Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2008 11 tíðindi Ása fyri Ásu í Heilsu- hjálparafelagnum Ása Holm loysir Ásu Olsen av sum forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Á aðalfundi felagsins leygardagin, varð Ása Holm úr Porkeri vald til nýggja forkvinnu í Heilsuhjálparafelag Føroya. Ása Olsen, ið hevur verið forkvinna í felagnum tey seinastu 12 árini, stillaði ikki upp aftur orsaka av, at hon byrjar í nýggjum starvi sum leiðari fyri kundatænastuna hjá Taks tann fyrsta mai í ár. Nevndarval var eisini á skránni, og vóru Elsa B. Joensen og Gurli Svartá afturvaldar, meðan Marjun Jensen er nývald í nevndina. Sum tiltakslimur varð Hanna Sørensen afturvald meðan Joan Eilin Jóhansdóttir er nývald. Misnøgd við kvotur Grønlendska landsstýrið hevur gjørt av at trífalda toskakvotuna úr 3.000 í 10.400 tons, men fleiri undrast á, hvussu landsstýrið hevur býtt kvotuna. Eitt nú hevur tað vakt stóran ans, at tvey feløg hava fingið kvotu, sjálvt um tey einki skip hava, og sjálvandi elvir tað til misnøgd, at ein Siumut-borgarstjóri eigur í øðrum felagnum. Samstundis er leiðslan í Royal Greenland sera misnøgd við, at felagið hevur bara fingið 1.000 tons av toskakvotuni. Kvotubýtið er longu endað sum fyrispurningur í Landstinginum (Mynd: KNR) Tað gongur stiltið hjá Bugøynes Konge­ krabbe í Noregi at fáa lønandi rakstur í vinnuna, og í 2006 og 2007 gav virksemið hall Noreg Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Dagligi leiðarin og høvuðseigarin á krabbavirk- inum, Øyvind Seipæjærvi, letur illa at gongdini undan- farnu tvey árini. Í 2006 og 2007 gav virk- semið tilsamans 3 miljónir krónur í halli. Øyvind sigur, at tað í fyrsta lagi er lági dollarin og hækkaða rentan, sum gera, at tað er so trupult at fáa lønandi rakstur í krabba- vinnuna. Hann sigur, at hann hevur valt at spæla við opnum kortum og siga sum er. - Seinastu dagarnar havi eg verið í samráðingum við mítt bankasamband, og úrslitið er ein fyribils – men ikki varandi – loysn á støð- uni. Tað er norska Fiskeriblad- et, sum ber hesi tíðindi. Øyvind Seipæjærvi dylir ikki, at støðan er órógvandi, men hann sigur seg kortini trúgva uppá, at krabba- virkseminum hjá Bugøynes Kongekrabbe verður lív lagað. - Vit hava 20 fólk í arbeiði í vertíðini, og onkrar familjur hava alt sítt lívs- grundarlag her hjá okkum, sigur Øyvind Seipæjærvi, sum leggur aftrat, at per- sónliga verður tað hann sjálvur, sum missur mest, um fyritøkan ikki megnar at fáa lønsemi í raksturin. Fiskimenn ókeypis hjálp móti pínu Danskir fiskimenn, sum hava eina pensjónstrygging hjá PensjonDanmark, eru tryggjaðir ókeypis atgongd og viðgerð á heilsumiðstøðum kring landið DaNmark Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á hesum støðum eru fysioterapeutar, kiropraktorar og aðrir viðgerarar, sum kunnu veita skjóta hjálp, um trupulleikar eru við eitt nú ryggi, akslum og øðrum pørtum av kroppinum. Út við 100 slík viðgerðarstøð eru um alt Danmark, har fiskimenn við nevndu trupulleikum kunnu fáa ókeypis hjálp, um teir eru limir í PensjonDanmark. Herfyri hevði fyrisitingarstjórin í PensjonDanmark, Torben Møger Pedersen, fund við leiðsluna í Danmarks Fiskeriforening, ið eisini er felagið hjá fiskimonnum. Á hesum fundi greiddi hann frá teimum tilboðum, sum pensjónskassin hevur fyri fiskimenn og aðrar limir í tryggingini. Torben Møger Pedersen legði dent á møguleikan hjá fiskimonnum at koma í telefonsamband við PensjonDanmark ein stóran part av