mánadagur 21. apríl 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 75 - 21. apríl 2008
Verið vælkomnir til land okkara
kæru gestir og oddvitar í
vísindum
Land okkara, sum flestu tykkara
vitja á fyrsta sinni, hevur ein
sjálvsagdan lagnufelagsskap við
havið. Víddin á havleiðunum
innanvert 200 fjórðinga
fiskimarkið er 275.000 kvkm.
ímeðan víddin á tí sum uppundan
fjarar eittans er 1399 kvkm.
Harvið er lutfallið áleið 1:200.
Avleiðingin er sjálvandi, at lívið
og vælferðin hjá fólkinum í
oyggjunum frá landnámstíð hava
verið nær tengd at tí, sum kundi
fáast burturúr livandi
tilfeinginum, tað veri seg fiskur,
hvalur, fuglur o.s.fr. Hetta
gongur eisini aftur í øllum lívsins
viðurskiftum, eitt nú í mentanini
og litteraturinum. Eitt slag av
einum verðsligum mantra. Eitt
ørindi í yrkingini “Miðamaðurin”
hjá sakføraranum, politikaranum
og poetinum Sigurð Joensen
sigur meira enn nógvir fyrilestrar
um leiklut havsins í Føroyum:
Men tað, sum aldrin uppundan
fjarar
er betra helvtin av Føroyalandi.
Og land at nema, ið havið fjaldi,
varð lív og vísindi miðamansins.
Fiskiveiða var í mong hundrað ár
viðfáningur og hjávinna í
landbúnaðinum. Reiðskapurin
var húkur. Struktuelt var
samfelagið skipað vinnuliga
undir leiðlsu av einum sterkum
feudali. Fyri stórt hundrað árum
síðani kemur hóttafall á gomlu
skipanina og spírarnir til eitt
industrialiserað fiskivinnusam
felag taka seg fram við risafet
um. Síðani menti seg fram eitt
slag av einum diarrébúskapi, har
framleiðslan úr havsins tilfeingi
er høvuðsgrundarlagið undir
vøruinnflutninginum í fram
komna vælferðarsamfelagnum.
Áðrenn fiskimørkini vóru flutt
út í seksti og sjeytiárunum
høvdu føroyingar ein sjaldsama
stóran úthavsflota. Royndu við
troli, húki, snurriváð og nót í
øllum norðurhøvum, frá Nova
Scotia eystur til Novaya Zemlya
og frá Jan Mayen suður í
Norðsjógvin. Høvini vóru fræls,
tilfeingið hvørsmansogn og
ásetingar um reiðskap vóru
individuellar, avgerðir sum lógu í
hondunum á teimum, sum vóru
hertiknir av heimsins sterkastu
urkraft – veiðimentanin.
Avmarkingarnar í atgongdini
til havsins ríkidømi, sum gjørdist
veruleiki táið fiskimørkini vóru
flutt endaliga út á 200 fjórðingar,
broyttu allar fyritreytir
fullkomuliga. Serliga hjá londum
sum høvdu ein stóran úthavs
flota. Føroyar var eitt teirra.
Úrslitið gjørdist sjálvandi, at
heimtikni flotin kendist rættiliga
malplaseraður á nýggju
leiðunum. Bæði í stødd og
viðvíkjandi reiðskapi í mun til
tær veiðinøgdir sum kunnu takast
úr stovnunum, ið eru undir
føroyskum ræði.
