Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. apríl 2008síða 37

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 74 - 17. apríl 2008 37 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogur til Dagstovnin við Botnánna Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarðinum at byrja 19. mai 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Emly Djurhuus, stovnsleiðara, telefon 22 13 23. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera Dagstovninum við Botnánna, Botnavegur, 410 Kollafjørður í hendi seinast mánadagin 5. mai 2008. Hjálparfólk til Býlingshúsið undir Brúnni Søkt verður eftir einum hjálparfólki, at arbeiða 35 tímar um vikuna í barnagarði at byrja skjótast til ber. Starvið er eitt tíðaravmarkað starv frá 1. mai 2008 til 31. desember 2008. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Køksfólk til Býlingshúsið í Maritugøtu Søkt verður eftir einum køksfólki at arbeiða 10 tímar um vikuna at byrja 1. mai 2008. Møguleiki verður eisini at vera avloysari á stovninum. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Umsókn Saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skal vera Býlingshúsið í Maritugøtu, Maritagøta 50, 100 Tórshavn í seinasta lagi mánadagin 28. apríl 2008. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingu-Mariu Amandusardóttir, stovnsleiðara ella Nancy Hentze telefon 30 24 00 / 27 29 29. www.123hjemmeside.dk/byl-maritugota Lesið meira um størvini á www.torshavn.fo Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Horn, leiðara, telefon 31 91 80. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl 2008. Heygsvegur 30 P.O. Boks 197 FO-110 Tórshavn Tlf. 31 69 10 Fax 31 81 19 TRIV SP/F Starvsfólk til TRIV Til verkstað okkara sóknast vit eftir starvsfólki til umvæling av traktorum, sláimaskinum og øðrum landbúnaðarmaskinum. Tað er sjálvandi ein fyrimunur, um tú ert t.d. landbrúksmekanikari, maskinsmiðjur e.l., men hevur tú fingið tín lærdóm av egnum royndum, so ert tú vælkomin at søkja, tí vit vilja fyrst og fremst hava fólk við røttu evnunum. Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum ella send okkum nøkur orð um teg sjálvan.