mánadagur 21. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2008
Við nýggjum hølum í
miðbýnum er Salong
Afrodite vorðin
munandi meir sjónlig
í býarmyndini í
Klaksvík
KlaKsvíK
Anna V. Ellingsgaard
Myndir: Høgni Thomsen
Tað var ein liður í at hækka
tænastustøðið enn meira, tá
Salong Afrodite leygardagin
lat upp í nýggjum hølum í
miðbýnum í Klaksvík.
Tað siga tær tríggjar, Joan
Baldvinsson, Jóna Eydnu
garð og Jórun Mc. Leod Jac
obsen, sum í felag nú reka
frisørstovuna Afrodite.
Meir sjónlig
Við nýggju adressuni er Sal
ong Afrodite vorðin mun
andi meir sjónlig, enn frisør
stovan var á Bumshamars
vegi, har hon helt til framm
an undan.
Eigararnir dylja heldur
ikki yvir, at ein av orsøk
unum til, at tær nú flyta, er
at tað verður lættari hjá
fólki at detta inn á gólvið.
Tær vísa á, at í dag er
ikki longur nokk at duga
sítt handverk sum frisørur.
Tú mást eisini hugsa um at
verða sjónlig og vera har, ið
fólk eru og koma.
Tí hava tær valt at flyta
heim á Klaksvíksveg, har
stórur partur av handilslív
inum heldur til, umframt at
parkeringsviðurskiftini eru
rættiliga góð.
Ungu dámurnar í Afrodite
leggja seg framvegis eftir at
geva viðskiftafólkunum eina
allround vakurleikaviðgerð
innan bæði hár, makeup og
litir.
Salongin heldur nú til á
ovaru hæddini á Klaks
víksvegi 58.
Nýgg Afrodite í miðbýnum
Tær tríggjar Jórun
Mc.Leod, Jóna
Eydnugarð og
Joan Baldvinsson
reka nú nýggju
Salong Afrodite
í miðbýnum í
Klaksvík
SF fyri stórum falli
Sosialistiski Fólkaflokkurin í Danmark hevur havt
sera stóra framgongd í seinastuni, men nú vísir ein
nýggj meiningakanning, at flokkurin missir veljarar
aftur. Var val til Fólkatingið nú, hevði SF fingið 16,6
prosent. Tað er væl minni enn tey 20,8 prosentini,
sum flokkurin fekk í einari kanning í síðsta mánað.
Tann nýggja kanningin vísir eisini, at Ny Alliance
hevði mist sínar tinglimir, men at Eindarlistin hevði
varðveitt sínar fýra.
Stjórin skal vera kvinna
Í hesum døgum eru 100 ár, síðani danskar kvinnur fingu
atkvøðurætt til kommunuval, men yvirhøvur er semja um, at
tað hevur verið striltið hjá kvinnunum at koma sær fram á
arbeiðsmarknaðinum hesa øldina. Ikki tí, sambært einari
kanning hjá Epinion halda mong, at fleiri kvinnur eiga at
manna stjórastørv í vinnulívinum. Kanningin vísir, at serliga
tey yngru vilja hava kvinnu til stjóra. Tað siga 69 prosent av
teimum, sum eru millum 18 og 34.
Nýggi skúlin við
Løgmannabreyt í
Hoyvík er ikki bara
størsta og dýrasta
skúlabygging í
Føroyum nakrantíð.
Talan er eisini um
eina kollvelting innan
føroyskan skúlaskap
fólKasKúli
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Tá nýggi skúlin við Løg
mannabreyt í Hoyvík verður
tikin
í
nýtslu
eftir
summarfrítíðina, er talan
ikki bert um fyrsta byggistig
í størstu og dýrastu skúla
bygging í Føroyum nakran
tíð. Eisini innan føroyskan
skúlaskap er skúlin eitt
sindur av eini kollvelting,
har pedagogiska hugtakið
”við støði í einstaka næm
inginum” fær ein heilt
ítøkiligan týdning. Í staðin
fyri siðbundnar floksstovur,
har flokkurin situr samlaður
allan dagin, verður tað tørv
urin hjá tí einstaka næming
inum, sum ger av, hvar hann
skal vera.
Høli í tráð við tørv
Á tíðindafundi í morgun
greiddi Árni Winther, arki
tektur frá, at aðalhugsanin
við bygninginum er, at hann
skal kunna uppfylla øll
nútímans pedagogisk krøv,
umframt at hann lætt skal
kunna lagast til framtíðar
broytingar.
Í staðin fyri vanligar
skúlastovur,
fær
hvør
árgangur sítt egna øki,
sonevnd Heimrustir, við
hølum, ið verða tikin í
nýtslu í tráð við tørvin hjá
einstaku næmingunum.
Hølini eru skipað soleiðis,
at ymsir frálærumøguleikar
lættliga kunnu setast í verk,
alt eftir, um brúk er fyri
bólkaarbeiði,
samrøðum
ella floksfrálæru.
Tá fyrsta byggistig verður
tikið í nýtslu eftir summar
frítíðina, verður byrjað við
1. til 3 flokki. Tá øll fýra
byggistigini eru tikin í
nýtslu, rúmar skúlin út við
500 næmingum frá 1. til 9.
flokk, umframt frítíðarskúla
til 1. og 2. flokk. Eisini kem
ur skúlatannlækni at hava
høli í skúlanum.
Atlit til grannalag
Umframt krøvini til sjálvan
skúlan hava arkitektarnir
eisini tikið atlit til granna
lagið kring skúlan. Hóast út
við 5000 fólk búgva í økin
um, er heldur tunnligt við
frítíðartilboðum. Tí er ætl
anin, at dupulta fimleikar
høllin, høli til framførslur
og onnur felagshøli í skúlan
um skulu kunna brúkast til
annað enn skúlavirksemi.
Seinni er eisini ætlanin at
byggja nýggjan fótbóltsvøll
við síðuna av skúlanum.
Samlaði kostnaðurin fyri
skúlan liggur millum 150
og 170 milliónir krónir.
Kollveltandi skúli í Hoyvík
Tá øll fýra byggistigini eru liðug, fevnir nýggi skúlin við Løgmannabreyt um eitt øki á 6000 fermetrar
Ein aðalhugsan við nýggja
skúlanum er, at hann skal
kunna uppfylla øll nútímans
pedagogisk krøv, segði Árni
Winther, arkitektur, á
tíðindafundi í morgun