Sum fráleið gjørdist tað
politikarum, fiskifrøðingum og
fiskimonnum greitt, at heilt
nýggir strukturar máttu skipast,
skuldi javnvág koma aftur í
fiskiskapin, tvs. ein veruligur bal
ansi ímillum veiðiorku og
optimala resoursurentu. Úrslitið
gjørdist lógin um vinnuligan
fiskiskap frá 1994. Meginásin í
lógini er fiskidagaskipanin, ið
var ætlað sum ein sjálvreguler
andi skipan, ið skuldi vera
lívfrøðiliga og búskaparliga
burðardygg. Fiskidagaskipanin er
harumframt regulerandi fyri
brúki av fiskireiðskapi. Skipanin
hevur í stóran mun virkað eftir
ætlan, og gamla stríðið ímillum
teir ymisku veiðihættirnar og
ymsu reiðsskapirnar hevur lítið
verið at hoyrt til. Viðvíkjandi
høvuðsstovnunum hevur upsin,
kongafiskurin og blálongan fyri
tað mesta verið tikin við troli
ímeðan toskurin, hýsan og
longan eru fiskað við húki. Polit
iska skipanin avger, hvussu
mong veiðiførini eru í hvørjum
bólki, og ásetingar eru um t.d.
meskastødd. Eitt sterkt amboð í
stovnsrøktini er heimildin hjá
fiski og tilfeingismála
ráðharranum til eina hvørja tíð at
kunna taka avgerð um at friða
serliga vital økir, m.a.
gýtingarleiðirnar, hjá ymsu
fiskasløgunum.
Í løtuni er politiska skipanin
farin undir eina gjøgn
umgangandi evaluering av allari
skipanini. Serfrøðingar í
fiskiskapi og fiskifrøði sita í
løtuni í nevnd og viðgera og
meta um gongdina, síðani nýggja
skipanin fór at virka. Serligt atlit
verður tikið til veiðiorkuna í mun
til tað, sum fiskifrøðingar meta
kann takast úr teimum ymsu
fiskastovnunum á hvørjum ári.
Endamálið er áhaldandi at halda
fokus á burðardyggari veiði.
Frægasta vøran sum framleiðarar
kunnu selja á heimsmarknaðinum
ídag. Burðardygg veiða er ikki
bara eitt tíðarfænomen, tað snýr
seg nógv meira um at framtíðar
tryggja samfelagið, soleiðis at
allir okkara eftirkomarar eisini
kunna liva eitt virðiligt lív av
profittinum úr egnum sjógvi. Tað
sama er galdandi fyri londini,
sum tit umboða í Norðurlanda
húsinum í heimsins minsta
høvuðsstaði ídag. Tá ið oman
fyrinevnda serfrøðinganevnd er
liðug við sítt virkið, fer
landsstýrimaðurin at seta niður
eina nevnd, sum skal evaluera
høvuðsstrukturin í sjálvari lógini
um vinnuligan fiskiskap og koma
við einum tilmæli um, hvussu vit
totalliberalisera, hvussu vit
implementera fullkomnu
marknaðarkreftirnar í føroyska
fiskivinnu, samstundis sum vit
røkka neyðuga setninginum um
optimala burðardygga vinnu.
Fokus er ein tilfeingisbúð, ein
fiskidagamarknaður, har veiði
rættindi eru til sølu í fríum
útboði, alt eftir hvussu nógv
biologiska trýstið kann vera á
fiskastovnarnar. Veiðirættindini
eru sum kunnugt ogn fólksins og
liggja harvið ikki í privatum regi,
soleiðis sum vit kenna tað úr
øðrum londum.
Fiskirannsóknarstovan er ein
sentralur stovnur í føroyska
samfelagnum. Tað skuldi verið
løgið annað, so treytað sum lívið
í oyggjunum er av tí, sum úr
havinum kemur. Frøðingarnir,
starvsettir á lívfrøðiliga
granskingarstovninum, hava í eitt
áramál luttikið í altjóða
samstarvi um fiskireiðsskap,
serliga í felagsskapinum ICES,
og okkara nýíkomna støða, sum
atlimir í FAO, fer við vissu at
styrkja motivatiónina og menna
arbeiðshugin.
