Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 75 - 21. apríl 2008 13 Tyst som i graven Tað er framvegis ongin greið ábending um hvørt Sandoyartunnilin, lívsproj­ ektið hjá teimum báðum Knold og Tot, skal borast. Hinvegin, so eru dagligar ábendingar um, at heilsu­ verkið er í neyð. Har vant­ ar fólk, leiðsla og pengar. Fyri líkasum at halda fast í ábendingum, so eru tær meira diffusar, tá talan er um skúlar og útbúgving, altso tær sum liggja uttan fyri Havnina. Hvør var avleiðingin, um stjórin í vinnuhúsinum bleiv landsstýriskvinna í vinnumálum. Hon var jú fyrsta val til umleið kl. 17.15 tann famøsa dagin. Er ikki hugsandi, at hon segði “cut Elly” um Sand­ oyartunnilin og heldur setti meira av til flogvøllin í Vágum, so hann kundi gerast 1800 metrar, heldur enn 1600? Hetta hevði so endaliga punkterað utopisk projekt um alternativan flogvøll. Tað er meir enn so møguligt, at vit kunnu siga tað var spell, at hon takkaði nei. Samansetingin hevði ikki veri stórt ørvísi. Sitandi lanstýriskvinna í vinnumálum sat so bara í mentamálaráðnum. Ábending? Jú, síðan røð­ una hjá Olgu Biskopstø á Sandi 12/03 er ábendingin um, at tunnilin verður bor­ aður, enn greiðari. Tað vil siga, at heilsuverkið fram­ vegis skal koyrast upp á “crash based maintenance”. Ábendingar; ongar greiðar linjur um hvat vit vilja, men tað sum liggur í luftini er, at alt avhongur av Sandoyartunnlinum. Almanna- og Heilsu- málaráðið tað sama sum Landssjúkrahúsið? Tað skulu helst serfrøð­ ingar úr útlondum til at skilja Landssjúkrahúsið frá Almanna­ og Heilsumála­ ráðnum, men hevði tað ikki verið betur, um AHR kanska var í Runavík? Landsins politikkarar eru helst allir á einum máli um, at nærum ein og hvør vinna kann, ella skal kunna, vera á Svínoy, Sandoy ella Suðuroy. Altso, tað SKAL vera útjaðaranum lív lagað. Um so er, ber tað so ikki til hjá einum stovni sum AHR at liggja uttan fyri Havnina? Altso millum Havnina og útjaðaran. Runavíkar kommuna selur sikkurt gleðiliga stykki at byggja á. Øki sum Runavík, Vágoyggin og Klaksvík liggja millum Havnina og útjaðaran. Er tað ikki eitt stórt pluss fyri útjaðaran, at stovnar koma út í tóm­ rúmið millum Havnina og útjaðaran at liggja? Eitt slag við pískinum, so var SSL flutt, so tað ber til. Er tað nakar sum veit, hvørjar sergreinar vit hava grundarlag fyri í sjúkra­ húsverkinum? Tað er romantikkur, at allar sergreinir skulu hava sína deild í Føroyum, vit hava slett ikki grundarlag fyri tí. Spurningurin er, um tað ikki er vitleyst við fleiri av teimum. Tænastan er nógv betur fyri fleiri av teimum, um brúka vit og skil og fara har serkunn­ leikin er stórstur. Møguleik­ arnir fyri at menna alt heilsuverkið vera fleiri ferðir betur, um vit steðga allari víðari útbygging á LS og heldur brúka orku upp á at menna tað, sum er realistiskt fyri okkum at hava. Men hendir tað? Nei, men tað hevur sjálv­ andi onki við centralisering at gera. Arbeiðssetningurin hjá LS er ikki tann sami sum hjá Vatikaninum, men annars líkist. Tær greiðastu ábending­ arnar eru, at LS arbeiður við