Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 75 - 21. apríl 2008 Ein avlamispenjón­ istur varð dømdur í Føroya Rætti í morgun, tí hann hevði latið seg misbrúka til at hjálpa til at smugla hassj Smugling Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað kann vera dýrt at lata seg misbrúka til at smugla hassj til Føroya. Tað mátti ein miðaldrandi avlamispensjónistur ásanna í Føroya Rætti í morgun. Men av tí at talan var um heilt serligar umstøður, slapp maður so bíliga, sum hugsast kundi. Avlamispensjónisturin var komin í hóslag við ein rúsevnamisbrúkara, sum gjørdi eina roynd at smugla hassj til Føroya. Hesin rúsevnamisbrúk­ arin er fastur fúsir í Føroya Rætti fyri brot á lógina um rúsevni, herverk, hóttanir og annað. Tí kundi hann ikki brúka sítt egna navn, tá ið hann skuldi hava rúsevnini til Føroya, tí fekk posthúsið pakka til hansara, væntaði hann, at løgreglan fór at kanna hann. Tí gjørdi hann ikki mætari enn at bíleggja hassj úr Danmark ígjøgnum postin í navninum á einum avlamispensjónisti, sum hann kendi. Tað gjørdi hann uttan at siga nakað sum helst við avlamispensjónistin. Visti av ongum Talan var sostatt um góð 80 gramm av hassji, sum komu í postinum til Føroyar í navninum á einum avlamis­ pensjónisti, sum ikki visti av nøkrum. Men tá ið pakkin var komin, fekk smuglarin lokka avlamispensjónistin eftir pakkanum og tá fekk pensjónisturin eisini at vita, hvat var í. Tað endaði við, at pen­ sjónisturin fór eftir pakka­ num og læt smuglaranum hann. Men løgreglan fekk frænir av málinum og bæði smuglarin og pensjónisturin vórðu avdúkaðir. Báðir menninir vóru eisini í Føroya Rætti í morgun. Avlaminspensjónisturin greiddi frá, at í fyrstuni hevði hann noktað at fara á posthúsið eftir pakkanum, men smuglarin varð blivin við at júka og júka á seg og at enda gav hann eftir, hóast hann tá hevði fingið at vita, at hassj var í pakkanum. Hann greiddi frá, at hann ræddist smuglarin, tí hann hevði fyrr hótt hann og hann tordi sostatt ikki at standa ímóti. Av tí sama tordi hann heldur ikki at melda, tí hann var bangin fyri, at smuglarin fór at hevna seg. Í hesum sambandi varð upplýst í rættinum, at smuglarin hevði dóm fyri at hava hótt avlamispensjón­ istin við knívi. Útnyttaði avlamispensjónist Smuglarin var eisini til staðar í rættinum og hann váttaði, at hann átti hassjið og at hann hevði bílagt tað ígjøgnum postinum í navn­ inum á avlamispensjónist­ inum, uttan at gretta orð fyri honum. Men hann segði staðfesti eisini, at avlamispensjón­ isturin fekk ongantíð at vita, hvat var í pakkanum. Tá ið ákærin spurdi smuglaran beinleiðis um hann helt at tað var rímiligt at “útnytta ein avlamispen­ sjónist” til at smugla hassj fyri seg, váttaði hann, at tað helt hann ikki at tað var. ­ Men eg kundi ikki brúka mítt egna navn og onkur skuldi tað vera, segði hann. Orsøkin til, at hann ikki kundi brúka sítt egna navn, var, at hann var so vælkend­ ur hjá løgregluni fyri brot á rúsevnalógina og hann hevur javnan verið í rættinum fyri tað sama. Hann staðfesti eisini, at hann skuldi roykja alt sjálvur. Føldi seg kroystan Smuglarin varð eisini ákærdur fyri onnur lógar­ brot, bæði á rúsevnalógina og revsilógina, men av tí, at hann ikki vildi játta seg sekan í øllum, varð málið útsett, til vitni, sum høvdu verið uppi í, kundi møta. Àkærin vísti á, at undir vanligum umstøðum, hevði avlamispensjónisturin verð­ ið dømdur at sitið í 20 dagar fyri at hava hjálpt til at smugla. Men ákærin helt eisini, at talan var um so serligar umstøður, at revsingin átti at verðið treytað, so at maðurin sleppur undan at sita. Ákærin vísti á pen­ sjónisturin hevði ligið undir fyri smuglaranum og hevði følt seg kroystan til at gera sum hann var biðin. Men tað frítók hann kortini fyri alla ábyrgd, tí hann kundi havt boðað løgregluni frá undir dul­ navni. Hinvegin tænti tað honum til fyrimun, at hann hevði lagt kortini á borðið. Verjin hjá manninum mótmælti ikki, at maðurin skuldi sleppa undan at sita. Og tók eisini dómarin undir við, tí maðurin fekk eina royndartíð upp á tvey ár og ger hann onki ólógligt hesa tíðina, fellur revsingin burtur. Men fremur hann annað lógarbrot hesi bæði næstu árini, verður hann eisini revsaður fyri hetta misbrotið. Maðurin er ongantíð revsaður áður. Misbrúkti pensjónist at smugla hassj fyri seg Ein avlamispensjónistur var herfyri msbrúktur til at smugla hasjj til Føroyar ígjøgnum Postverkið, men tá ið hann fekk tað at vita, tordi hann ikki at melda, tí hann ræddist smuglaran Modelmynd: Jens Kristian Vang Faroe Petroleum lænir 233 mió. Føroyaks oljufelagið hevu tryggjað sær eitt lán frá Societe Generale uppá £25 milliónir, sum svarar til á 233 mió. Krónur. Lánið skal í fyrstu atløgu nýtast til tær verkætlanir, sum felagið hevur átikið sær í sambandi við útbyggingar­ og framleiðsluverkætlanir. Far oe Petroleum hevur framleiðslueindirnar Minke og Scooner, sum framleiða í syðra parti av Norðsjónum, har gasskeldan Wissey eisini verður útbygd. Eftir ætlan verða trýggjar aðrar framleiðslueindir hjá felagnum góðkendar til útbygging teir komandi 12 mánað­ arnar, og tað er í hesum sambandi, at lánið verður fingið til vega, soleiðis at ein javnvág er ímillum eginpening og lántøku, skrivar www.fp.fo. Lymfødemfelagið skipað seg Eftir ársaðalfundin 5. apríl hevur Lymfødemfelagið nú skipað seg við Elsu Wolles sum forkvinnu, Fíu í Túni sum næstforkvinnu, Arnhild Johannesen sum kassameistara, Áslu Stenberg sum skrivara og Harriet Nybo. Varalimir eru Minna á Hædd og Josfrid Danielsen. Lymfødemfelagið varð stovnað í 1996 og hevur 55 limir. Lymfødem er ein varandi sjúka, sum kemur at ov nógvum gróðrarvatni í vevnaðinum. Hetta vísir seg serliga við, at bein og armar hovna. Lymfødem kann ikki lekjast, men fyribyrgjandi viðgerð fæst, so at sjúkan ikki versnar og ger hana lættari at liva við. Samband við felagið fæst við at ringja til ein nevndarlim ella skriva til Lymfødemfelagið, Postrúm 2113, 165 Argir.