mánadagur 21. apríl 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2008
Ein ungur maður var
í rættinum í morgun
ákærdur fyri skila
leysa koyring. Hann
hevði sambært løg
reglufrágreiðingini
koyrt millum 220 og
240 kilometrar um
tíman í bygdum øki
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
- Tit mugu ikki geva mær
koyrikortið aftur enn. Eg
eri slett ikki egnaður at
hava koyrikort.
Tað viðgekk ein ungur
maður í rættinum í morgun.
Hann er ákærdur fyri skila-
leysa koyring og fyri at
koma øðrum í vanda í ferðs-
luni. Hendan koyringin end-
aði við, at hann misti tamar-
haldið á bilinum, sum fleyg
tvørtur um ein annan bil,
áðrenn hann rullaði fleiri
ferðir runt.
Talan er um ein special-
bygdan rallybil, ein Subaru
Impreza, sum er styrktur
við herdaðum stáli.
- Hevði hann ikki verið
tað, var hann farin nógv ver-
ri, segði ungi bilførarin.
Bilurin gjørdist annars
vrak, so helst mundi bilfør-
arin meina við, at hann og
hin persónurin í bilinum
sluppu betri av tí at bilurin
var eyka styrktur.
Ferðin var nógv, tað sker-
st ikki burtur. Tann ákærdi
viðgekk, at hann beint und-
an óhappið hevði koyrt 240
kilometrar um tíman oman
eina brekku, men at hann
hevði slakað av, áðrenn
hann misti tamarhaldið á
bilinum, mitt inni í Klaks-
vík.
Hann segði orsøkina til
óhappið vera, at ein annar
bilur koyrdi út fyri hann, og
at hann tí mátti snara vinstru
um hendan, men av tí at
enn ein bilur kom ímóti hon-
um, mátti hann snara út á
høgru koyribreyt, og tá var
tað at hann misti tamarhaldið
á bilinum.
Koyrir 280
Men júst hetta er ikki í tráð
við tað, sum onnur vitni í
málinum siga, og tí metti
ákærin tað neyðugt at útseta
málið, so hini vitnini kunnu
kallast inn.
Tann ákærdi vildi annars
fegin fáa málið avgreitt í
dag, men ákærin, Linda
Hesselberg, helt ikki, at
málið longur er eitt játtanar-
mál.
Verjin, Bjørn á Heygum,
spurdi ákærda, hví hann
koyrdi so skjótt.
- Tað er tað adrinalinkick-
ið, man fær og tann spenn-
ingur sum fylgir við, segði
ákærdi, sum samstundis við-
gekk, at hann og vinmaður
hansara ofta koyrdi so
skjótt.
- Men hvussu nógv klárar
ein slíkur bilur so at koyra,
spurdi verjin.
- 280. Tað havi eg roynt á
Viðareiðisvegnum, greiddi
ákærdi frá.
Talan er sum nevnt um
ein serligan rallybil, við
237 hestum og turboløddur.
Annars angraði hin ákær-
di, at hann hevði koyrt so
skilaleyst.
- Hevði eg kunnað spola
tíðina aftur, hevði eg ikki
koyrt so skjótt, segði hin
ákærdi, sum altso nú má
bíða eftir einari avgerð í
málinum.
Gev mær ikki koyrikortið aftur
Tað var ein bilur av hesum slagnum, sum ungi maðurin koyrdi
240 kilometrar um tíman mitt inni í Klaksvík
Sambandið heldur landsfund
Landsfundurin hjá Sambandsfloksins verður í Róðrarneystinum á
Argjum fríggjadagin og leygardagin. Fundurin byrjar fríggjakvøldið
klokkan 19 og heldur fram leygarmorgunin klokkan 9.30.
Fríggjakvøldið er tann formligi parturin á skránni, meðan
leygardagurin verður brúktur til tann politiska partin.
Leygarmorgunin kl. 10 leggur Kaj Leo Johannesen, floksformaður,
upp til politiskt orðaskifti og eisini fara løgtingslimirnir Johan Dahl,
Magni Laksáfoss og Rósa Samuelsen at hava framløgur.
Nýggjur leiðari á MRCC
55 ára gamli Robert Olsen er nýggjur leiðari á MRCC-støðini. Hann varð
útbúgvin sum skipsførari í Havn í 1997, men hevur frammanundan
drúgvar royndir á sjónum, skrivar MRCC-støðin í tíðindaskrivi. Robert
Olsen fór til skips í 1966 og tók skiparaprógv í Esbjerg í 1972. Størv
hansara á sjónum fevna víða. Hann hevur í 27 ár verið skipari á
fiskiskipum, vaktarskipum, handilsskipum og á havrannsóknarkipi.
Seinastu tvey árini hevur hann sum »barge engineer« verið í ovastu
leiðsluni á einum boripalli hjá Maersk Contractors í Norðsjónum og í
Avstralia. Robert Olsen er ættaður úr Øravík, men hevur fyri ein stóran
part búð í Esbjerg.