fullari kraft fyri at fáa alt at liggja á einum stað. Læknavaktin er eitt dømi. Tað at tú skalt til Havnar, um tú hevur brúk fyri læknahjálp millum 16 og 08. Er tað ikki vandamikið fyri patient, aðrar trafik­ kantar og so eisini føraran sjálvan? Men kanst tú ikki tað, so senda vit ein sjúkra­ bil úr Havn, tað tekur sikk­ urt framvegis bara handan famøsa tíman til Havnar. Annan vegin. Samstundis sum tað er ein stórur sam­ felags trupulleiki, at tað tekur hálvan tíma og ikki 20 minuttir úr Skopun til Havnar. Samanhang? Heldur ikki har. Vaskaríið koyrir upp á pumpurnar, ongin peningur til viðlík­ ahald. Hví er tað nú, at vit bara hava eitt vaskarí? Tað sum so er enn meir óhugnaligt er, at allir politiskir flokkar eru við upp á tað, sum LS er í ferð við, tað passar teimum sikkurt eisini væl, at man, tá tað einaferð gongur galið, kann siga at LS situr við Svarta Peri. Men LS hevur góðar treytir, tað er ongin politikkari, sum hevur áhuga í økinum sum liggur millum Havnina og útjaðaran, hetta hóast næstan 2/3 av Føroya fólkið býr her. Tað einasta sum hendir nú er, at vaksnir menn berjast um tunnlar. Tjóðveldi sigur, at sam­ felagið skal vera fyri øll, nevna eisini samhaldsfesti og skynsemi. Tað er ikki tað, vit síggja við verandi samgongu. Hetta gongur alt út upp á at tryggja sær Sandoyartunnilin. Var tað ikki tað, so var Sjálvstýris­ flokkurin helst partur av samgonguni. Tjóðveldi hevur ein næstformann, sum sigur Páll vera fólka­ floksmann. Hetta veit Páll, men hví reagerar hann ikki upp á tað? Helst tí at tunn­ ilin “er i hus”, við hjálp av onkrum øðrum tunnli, so nú letur Páll nógv um seg ganga. Kanska hann kann brúka hitt seinni, men nú er tað tunnilin, fyri ein hvønn prís. Hví roknar roknar tú altíð við, at viðuskiftini betrast eftir val? Teir politikkarar, sum ikki hava Havnina/sentraliser­ ing sum einasta áhugamál, eru teir, sum eftir næsta val heldur vilja sita á onkrum smáplássi og skriva endur­ minningar. Tað verður ikki betur, men hvussu kann tað tað, tá tað eru 28 kamel­ iónir á tingið? Tey vit hava sett á ting, ganga ikki upp á kompro­ mis, tey slúka heldur ikki kamelar. Tey selja og keypa ross. Tjóðveldi skotið Føroyar í fótin Petur Klein Grein í Sosialinum 09.04.08 Í samband við fíggjarlóg­ ina fyri 2008 hevur lands­ stýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum nakrar hugleiðingar um viður­ skiftini á sjúkrahúsunum. Hesar hugleiðingar eru ov eintáttaðar og kunnu ikki standa uttan viðmerking. Hans Pauli Strøm grund­ gevur fyri meirnýtsluna á sjúkrahúsverkinum. Hann sigur m.a., at avloysarar hava kostað 4,2 mió., tí at tað hevur verið trupult at manna serstøku førleika­ krevjandi størvini innan sjúkrarøkt á intensiva og neonatala økinum. Her vanta spurningar t.d, hví tað mangla førleikar á hesum økjum júst nú. Kann vánaligur trivnaður, ov stórt arbeiðstrýst, umlegginar av deildum o.t. vera orsøkin? Meirnýtslan á Landssjúkrahúsinum Eisini sigur Hans Pauli Strøm, at eyka útreiðslur hava verið av øktari sjúku­ fráveru, og hetta stavar frá tí ágangi og negativu