Landsstýrismaðurin er ógvuliga
takksamur fyri og ikki sørt errin
av, at tað hevur eydnast
eldsálunum á stovnunum, og her
fari eg serliga at nevna Bjart
Thomsen og Kristian
Zachariassen fyri teirra leiklut í
fyrireikingini, sum gjørdi tað
møguligt at flyta alt hetta kremið
av vísindamonnum higar til lands
at viðgera mál av so vitalum
slagi. Á sama hátt sum tit, ætla
vit at brúka rødd okkara til
fulnar, ætla at standa øks við øksl
við hini limalondini í FAO, í
stríðnum fyri burðardyggari
veiði, ið kann vera við til at
tryggja heimsins borgarum
veruliga heilsugóða føði. Sama
svongdin, sum í hesum døgum
herjar fátæku londini frá Haiti til
Egyptalands, hótti eisini okkara
forfedrar. Havið loysti bond
teirra. Vit eru búgvin og eiga
viljan saman við tykkum at
tryggja, at høvini framhaldandi, í
ókomnum døgum, vera ein súla
undir matvøruleveransunum hjá
øllum okkara medborgarum.
Fyri fáum døgum síðani vitjaði
Al Gore hetta sama húsið, og
ikki sørt parallelt var temað
veðurlagsbroytingar. FTFB er ein
alneyðugur felagsskapur, nú tað
leikar á av øllum ættum. Fyri
treytirnar eru broyttar munandi
viðvíkjandi fiskiveiði hesi sein
astu árini. Við frælsum høvum
og bílagari orku ráddi bara um at
hóva sum mest upp úr havdýpi
num. Nú standa allir
parametrarnir øðrvísi. Nøgdirnar
eru avmarkaðar, orkan næstan
ikki keypandi og skapanarverkið
er farið at siga frá, at grádig
heitin nú hevur rokkið sínum
mørkum. Tað skal nógv
granskingararbeiði gerast
frameftir, skal syntesan finnast
burtur úr fleiri sløgum av tesum
og antitesum. Og krøvini um um
hvørvisvinarligan reiðskap fara
ivaleyst at herðast sum frá líður.
Tit sum manna hetta valaliðið hjá
FTFB vera ikki arbeiðsleysir í
bræði, og eg skal vegna land mítt
hervið vátta, at okkara lutur skal
ikki liggja eftir.
Til endans skal eg sum eitt
kuriosum nevna, at politiska
regime sum nú situr hevur tikið
avgerð um, at nýtt havrannsókn
arskip skal smíðast fyri hin
aldrandi “Magnus Heinason”.
Fyri at geva okkara egnu og
fremmandum granskarum bestu
kor at virka undir. Ein framtíðar
íløga í júst tað, sum hendan
stevnan viðger. Verður fíggjar
lógin samtykt, soleiðis sum
stjórnin fer at leggja hana fram í
parlamentinum, verður farið
undir at projektera nýggja skipið
í hesum árinum, og helst skal tað
vera klárt til havrannsóknir í
føroyskum og fremmandum
sjógvi í 2011.
Soleiðis grør um gangandi fót.
Ein civilisatión sum ætlar og vil
nakað krevur amboð av slíkum
slagi. Vónandi verður hendan
stevnan til mikla menning á
tykkara starvsøki, vónandi fara
úrslit tykkara at syvja spakuliga
út í samfelagskyknunar, í hvussu
er hava tit gjørt Føroyum stóran
heiður hvør í sær, at koma allan
tann langa teinin úr heimlandi
num og higar. Hervið er ráðstevn
an hjá hesum serliga virkisbólki
num undir ICESFAO sett.
Betra helvtin av Føroyalandi
Tórbjørn
jacobsen
Setanarrøða hjá Tórbjørn Jacobsen, fiskiveiði- og tilfeingisráðharra á
ráðstevnu hjá fiskiveiðigranskarum í Vinnuháskúlanum í morgun:
Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, heldur setanarrøðu millum fleiri enn 65
fiskivinnugranskarar á Vinnuháskúlanum í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen