mánadagur 21. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2008
15
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað leggur trýst á okkum, at vit einki stig hava fingið. Men vit
kunnu nýta hugburðin hesa ferð, tá ið vit fara til Fuglafjarðar
Jákup Mikkelsen, KÍ
Eftir sjey ár á rað
sum føroyameistari
í borðtennis, mátti
Peter Niclasen taka
til takkar við einum
4. plássi í ár. Vinnari
gjørdist Ragnar
Egilsson úr Havn
BORÐTENNIS
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Peter Niclasen hevur veru
liga verið einaráðandi í før
oyskum borðtennis seinastu
1015 árini, og hevur hann
eisini metið sum oftast kosni
føroyameistarin – heili 14
ferðir hevur hann verið før
oyameistari
í
meistara
deildini. Seinastu tvey árini
hevur hann tó fingið harða
kapping frá sínum lærlingum
úr Borðtennisfelagnum TÓR
úr Havn, sum hann sjálvur
hevur vant.
Ragnar er
føroyameistari
Eftir fleiri ára stremban hev
ur tað nú eydnast einum av
teimum yngru at vunnið
føroyameistaraheitið. Peter
Niclasen hevur ikki vant
nógv borðtennis í ár, men
undan FM hevði hann veru
liga funnið renniskógvarnar
fram. Í ár rakk tó ikki, tí í
hálvfinaluni
mátti
Peter
boyggja seg fyri 16 ára
gamla Róa Agnarssyni, sum
hevur tikið seg nógv fram.
Í
finaluni
leygardagin
møttust Rói Agnarsson og
Ragnar Egilsson, sum báðir
eru úr Havn og eisini báðir
eru landsliðsleikarar. Final
an gjørdist ein sera tøtt og
spennandi finala, sum Ragn
ar vann 43. Ragnar legði út
sum eitt ódnarveður, og utt
an at Rói veruliga hevði
funnið seg sjálvan, var Ragn
ar á odda 20. Eftir hetta
tordi Rói betur at spæla, og
vísti, at hann er væl fyri
tekniskt. Hann vann seg upp
á 22, áðrenn Ragnar aftur
beit frá sær, og legði seg á
odda 32. Rói gavst tó ikki
so, og javnaði til støðuna 3
3, sum gjørdi, at teir
noyddust at leika eitt seinasta
og avgerandi sett. Hetta var
eitt javnt sett, áðrenn Ragnar
móti endanum sló til, og tók
føroyameistaraheitið í einari
sera javnari og spennandi
finalu.
Next stop: NM
Tað er fyri meg ein ótrúliga
stórur lætti at endiliga kunna
kalla meg føroymeistara í
bestu deildini. Eg havi vant
sera leingi fram ímóti hesum
máli, og sigurin hevur gjørt
kappingarárið
hjá
mær
fullkomið, við tað at eg havi
vunnið greipuna í borðtennis,
hóast vit eru fleiri, ið eru
sera javnir í oddinum, segði
ein glaður Ragnar Egilsson
eftir heiðurin.
FM er tað størsta at vinna
her á landi, men hetta steðg
ar ikki Ragnari í at strema
enn longri.
Tað næsta á skránni er
norðurlandameistaraheitið,
sum verður í Danmark í
mai mánaða. Tað verður ein
ótrúliga stór avbjóðing, tí
serliga Danmark og Svøríki
hava nakrir av heimsins
bestu leikarum, tildømis
Michael Maze, sum vann
bronsu í HM 2005. Næsta
kappingarár byrjar venjing
in fram ímóti oyggjaleikun
um í Álandi, har vit vóna at
kunna veruliga gera okkum
galdandi, men tað krevur at
allir leikararnir á landsliðn
um gera ein megnarinnsats,
tí enn manglar eitt sindur í,
fyri at vit skulu kunna
blanda okkum við tey sterk
astu londini, segði 19 ára
gamli Ragnar Egilsson at
enda.
Borðtenniskongurin
feldur
Fleiri kenningar
hjá HSF komu í
pottin fríggjadagin,
tá lutakast var
um komandi EM-
undanakappingina í
hondbólti
HONdBólTuR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Av liðunum, sum verða
styrkismett millum tey veik
aru, skal føroyska mansliðið
komandi árið spæla móti
Italia og Bosnia. Í báðum
førum tjóðir, sum hondbólts
kvinnurnar hava spælt ímóti
seinnu árini, meðan menn
inir eisini men tað eru nøk
ur ár síðani eisini hava
spælt móti Italia.
Hini liðini í okkara bólki
eru Sveis, Serbia og Russ
landi. Bæði Sveis og Serbia
hava verið millum mótstøðu
liðini hjá manslandsliðnum
seinnu árini, og serliga var
tað nær við, at okkara tóku
stig frá Sveis fyri sjey árum
síðani.
Sterkasta tjóðin í okkara
bólki er Russland. Og tó at
tað verður ein risa uppliving
av síggja nakrar av heimsins
bestu spælarum her á landi,
so er tað neyvan ímóti teim
um, at nakrar vónir um stig
skulu setast.
Fullfíggjað yvirlit yvir
lutakastið sæst á www.euro
handball.com.
Russiska bjørnin til
Føroya
Sjey ferðir á rað og 14 ferðir til samans hevur Petur Niclasen
vunnið FM-gull. Hesa ferð gjørdist hann tó nummar fýra í
kappingini