝiÝ hj‡ okkum. Sj‡lvt um vit til¾tlaÝ gera alt fyri at varÝveita okkara g—Ýa og —h‡t’Ýarliga arbeiÝsumhv¿rvi, m‡ ‡sannast, at grann- skoÝan ’ sj‡lvum s¾r er eitt ‡lvarsm‡l. Endam‡liÝ viÝ grannskoÝan er at gera taÝ arbeiÝi, iÝ er neyÝugt fyri at ‡tekna upplàsingar fr‡ einum virki til umheimin. Ein ‡tekning, iÝ sigur, um upplàsingarnar eru r¾ttv’sandi. ê hesum sambandi er neyÝugt at l¾ra, hvussu grannskoÝanin skal œtinnast, og hvat krevst fyri at gera eina ‡tekning. ê okkara arbeiÝi verÝur t— eisini ofta neyÝugt at r‡Ýgeva innan ymisk ¿ki, og hartil krevst eisini teoretisk og praktisk vitan. L—gg‡van setir st—r kr¿v til fakliga st¿ÝiÝ hj‡ einum grannskoÝara, men innanhàsis setir felag okkara enn st¿rri kr¿v til dygdina av t’ arbeiÝi, iÝ gj¿rt verÝur. Talan er eisini um st—r kr¿v til pers—nligu eginleikarnar hj‡ einum grannskoÝara. Hann skal m.a. vera ‡byrgdarfullur, ‡l’tandi, trœverdur og skilja tàdningin av tagnarskylduni. Fakliga st¿ÝiÝ verÝur uppbygt gj¿gnum teoretiska œtbœgving og starvsvenjing - sigast m‡ t— beinanvegin, at neyÝugt er, at tœ sj‡lv(ur) tekur eitt st—rt tak. Vit v¾nta at tœ hevur tikiÝ ella tekur students-, HF ella HH pr—gv ’ summar, og at tœ ert ‡hugaÝ(ur) ’ eini bœskaparligari œtbœgving. Tœ var/er eisini millum tey stinnastu ’ flokkinum hj‡ t¾r og hevur hug at sameina eina teoretiska œtbœgving viÝ eina praktiska œtbœgving. Eisini heldur tœ taÝ vera spennandi at sleppa at virka ’ vinnu- l’vinum. Vit bj—Ýa t¾r eitt l¾rupl‡ss, har tœ ’ fyrstu syftu kanst lesa HD, samstundis sum tœ vinnur pening. Vit geva t¾r m¿guleika fyri eini bœskaparligari œtbœgving, iÝ ikki f¾st betri ’ F¿royum, og sum til fulnar er ‡ sama st¿Ýi sum taÝ, iÝ verÝur bj—ÝaÝ aÝrastaÝni. Aftan ‡ HD hevur tœ fleiri m¿guleikar. Velur tœ at lesa cand. merc. aud. sum full- t’Ýarlesandi ’ Danmark, kanst tœ f‡a farloyvi, og kanska kunnu vit œtvega t¾r arbeiÝi ’ lestrart’Ýini hj‡ PricewaterhouseCoopers ’ Danmark. Tœ kanst eisini velja at lesa cand. merc. aud. sum sj‡lvlesandi, samstundis sum tœ arbeiÝir ’ F¿royum. Aftan ‡ cand. merc. aud. er m¿guleiki at gerast statsautoriseraÝur grannskoÝari. Hevur tœ vilja, evni og r¾ttan hugburÝ, stuÝla vit t¾r sj‡lvsagt so n—gv sum gj¿rligt ’ at fullf¿ra taÝ, sum tœ setur t¾r fyri. St¿rvini skulu setast eftir summarfr’t’Ýina ‡r 2000, men longu ’ apr’l m‡naÝi kunnu vit gera eina setanaravtalu. Ynskir tœ aÝrar upplàsingar, kanst tœ ringja til okkara og seta teg ’ samband viÝ Ole Guldborg Nielsen ella Klaus Rasmussen. Skrivlig ums—kn viÝ pr—gvum og ¿Ýrum upplàsingum skal vera okkum ’ hendi ’ seinasta lagi ultimo mars 2000. Sosialurin - 311820 HANS PîL BçRÜUR KAYSTEN TURID JçKUP Í vikuskiftinum skulu næmingarnir í fólkaskúlunum í Havn velja, hvat tey vilja takast við í seinasta fólkaskúlaárinum Velja sær 10. flokk Eingin vegur aftur Tað eru so stórir fyrimunir við nýggju fólkaskúlalógini, at er óhugsandi at fara aftur til gomlu skipanina, heldur skúlastjóri í Havn EYÐUN KLAKSTEIN Nýggja fólkaskúlalógin er vorðið stríðsmál millum tey, sum varða av fólkaskúla- num og tey, sum sita á al- menna pengakassanum. Fólkaskúlalógin, sum kom í gildi 1. august 1998, krevur nógv meira av skúl- um og lærarum, og tí er neyðugt við nógv fleiri pengum til fólkaskúlan enn hildið varð, tá lógin varð sett í gildi. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum segði í vikuni við Útvarpið, at um nýggja fólkaskúlalógin skal kosta so nógvar pengar, má hon broytast. Hetta er óhugsandi sam- bært teimum, sum varða av fólkaskúlanum. – Tað hevði verið ein ólukka fyri skúlan, um lógin varð broytt til nakað verri, sigur Niels Nattestad, sum er stjóri á Venjingarskúla- num í Havn. – Nýggja skipanin krevur nógv meira av lærarunum, tí teir skulu veruliga fyri- reika seg og samstarva. Og heldur enn at broyta lógina aftur, eiga pengar at fylgja við, so tað letur seg gera at gjøgnumføra nýggju lógina, sigur hann Fleiri pengar, takk Fólkaskúlarnir í Havn hava – meira enn aðrir skúlar í landinum – lagt á annan bógv við 10 . flokki. Teir bjóða næmingunum serligar breytir, og hesar hava við sær størri arbeiðstrýst á lær- ararnar. Men kring landið eru nógvar broytingar gjørdar í undirvísingini av næmingunum. Føroya Lærarafelag vil ikki finna seg í, at meira arbeiði verður lagt á lær- ararnar, uttan at pengar fylgja við. Og hetta er eitt av stóru stríðsmálunum í sáttmálasamráðingunum, sum eru steðgaðir. – Lærarafelagið er á rætt- ari leið, tí nýggja skipnain hevur meira arbeiði við sær, og tí mugu fleiri pengar eis- ini játtast til fólkaskúlan. Tað er fullkomiliga óhugs- andi at fara aftur til gomlu skipanina, og eg ivist ikki í, at politikararnir fara at skilja hetta, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri. Í løtuni gongur við ferð fram móti einum verkfall í fólkaskúlanum. EYÐUN KLAKSTEIN Næmingarnir, sum fara í 10. flokk í einum av framhalds- deildunum í høvuðsstað- num komandi skúlaár, skulu taka eina stóra avgerð í vik- uskiftinum. Tá skulu tey avgera, hvørjari breyt tey hava hug at ganga á seinasta fólka- skúlaárið. Nýggja fólkaskúlalógin hevur havt við sær ein øðr- vísi 10. flokk. Serliga í Havn, har næmingarnir kunnu nú velja millum 10 ymsar breytir, har tey fáa serliga vitan, royndir og undirvísing á einum øki. Eingin lærugrein er kravd í 10. flokki longur, og tí er tað upp til teir einstøku skúlarnar og næmingarnar at leggja seinasta fólka- skúlaárið til rættis. Nógvir skúlar hava ikki gjørt stóru broytingarnar í undirvísing- ini, eftir at nýggja fólka- skúlalógin kom í gildi fyri hálvum øðrum ári síðani, men í høvuðsstaðnum eru tey farin á ymsar breytir at skreiða fram móti víðari skúlagongd. Summi hava hug til tón- leik ella ítrótt, meðan onnur heldur vilja arbeiða