um­ røðu, ið Landssjúkrahúsið hevur verið fyri. Lands­ stýrismaðurin í almanna­ og heilsumálum eigur at minnast, at negativa um­ røðan kom av, at sjúkling­ urin ikki fekk ta viðgerð og røkt, hann hevði krav á. Hetta var vegna ov stórt arbeiðstrýst, har starvs­ fólkið ikki náddi allar upp­ gávur, hóast tey stríddust meira enn rímiligt er. Eg meti ikki, at sjúkufráveran er orsakað av negativu umrøðuni, men hinvegin ein avleiðing av, at krøvini til starvsfólkið eru órími­ liga høg, og tí vil strongd verða høvuðsorsøkin fyri sjúkufráveru. Tað er almenn vitan innan nútím­ ans leiðslu, at sjúkufrávera er eitt høvuðsbarometur fyri, hvussu eitt arbeiðpláss virkar, og hvussu starvs­ fólkini trívast. Vit noyðast at kalla ein spaka fyri ein spaka og viðurkenna sjúku­ fráveruna fyri tað, hon er, nemliga at tað illa ber til at vinda meira úr starvsfólk­ unum, sum virka undir alt ov hørðum trýsti. Hans Pauli Strøm hug­ leiðir um avleiðingarnar av, um politisku myndugleik­ arnir ikki fara at viður­ kenna kostnaðin av sjúkra­ húsverkinum. Her má tann politiski myndugleikin hava dirvi til at peika á, hvørjar funktiónir skulu burtur, um peningur ikki verður játtaður. Skal tað verða krabbameinsviðgerð, seingjardeildir, psykia­ triska økið ella okkurt heilt annað, vit skulu vera fyriuttan? Við avmarkaðari játtan fæst eisini avmarkað viðgerð og røkt. Framtíðar heilsuverk Hans Pauli Strøm nýtir “Álitið um framtíðar heilsu­ verk” sum loysnina fyri allar trupulleikar, sum eru í sjúkrahúsverkinum. Ávar­ ast skal ímóti at nýta álitið í verandi líki. Her eru stór­ ar andsøgnir í, sum krevja neyva viðgerð. Tann polit­ iski málsetningurin í álit­ inum umfatar eitt sjúkra­ húsverk, har málið er dygd­ argóð og skjót viðgerð. Sjúkrahúsverk uttan røktar­ aspektið er órealistiskt og óseriøst. Undrist yvir um tað politiskt ikki eru krøv og ynskir um dygdargóða sjúkrarøkt, tí uttan hesa er eingin viðgerð. Ella er hetta kanska útrykk fyri politiskari óvitan? Dygdin í hásæti Í øllum álitinum verður tosað um dygd. Høgan yrkiligan standard, heild í sjúklingagongdini, minst møguligur váði fyri sjúk­ lingin, høgt sjúklinganøgd­ semi v.m. Hvat meinast tað við, tá tosað verður um høgan yrkisligan standard? Tað má umfata so dugna­ ligt og vælútbúgvi fólk sum gjørligt, so dygdin kemur sjúklinginum til góðar. Tað verður skrivað, at starvsfólkini veita ta tænastu og tí viðgerð, ið livir upp til altjóða faklig krøv um høga dygd. Hetta eru beinleiðis argumentir fyri, at besta dygdin fæst við so væl útbúnum starvs­ fólki sum gjørligt. Fyri sjúkrarøkt er hetta sjúkra­ røktarfrøðingar. Um aðrir fakbólkar, ið hava lægri útbúgving, skulu útinna sjúkrarøkt, so krevur hetta bert uppaftur betri normer­ ing. Eitt starvsfólk við aðrari útbúgvin, kann aldr­ in virka ístaðin fyri ein sjúkrarøktarfrøðing, tí aðrir røktarbólkar hava náttúr­ ligar fakligar avmarkingar í førleikanum, og tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingunum er altíð tilstaðar. T.v.s at fleiri røktarstarvsfólk skulu virka fyri hvønn sjúkra­ røktarfrøðing. Lítil og eingin munur er á lønini, so grundgevingarnar halta fyri at flyta fakmørkini. Fakmørk flytast Tá sjúklinganøgdsemi verð­ ur lýst, so eru avgerðandi faktorar skrivlig og munn­ lig kunning, kontaktpersón­ ar, innleggingar og útskriv­ ingarsamrøður, heilsufrem­ jandi og sjúkufyrbyrgjandi tiltøk v. m. Alt hetta eru kjarnuøkir innan sjúkra­ røkt, og fer hetta at seta bæði kvalitativ og kvanti­ tativ krøv til sjúkrarøktina og sjúkrarøktarfrøðingar. Tá tilhoyrandi tilmælið ljóða at “Fakmørkini skulu flytast uppeftir”, og lægri útbúgvin røktarfólk skulu yvirtaka ávísar uppgávur, so slepst ikki undan, at hetta er í andsøgn við ta dygd, sum tilmælt verður allan vegin gjøgnum. Minst til, tey søgdu dygd = høgur yrkisligur standard­ ur. Tað er sera ólogiskt, at tað ikki verður tilmælt, at útbúgva fleiri sjúkrarøktar­ frøðingar og taka fleiri flokkar inn um ár, í staðin fyri at “flyta fakmørk uppeftir”. Her fær sjúkra­ røktin ein viðgerðandi leiklut og aðrir fakbólkar mugu útinna sjúkrarøkt. Tað verður eisini nevnt, at sjuklingasamansetingin, broytist til eldri, røktar­ tyngri og sjúkari sjúkling­ ar, sum so aftur setur fleiri og økt krøv til sjúkrarøkt. Eisini verður tilmælt, at taka fleiri sergreinir heim, sum síðan setur somu krøv til sjúkrarøkt. Tað verður eisini tikið fram, um tann tilvitaða sjúklingin, sum bæði hevur høga vitan og setir hægri krøv til heilsuverkið, talar eisini fyri, at so væl útbúgvin fólk sum gjørligt eru neyðug fyri at veita hansara tørv. Nevnt verður, at sjúklingar við kronisk­ um sjúkum, hava tørv á heilsufremjandi og fyri­ byrgjandi tiltøkum. Hetta er sjúkrarøkt. So alt í alt, eru gjøgnum­ gangandi í øllum álitinum, grundgevingar fyri, hvat dygd merkir, og týdningin av væl útbúnum starvs­ fólki. Tað sýnist sera løgið, at tað ikki verður tilmælt at útbúgva fleiri sjúkrarøktar­ frøðingar. Dygdarkrøv, høgur fakligur standardur, og sjúklinganøgdsemi vísa á grundgevingar fyri tørvin á væl kvalificeraðum sjúkrarøktarfrøðingum. 3 streingjað leiðsla Tá Hans Pauli Strøm vil endurskoða leiðslubygn­ aðin við 3 streingjaðari leiðslu, so skal hann minn­ ast á, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fóru í verkfall fyri at fáa sjúkra­ røktina umboðaða í leiðs­ luni. Tá sjúkrarøktin er við sviðusoð í dag, so verður støðan bert verri, um sjúkrarøktin onga rødd hevur í leiðsluni. Okkara fakligu grundgevingar og sjónarmið mugu hoyrast á ovastu rók, annars versna umstøðurnar innan sjúkra­ røktina munandi, og sjúklingurin verður ikki tryggjaður dygdargóða sjúkrarøkt. Avleiðingarnar eru longri innlegging, fleiri komplikatiónir og hægri deyðiligheit. Og til orða­ val, ið politikkarir skilja – tað kostar nógv, ikki bert í menniskjalagnum, men eisini í krónum og oyrum. Ynskiligt hevði verið, at landsstýrismaðurin í almanna og heilsumálum, hevði eitt fleirtáttað sjónarmið um viðurskiftini á heilsuverkinum. Hugleiðingarnar hjá Hans Paula Strøm um viðurskiftini á sjúkrahúsunum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar Sonja nielSen, næStforKvinna