Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ] Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir trý umfør er tað bara HB, sum hevur vunnið fulla úrtøku. Eftir trý umfør eru tað tvey lið, sum einki stig hava fingið – B68 og KÍ. Í fjør varð HB roknað at vera størri favorittur at vinna FM, enn HB var í fyrraárið, tá ið tað endaði við meistaraskapi. Í fjør endaði HB uttanfyri med­ aljuliðini. Frágreiðingin varð søgd at vera, at spælar­ arnir vóru ikki nóg svangir. Teir arbeiddu ikki nóg nógv fyri søkini, og so taptu teir fleiri ferðir, tá ið tað varð roknað við, at HB var upplagdur favorittur. At Rúni Nolsøe hevur megnað at fáa vinnaraviljan aftur í væl mannaða HB lið­ ið sást væl í Klaksvík. Tað gekk einki serligt við spæl­ inum, men favorittarnir arbeiddu og stríddu seg til sigurin. Tað ber boð um, at moralurin er góður. Drúgvir sandoyingar Saman við HB hevur EB/ Streymur verið roknað sum besta FM boðið. Undan 3. umfari hevði B71 einki stig fingið, og samansetta liðið hevði fingið fulla úrtøku. Uppgerðin á Sandi vísti, at einki skal takast fyri givið. Tá ið EB/Streymur var kom­ ið framum við tveimum mál­ um, og B71 hevði mist ein mann, tóktist spurningurin vera, hvussu stórur útisigur­ in fór at verða. Men B71 eigur rós fyri sítt avrik, sum bar við sær, at sandoyingar fingu um endan, og nú hevur EB/Streymur ikki fulla úrtøku. Kanska var hug­ burðurin hjá teimum líkur honum, sum teir í HB kenna aftur frá sær sjálvum í fjør. Saman við EB/Streymi hava B36 og NSÍ sjey stig. B36 tykist hava fingið betri tak á tí, enn tað undan kapp­ ingarbyrjan varð roknað við, at árstalsfelagið við nógvum nýggjum fólki skuldi fáa. Merkisvert var tað, at miðvøllurin hesa ferð var spildurnýggjur. Tað boðar frá ávísari breidd. NSÍ hevur higartil ikki víst meistaraspæl. Men meistararnir hava vunnið pliktsigrar á B71 og B68, og hetta saman við javnleiki í Gundadali ímóti B36 boðar frá, at NSÍ ætlar sær at kappast, har tað er huga­ ligt at vera við. ÍF-lagið er gott Hugaligastu vikuna av øll­ um hava fuglfirðingar havt. Fyrst vunnu teir í Gøtu, og nú fingu teir fult á heima­ vølli ímóti Skála. Nú fer ÍF at fáa vitjan av KÍ. Um tað eydnast ÍF at fáa fulla úr­ tøku, so fara uppflytararnir longu at hava hálvbjargað sær undan niðurflyting. B71 vísti framúr hugburð ímóti EB/Streymi, og hóast talan var um fyrsta B71 stig­ ið, so bendi avrikið ikki á, at tað fer at verða langt mill­ um B71 stigini. Serliga á Toftum og í Klaksvík myrk­ ir tað í havsbrúnni. Eftir trý umfør hevur hvørki liðið fingið stig. Klaksvíkingar hava trupulleikar í álopin­ um. Higartil hava teir skotið tvey mál. Vinstri vongverjin er skrásettur fyri tey bæði! Einasti sigurin, sum var størri enn eitt mál í hesum umfarinum, var tá ið NSÍ leygardagin vann 2­0 á Toftum. Tað kundi boðað frá, at tað aftur næsta viku­ skifti verður tætt og spenn­ andi. Tá sær skráin soleiðis út: fríggjadagin 25. apríl Víkingur­NSÍ, sunnudagin 27. apríl ÍF­KÍ, B36­EB/ Streymur, B68­HB og B71­ Skála. Svongdin er stór í Gundadali Vongspælarin Bjarni Jørgensen breyt handliði sunnudagin, og hann verður ikki tøkur næsta hálvan annan mánaðin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tríggir dystir og einki stig. Tað er støðan hjá klaksvíkingum, men teir í KÍ vilja kortini ikki hoyra talan um kreppu: ­ Skaðin hjá okkum higartil hevur verið, at vit taptu á Skála. At vit ikki hava fingið nakað burtur­ úr ímóti EB/Streymi og HB hevur ikki verið púra óvæntað, tí hesi bæði liðini eru væl samanspæld og roynd, meðan vit arbeiða við at spæla nýtt lið saman, heldur KÍ venj­ arin Eyðun Klakstein. Hjá KÍ var tað steinur oman á byrðu, at vong­ spælarin Bjarni Jørgen­ sen, sum hesa ferð hevði útgangsstøðu í vinstru, miðskeiðis í 1. hálvleiki varð koyrdur á sjúkrahús­ ið, har tað varð staðfest, at annar handliðurin var brotin. Dómurin var, at Bjarni í seks vikur skal hava hondina í gipsi: ­ Eg fór upp í roynd at fáa bóltin. Ólavur í Ólavs­ stovu kom inn undir meg, og tá ið eg fór um koll, royndi eg at taka hondina fyri meg. Tað eydnaðist, men eg slerdi høvdið í, og pínan í hondini var nógv. Tá ið vit komu á sjúkrahúsið, varð staðfest, at einki var hent við høvd­ inum, og at handliðið var brotið. Tað ber við sær, at Bjarni Jørgensen ikki fær vant saman við liðfeløgu­ num í seks vikur. ­ Tað er sjálvandi ógvu­ liga harmuligt, men tað er einki at gera við tað, h eldur Bjarni Jørgensen, sum iðrar seg um tapið ímóti HB: ­ Fyrstu løtuna høvdu vit gott tak á teimum, og tað var uppiborið, at vit løgdu okkum á odda. Eg sá ikki seinnapartin av 1. hálvleiki og 2. hálvleik, men vit taptu, segði Bjarni Jørgensen, tá hann var at hoyra í 3. hálvleiki á Rás2 í gjár. Meistararnir úr NSÍ hava ikki fingið spælið at koyra heilt optimalt. Men úrtøkan hevur tó verið góð, og teir eru avgjørt partur av oddastríðnum Mynd: Álvur Haraldsen Claus skoraði Tað gongur heilt væl hjá Claus Bech Jørgensen í enska felagnum Blackpool, sum spælir í næstbestu deildini. Í farnu viku spældi Blackpool á heimavølli ímóti Sheffield Wednesday, og Blackpool vann 2­1. Longu eftir seks minuttir skoraði Claus Bech Jørgensen fyri Blackpool. Wednesday svaraði aftur nakrar minuttir seinni, og tá ið ein hálvur tími var spældur, gjørdi fyrrverandi skotski landsliðsspælarin Paul Dickov sigursmálið fyri Blackpool. Jónas fekk javnleik Køge spældi í gjár ímóti Kolding í donsku 1. Deild. Eftir keðiligt tap seinast, vildu teir í Køge aftur hava stig burtur úr dystinum, og tað eydnaðist. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at Kolding hevði lagt seg á odda eftir 35 minuttir. Fýra minuttir seinni javnaði Køge, og dysturin endaði 1­1. Henrik Larsen er venjari hjá Køge, og Jónast Tór Næss er ein av spælarunum á liðnum. Bjarni úti í seks vikur Havnarfeløgini eru saman við hinum favoritt­ unum – teimum í NSÍ og EB/Streymi – bestu boðini upp á evni at vinna meistaraskapin og heiðursmerkir