hósdagur 17. apríl 2008síða 36
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 74 - 17. apríl 2008
lýsingar
Løgmálaráðið arbeiðir við ymiskum
málum, ið skulu loysast sum verk-
ætlanir.
Mennast skal nýggj tøknilig skipan til
Landsfólkayvirlitið og Lógarsavnið og
gerast skal ein økismenningarætlan fyri
partar av landinum.
Søkt verður tí eftir verkætlanarleiðara
til Løgmálaráðið, ið fær ábyrgdina av,
at hesar og møguliga aðrar verkætlanir,
ið ráðið arbeiðir við, verða framdar.
Tann, ið settur verður, skal hava
útbúgving frá lærdum háskúla ella
samsvarandi útbúgving og skal hava
royndir at arbeiða við verkætlanum.
Dentur verður lagdur á, at viðkomandi
dugir at samstarva og samskipa.
Somuleiðis verður dentur lagdur á, at
viðkomandi dugir at loysa ósemjur, er
førur fyri at taka avgerðir og fær framt
ítøkiligu verkætlanirnar.
Starvsheitið er fulltrúi og verður lønt
sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Starvstíðarskeiðið er avmarkað fram til
1. juli 2009, men verður longt, um
fígging fæst til endamálið.
Umsóknir við prógvum, CV og
møguligum viðmælum skulu sendast til
Løgmálaráðið
Postrúm 159
Tinganes
110 Tórshavn
og skulu verða Løgmálaráðnum í hendi
í seinasta lagi mánadagin tann 19. mai
2008.
Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsing
um starvið við at venda sær til Rúna
Joensen, aðalstjóra, á telefon 358080.
Løgmálaráðið
Verkætlanarleiðari til Løgmálaráðið
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum
Lesið
-so eru tit við!