Kaggin var áður
ølklubbur, men fær
nú eitt munandi øðr
vísi innihald. Klokkan
13 í dag gekk ein av
stóru dreymunum hjá
Frelsunarherinum í
Føroyum út: Tey yvir
tóku henda bygning
in, sum hereftir skal
nýtast sum herbergi.
HjÁLpARARbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Vit hava leingi leit-
að eftir betri umstøðum til
arbeiðið út frá Herberginum.
Nú hava vit umsíðir funnið
tað rætta, sigur Sámal Jákup
Joensen, majorur í Frelsu-
narherinum við Sosialin.
Á middegi í dag gjørdist
greitt, at eitt av feløgunum
hjá
Frelsunarherinum
í
Norðurlondum – Frelsesar-
meens Eiendommer a/s -
hevði keypti bygningin, har
Kaggin hevur hildið til tey
seinastu mongu árini.
Bygningurin hevur staðið
til sølu í fleiri mánaðir, og
er nú seldur til Frelsunarher-
in.
Hetta serstaka ognarfelag-
ið eigur allar bygningarnar
hjá Frelsunarherinum, og
ognaði sær í morgun henda
føroyska fyri 3,730 mió
krónur.
- Hetta er sjálvandi nógv-
ur peningur, sum vit í Før-
oyum ikki á nakran hátt
høvdu
kunnað
megnað
einsamøll.
- Men av tí at vit eru part-
ur av arbeiðinum í Noregi
og Íslandi ber hetta til. Vit
gleða okkum í øllum førum
at kunna taka bygningin í
nýtslu, sigur hann.
Nevnast kann at Frelsun-
arherurin fekk eina rættiliga
stóra peningagávu frá Før-
oya Banka, tá bankin fylti
100 ár.
Frá bar til herbergi
Í eina tíð hevur verið arbeitt
við at betra um trongu
umstøðurnar
hjá
Her-
berginum. Ymiskar loysnir
hava verið frammi, men
ikki fyrrenn nú er tann rætta
funnin.
- Bygningurin liggur jú
bara smáar 400 metrar frá
okkara samkomubygningi,
so tað er ikki heilt av leið,
sigur Sámal Jákup Joensen.
Hóast tey nú hava ognað
sær bygningin verður hann
ikki tikin alment í nýtslu
enn á sinni. Eitt stórt arbeiði
skal gerast við at dagføra
og umvæla bygningin til
broytta endamálið.
Nógvar av installasjónun-
um kunnu eisini brúkast í
framtíðini, millum annað
neyðútgongirnar.
Ætlanin er tó at hava eitt
einstakt tiltak í bygninginum
um stutta tíð. Hetta verður
ein sangcafé, har tey fara at
skeinkja kaffi og aðrar slík-
ar drykkir úr tí gamla bar-
diskinum.
Ætlanin er síðani at
umskapa
bygningin
til
arbeiðið, soleiðis at hann
hereftir kann virka sum her-
bergi og, sum Sámal Jákup
tekur til: - Eitt døgntilhald
við sera lágari gátt!
Eftir sangcafé’ina verður
húsið latið aftur, meðan
umbyggingarnar fara fram.
- Stórur tørvur er á
bygningum, og tí vóna vit,
at vit kunnu lata upp aftur
sum skjótast, sigur hann.
Nógvar gistingar
Eitt av høvuðsmálunum hjá
Frelsunarherinum
hevur
altíð verið at lata gleðiboð-
skapin og tað sosiala arbeið-
ið ganga hond í hond.
Tað er, sum tey sjálvi siga
tað: “Frelsunarherurin er
eitt margfalt og sermerkt
trúarsamfelag, sum hevur
umsorgan
fyri
øllum
menniskjanum”.
Fyri Frelsunarherin í Før-
oyum eru fleiri týðandi stig
tikin hesi seinastu árini. Í
oktober 1996 lat ein bú-
felagsskapur upp og í des-
ember 2000 eitt dagsentur.
Eitt avgerandi stig víðari
fram á hesi leiðini varð tik-
ið fyri júst 10 árum síðani,
tá sonevnda Herbergið lat
upp 1. apríl 1998.
Hagtølini vísa, at síðani
Herbergið lat upp í 1998
hevur talið av gistingum
verið støðugt vaksandi.
Fyrsta árið vóru 662 gist-
ingar her, men flestar gist-
ingar vóru í 2003, tá 2764
gistingar vóru. Í fjør vóru
1417 gistingar á Herbergin-
um.
Íalt gistu 42 fólk her, av
hesum vóru teir 39 menn.
Av hesum gistu tvey fólk
millum 100 og 200 ferðir á
hesum staði.
Við nýggju umstøðunum
fáa bæði starvsfólk og hesir
borgarar okkara munandi
betri umstøður í framtíðini.
Skeinkja kaffi úr bardiskinum
Kaggin var áður ølklubbi, men fer nú undir
annað virksemi hjá Frelsunarherinum