Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 75 - 21. apríl 2008 Høvuðsarbeiðsøkið Saman við einum vælvirkandi toymi og starvsfeløgum við drúgvum roynd um fert tú at vera við í arbeiði num at greina og raðfesta krøvini til viðlíkahald og bygging av almenn- um bygningum við atliti at funktio n ali teti, estetikki og góðsku. Harumframt skalt tú eisini taka lut í viðgerð av øðrum málum, har bygg ing og bygningar, landslag og form list eru partar av viðgerðini. Rætta fólkinum kunnu vit bjóða spennandi og áhugavert starv innan byggi ráð geving. Førleikakrøv Vit leita eftir fólki við útbúgving sum arkitektur. Vit vilja røkka best møgu ligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú ert arbeiðs- samur, dugnaligur og væl skipaður. Vit leggja stóran dent á góðar persón ligar eginleikar, at tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert ein arbeiðsglaður viðleikari við góðum sam- starvs evnum og gevur títt íkast til menn ing av arbeiðsplássinum. Setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarð- andi yrkisfelag. Umsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella: Landsverk, Postboks 78 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í sein asta lagi 28. apríl. Merk umsókn ina „Umsókn til byg ninga- deildina“ og viðmerk í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Allar um sóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á fartel. 540 801 ella ob@lv.fo STARVSLÝSING Arkitektur til Landsverk Hevur tú hug at starvast í eini deild í stórari menning, og hevur tú áhuga fyri landsins byggilist, so kunnu vit bjóða tær øðrvísi royndir í einum spennandi og avbjóðandi starvi á bygningadeildini hjá Landsverki. Vit leita eftir einum virkisfýsnum og skapandi persóni við byggikønari bakgrund at byrja hjá okkum skjótast til ber. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallarmál, herundir tyrlupallar.