við samfelags- ella vinnulívs- evnum. Og øll hesi tilboð, og onnur, eru til taks, tá høvdini hetta vikuskifti skulu leggjast í blot. Lærararnir boy- kottaðu kunningina Í vikuni vórðu næmingarnir kunnaðir um tær ymsu breytirnar, og um hvussu tey skulu velja. Men kunningin fekk eitt skot fyri bógvin, tá Føroya Lærarafelag heitti á sínar limir, um ikki at taka lut í kunningini. Hetta hevur til- knýti til sáttmálasamráðing- arnar, sum eru í løtuni. – Hetta var stórt spell, tí tað eru lærararnir, sum sita við royndunum frá teimum ymsu breytunum, og tí kundu teir givið nágreini- liga kunning um tað, sum fer fram, og tað, sum krevst av næmingunum, sigur Niels Nattestad, stjóri á Venjingarskúlanum í Havn. Leiðslurnar í skúlunum í Havn gjørdu sítt til at kunna um breytirnar, og á næm- ingarnir skulu møta aftur í skúlanum eftir vikuskiftini, skulu tey hava gjørt upp við seg sjálvi. Tá skulu tey lata inn val- ini, sum tey hava gjørt. Næmingarnir kunnu velja millum náttúru-, vinnulívs, sjóvinnu-, samfelags-, ítrótta-, lista-, miðla-, hand- verks-, tónleika- og húsar- haldsbreyt. Allar hesar breytir eru lýstar í einum litríkum faldara, sum skal virka sum sølufremjandi til- tak fyri 10. flokki. Vel tær tí egna 10. flokk, er boðskapurin, og grund- gevingarnar fyri skipanini eru bæði stórar og smáar. Næmingarnir skulu búnast og mennast, og teir skulu hava eitt øðrvísi spennandi skúlaár. Ein breyt uppsøgd Summar breytir eru betri umtóktar enn aðrar. Tað eru serliga ítrótta- lista- og miðlabreytin, sum nógvir næmingar hava hug til. Ein breyt varð uppsøgd til komandi skúlaár. Tað var lestrarbreytin, sum næm- ingarnir høvdu lítlan áhuga fyri. Ein onnur breyt varð ikki gjøgnumførd í hesum skúlaárinum, og tað er sam- felagsbreytin, men hana hava næmingarnir aftur møguleika at velja í ár. – Vit vóna, at tað fer at bera til at gjøgnumføra allar 10 breytirnar, og at allir næmingarnir fáa tað breyt- ina, teir hava bestan hugin til, sigur Niels Nattestad, skúlastjóri. Tað er einki krav um, hvussu nógvir næmingar skulu verða til hvørja breyt. Hetta metir leiðslan um, eft- ir at næmingarnir hava valt. – Skipanin við breytun- um ger, at so at siga allir næmingarnar sleppa at tak- ast við okkurt, sum teir hava hug til, og vit eru sum heild sera vælnøgd við hesa skip- an. Hon hevur skapt økt samstarv millum skúlarnar í Havn, og næmingarnir hava fingið nýggjar møgu- leikar í 10. flokki. Tveir dagar verða brúktir hvørja viku til breytirnar, og hinar dagarnar eru læru- greinirnar meira vanligar. Men eingin lærugrein er kravd í 10. flokki, og tí skulu næmingarnir sjálvir avgera, hvat tey skulu brúka teir kravdu 28 tímarnar um vikuna til. Fleiri enn 150 næmingar skulu í vikuskiftini avgera, hvørja breyt tey skulu velja. Óhugsandi er at fara aftur til gomlu skipanina, sigur Niels Nattestad, skúla- stjóri á Venjingarskúlanum