degnum og kvøldinum við og vísti á, at bíðitíðin til viðgerð er stutt. - Tað kann koma væl við at fáa eina hjálpandi - ókeypis - hond, tá tú ert sjúkur, segði hann. Á fundinum greiddi fyrisitingarstjórin eisini frá øðrum møguleikum og rættindum, sum limirnir í PensjonDanmark hava. Krabbavirking gevur 3 miljónir krónur í halli Øyvind Seipæjærvi er dagligur leiðari og høvuðseigari í Bugøynes Kongekrabbe í Finnmørkini Við setanina av ráðstevnuni, sum í hesum døgum er á Vinnuháskúlanum, avdúkaði landsstýris­ maðurin í fiskivinnu­ málum, Tórbjørn Jacobsen, sum setti ráðstevnuna, at Føroyar ætlandi fáa nýtt havrann­ sóknarskip í ár 2011 HavraNNsókNir Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tríggjar miljónir krónur eru settar av í fíggjarlógar- uppskotinum í ár til nýtt havrannsóknarskip, og ætl- andi verða 40 miljónir krón- ur settar av á fíggjarlógini fyri 2009. Tað sigur Tórbjørn Jacob- sen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum setti FTFB-ráðstevnuna (Fishing Technology and Fish Behaviour) í Vinnuháskúl- anum í morgun. Á ráðstevnuni kunngjørdi hann, at landsstýrið arbeiðir við ætlanunum at smíða eitt nýtt havrannsóknarskip. - Okkum tørvar eitt nýtt skip fyri at geva okkara egnu og fremmandum granskarum bestu kor at virka undir, og tí er hetta ein framtíðaríløga í júst tað, sum hendan ráðstevnan við- ger, segði Tórbjørn Jacob- sen, tá ið hann setti ráð- stevnuna í morgun. Magnus Heinason hevur tænt fyri seg og er ikki tíðar- hóskandi longur. Skipið er eini 30 ára gamalt og varð í síni tíð bygt sum vanligur trolari. Heldur størri Í stuttum práti beint eftir setanina, segði landsstýris- maðurin, at farið verður undir projektering av nýggja skipinum í hesum árinum – og ávegis skitsur eru longu teknaðar. Tórbjørn Jacobsen sigur, at nýggja skipið ætlandi verður eitt sindur størri og heldur breiðari enn Magnus Heinason. - Enn kunnu vit ikki siga, hvør kostnaðurin verður, tí enn er ikki endaliga avgjørt, hvussu skipið kemur at síggja út, og hvussu tað verður útgjørt. Landsstýrismaðurin held- ur kortini, at eitt rímiligt boð upp á, hvussu stór hendan verkætlanin verður í peningi, er millum 120 og 150 miljónir krónur. - Skulu vit vænta okkum holla ráðgeving frá okkara fiskifrøðingum og Fiski- rannsóknarstovuni, er neyð- ugt, at umstøðurnar til fiski- vinnuroyndir av ymiskum slagi gerast betur, enn tær eru í dag. Hann vísir á, at tað er ikki bara skipsskrokkurin og støddin á skipinum, sum er avgerandi fyri hesar royndir, men meira, hvussu eitt slíkt skip er útgjørt. - Eitt slíkt skip, sum tað, ið vit fara at smíða, er ikki nóg stórt til pelagiskar fiskiroyndir, men tá ber til at leiga okkurt av teimum skipum, sum vit framman- undan hava. Her hava vit nógv góð skip, sum kunnu gera hesar royndir fyri okk- um, sigur Tórbjørn Jacob- sen. Væl nøgdur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, heldur, at Magnus Heinason hevur gjørt góða nyttu øll árini, hann hevur verið hav- rannsóknarskip, men skipið er ikki tíðarhóskandi long- ur. - Eg haldi, at ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiski- vinnumálum við nýggjum skipi teknar seg væl, og vit eru væl nøgdir við ta upphædd, sum ætlanin er at seta av til hesa verkætlan í ár og komandi ár, sigur Hjalti í Jákupsstovu. Lesið eisini setanarrøðuna hjá landsstýrismanninum á bls. 14 í dag. Føroyar fáa nú nýtt rann- sóknarskip Tórbjørn Jacobsen setir ráðstevnuna á Vinnuháskúlanum í morgun Mynd: Vilmund Jacobsen