mánadagur 21. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 75 - 21. apríl 2008
Tjóðargáva rotnar burtur
Tá íslendingar í 1974 hátíðarhildu, at 1100 ár vóru liðin síðani
landnámið, fekk Ísland tveir bátar úr Noregi sum gávu. Annar,
sum æt Ørnin, varð latin Reykjavíkar býi, og hin fór til
Húsavíkar. Fyri tveimum árum síðani fekk eitt savn í Reykjavík
tann fyrra bátin í varðveiðslu, og nú skriva íslendsk bløð, at
báturin er um at rotna burtur. Vísir skrivar, at savnið, sum hevur
bátin, bant seg til at umvæla hann, men at einki er gjørt við
hann.
Norska tjóðargávan stendur og
rotnar í Njarðvík (Mynd: Vísir)
Grøn stóra framgongd
Íslendska stjórnin hevði ikki komið í vanda, um
altingsval hevði verið nú, tí sambært einari kanning
høvdu teir báðir stjórnarflokkarnir fingið 60,2 prosent av
atkvøðunum. Sjálfstæðisflokkurin hevði fingið 38,6
prosent og 25 tingmenn, ið er tað sama sum nú.
Samfylkingin hevði hinvegis mist ein tingmann.
Andstøðumegin høvdu tey í Vinstra grønu fingið stóra
framgond - úr 14,3 í 20,9 prosent og 14 tingmenn ímóti
9, sum flokkurin hevur nú.
- Tað er heilt óskilj-
andi, at menn í álv-
ara kunnu siga, at
fiskivinnuni ikki
vantar fólk, heldur
Óli Lassen, reiðari í
Klaksvík
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í grein á heimasíðuni hjá
Føroya Reiðarafelag vísir
Óli Lassen, reiðari á, at
fiskivinnuni vantar nógv
fólk, bæði til skipini og
virkini.
- Flakavinnuni á landi
vantar fólk, og stjórarnir á
Kósini og Faroe Seafood
eftirlýsa báðir fólki. Eisini
liggja fleiri skip orsaka av
manningartroti.
Reiðarin vísir á, at tað
eru fleiri enn 10 útróðrarbát-
ar, ið liggja, tí manning er
ikki til bátarnar, sjálvt um
úrtøkan hjá útróðrarmonn-
um er góð.
Hann sigur, at fiskivinnan
stendur fyri meiri enn 95%
av okkara vøruútflutningi,
og tí er tað óskiljandi, at
henda vinna skal niðurger-
ast, og at menn ynskja, at
fólk skulu fara úr fiski-
vinnuni.
- Skulu øll arbeiða í Havn
og kopiera, kontrolera og
kommunikera
hvør
við
annan? spyr Óli Lassen.
Hann heldur, at um so
verður, kunnu vit sanniliga
vænta, at sveiggj verða í
føroyska búskapinum.
- Tað verður svangligt
hjá Hermanni Oskarssyni,
stjóra á Hagstovu Føroya
og Sigurdi Poulsen, lands-
bankastjóra, um øll skulu
liva í tænastuvinnuni -
byggja hús fyri hvønn ann-
an og klippa hvør øðrum,
heldur Óli Lassen.
Reiðarin vísir eisini á, at
nógvar hendur vanta í før-
oysku línuskipavinnuni.
- Vit vilja tí heita á
myndugleikar og almennar
stovnar um heldur at verða
viðspælarar – enn mótspæl-
arar, sigur Óli Lassen, reið-
ari.
12 prosent av føroysku
løntakarunum
arbeiða
í
fiski- og alivinnuni, og
Sigurd Poulsen, landsbanka-
stjóri, segði herfyri, at hetta
tal eigur at koma niður á
7%.
- Tá fáa vit færri sveiggj í
føroyska búskapinum, helt
hann fyri.
Noyðist at
rinda fyri
ovurveiði
Fiskimálaráðharrarnir í ES samdust herfyri
um, at Pólland skal rinda við skerjing í
kvotum tey næstu árini fyri ovurveiði av
toskakvotuni í Eystursjónum fyri 2007
Pólland
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á fundi í Luxemburg
herfyri samdust fiski-
málaráðharrarnir í ES
um, at pólska ovurveið-
an upp á 8.000 tons av
toski í 2007 skal mót-
roknast pólsku toska-
kvotunum í Eystursjó-
num tey næstu fýra
árini.
Í ár verður kvotan
skerd við 8.000 tonsum,
og í 2009, 2010 og 2011
skulu póllendingar av
við tað, sum svarar til 30% av ovurveiðini.
Danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer Hansen, legði
á ráðsfundinum í ES dent á, at ES-nevndin fer at fylgja
væl við pólsku veiðini tey næstu árini.
ES-kommiserurin, Joe Borg og pólski fiskimála-
ráðharrin, søgdu báðir, at teir fara at taka málið upp
beinanvegin, um tað skuldi hent, at pólsku fiskiførini
fiska meira enn loyvdu - og skerdu - veiðina í 2008.
- Tað er ógvuliga avgerandi, at hetta ikki endurtekur
seg, sigur danski fiskimálaráðharrin, Eva Kjer
Hansen.
Hon er annars sera fegin um, at Pólland á ráðsfund-
inum segði, at eingin toskaveiða verður í Eystursjónum
í nakrar mánaðir í summarhálvuni.
- Líkt er til, at pólsku myndugleikarnir vilja fremja
burðardygga veiði í Eystursjónum, og tað fegnast vit
um, segði hon.
Svangligt hjá Her-
manni og Sigurdi
Svangligt verður, tá ið eingin veiða og framleiðsla verður í
fiskivinnuni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eva Kjer Hansen er danskur
fiskimálaráðharri
- Arbeitt verður alla
tíðina við nýggjari
tøkni, bæði í reiðskapi
og veiðiførum,
og í FTFB verður
dentur lagdur á, at
veiðan fer væl við
umhvørvinum, sigur
Bjarti Thomsen
Ráðstevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Út við 70 fiskivinnugransk-
arar úr øllum heiminum
halda hesa vikuna ráðstevnu
í Føroyum. Stevnan, sum er
á Vinnuháskúlanum, varð
sett klokkan 9 í morgun av
landsstýrismanninum
í
fiskivinnumálum, Tórbjørn
Jacobsen.
Talan er um arbeiðsbólkin
FTFB, sum stendur fyri
Fishing Technology and
Fish Behaviour. Bólkurin
arbeiðir fyri havgransking-
arstovnin ICES og FAO,
sum er matvørufelagsskap-
urin hjá ST.
FTFB kemur saman eina
ferð um árið at viðgera tekn-
iskar fyrispurningar við-
víkjandi veiðitøkni frá FAO
og ICES og limalondunum.
Nú FTFB-fundurin er í
Føroyum, hevur FAO gjørt
av at leggja ein av teirra
fundum her, og tí fara eisini
eini 15 fólk úr tropiskum
londum at hava serligan
fund um tropiska rækju-
veiðu.
Tað eru Bjarti Thomsen
og Kristian Zachariassen,
ið báðir hava arbeitt við
veiðitøkni, sum fyri Fiski-
rannsóknarstovuna
hava
luttikið í Fishing Technology
and Fish Behaviour (FTFB)
seinastu árini.
Reiðskapur
Bjarti Thomsen sigur, at
fleiri av luttakarunum á ráð-
stevnuni eru tað, sum rópt
verður reiðskapsfrøðingar,
men fleiri havlívfrøðingar
eru eisini við.
- Hetta eru fólk víða um
úr heiminum, sum eitt nú
arbeiða við ymiskari veiði-
tøkni, men við eru eisini
fiskifrøðingar, sum arbeiða
við hesum.
Hann sigur, at fólk eru
eisini við á ráðstevnuni,
sum vita ein hóp um,
hvussu ymiskur fiskur ber
seg at.
- Við á ráðstevnuni eru
fólk heilt úr Indonesiu og
Filipinunum, og ætlandi
skuldu eisini fólk verða við
av Kuba, men eg haldi ikki,
at hesi eru komin, tí trupul-
leikar vóru við visa, sigur
Bjarti Thomsen.
Hann vísir á, at talan er
ikki um reiðskapsfrøðingar
og fiskifrøðingar, sum fáast
við stovnsmetingar, men
meira um, hvussu veiðast
kann við reiðskapi og skip-
um, sum eru burðardygg,
samstundis sum hesi fara
væl um fiskastovnarnar.
- Arbeitt verður alla tíðina
við nýggjari tøkni, bæði í
reiðskapi og veiðiførum, og
í FTFB verður dentur lagd-
ur á, at veiðan fer væl við
umhvørvinum, sigur Bjarti
Thomsen.
Granskarar í veiðitøkni
á ráðstevnu í Føroyum
Bjarti Thomsen (FTFB-
umboð) og Hjalti í
Jákupsstovu, leiðari á
Fiskirannsóknarstovuni
Mynd: Vilmund Jacobsen