Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ] Ov vánaligt Vit høvdu fult tamar­ hald á dystinum, til teir fáa ein útvístan. Kanska taka vit ov lætt upp á uppgávuna, og í øllum førum verður øgiliga opið aftureftir. Og tí fáa teir fleiri ferðir skapt vandastøður, tá teir kontra. ­ Og so hendir so tað, sum ikki má henda. Nevnliga at teir fyrst skora eftir horna, og so fáa teir aftur mál, tá Gudmund sleppur ov lætt ígjøgnum verjuna hjá okkum. Í seinasta partinum av dystinunm varð Egil sjálvur rikin av vølli, tá hann fekk sítt næsta gula kort. Ein avgerð, sum EB/Streyma­skip­ arin partvíst helt vera í lagi. ­ Fyrra gula kortið, sum eg fái, er rættiliga bíligt. Tað seinna fari í eina tackling við Clayton, og har komi eg so at taka mannin ístaðin fyri bóltin. Egil sigur annars, at ein javnleikur á Sandi í sjálvum sær ikki er nøkur vanlukka. Men at teir eftir ein slíkan dyst hava alla orsøk at vera ónøgdir. ­ Vit hava fult tamar­ hald á støðuni. Vit eru ein maður meira enn teir, og vit eru á odda við tveimum málum. Tá er tað altso ov vánaligt, at vit ikki megna at koyra tað heim, so sjálvandi eru vit ónøgdir. Skulu vit hanga við í toppinum, so hava vit altso ikki ráð til at missa stig upp á hendan mátan, sigur Egil á Bø. -mørk 1. deild lá mest sum still um vikuskiftið, men TB fekk tó prógvað, at teir skulu takast í álvara Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tveir dystir vórðu spældir í 1. deild um vikuskiftið. Fríggjadagin spældu Vík­ ingur og B68, og tann dystin vunnu víkingarnir við tveimum málum frá Finni Justinussen. Og so bilti tað minni, at Áslakur R. Petersen varð rikin av vøllinum. Og á Sevmýri lat TB ongan iva vera eftir, tá teir høvdu vitjan av NSÍ. Runa­ víkingar komu suður við teimum ellivu spælarunum, sum byrjaðu inni, men fyrra hálvleik megnaðu teir tó so dánt at standa ímóti trýstinum. Eftir steðgin gekk tó heilt galið, og so kundu áleyp­ ararnir hjá TB veruliga dusa sær í mongu málmøgu­ leikunum, sum komu. Um talan í ár verður um uppflyting hjá tvøramonn­ um, er tó enn ein ósvaraður spurningur. Komandi viku­ skiftið verður ein ábending um hetta tó at síggja, tá 07 Vestur vitjar á Tvøroyri. Hóast oddafiskarnir úr EB/Streymi vóru á odda 2-0 móti undirmannaðu sandoyingunum, so megnaðu teir ikki at snara stigaposan til Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá teir spældu í steypa­ kappingini herfyri, gjørdist Tummas Pauli Olsen stóra hetjan hjá B71. Hesa ferð fór Tummas Pauli av vøllinum, tá 20 minuttir restaðu at spæla, men avloysarin hjá honum gjørdi tað ikki minni gott. Blaðungi Høgni Midjord átti nevnliga seinasta fótin á, tá Gudmund Nielsen hevði framt framúr forarbeiði, og so stóð brádliga á jøvnum í einum dysti, sum langt síðani skuldi verið avgjørdur. Vendu ógjørligari støðu Tí støðan var púrasta vónleys. Hóast javnleikin í miðvikuni, so vóru tað gestirnir, sum vórðu rokn­ aðir sum favorittar undan dystinum á Sandi sunnu­ dagin, og tað gekk heldur ikki so leingi, áðrenn teir høvdu staðfest hetta. Altíð vandamikli Arn­ bjørn Hansen stútaði frí­ sparksinnlegg í kassan, og so munaði tað lítið, at B71 hesa fyrstu løtuna hevði havt bóltin meira. Tað høvdu vertirnir sum so eisini tað nógva av tí, sum var eftir av hálvleiki­ num, men mál fingu teir tó ikki burturúr. Og 20 minuttir inn í seinna hálv­ leik var alt avgjørt. Fyrst kundi Sorin Anghel økja til 2­0 eftir mistak í B71­ verjuni, og tá Símin Hansen síðani fekk reytt kort fyri hevnisøku, kundu fleiri av gulu fjepparunum spakuliga hugsa um at fara til hús. Men spælararnir hjá B71 vildu ikki gevast. Hóast undirmannaðir, so vóru tað framvegis teir, sum høvdu bóltin mest, og eitt gott korter fyri leiklok fekk Wellington minkað um munin. Og tá so Gudmun Nielsen trýsti seg ígjøgnum einar fýra mótspælarar, áðrenn hann fann innskifta Høgna Midjord, var fagn­ aðurin á heimamonnunum øgiligur. Og hann gjørdist ikki minni, tá liðskiparin hjá EB/Streymi tók táttin upp eftir starvsfelaganum úr B71, soleiðis at eisini hann fór undir brúsuna fyri tíð. Eingin vanlukka Tað er í sjálvum sær eingin vanlukka hjá EB/Streymi, at talan ikki varð um fulla úrtøku hesaferð. Hóast B71 telist millum liðini, ið flestu rokna við fara at liggja rættiliga tungt, so hava sandoyingar fleiri ferðir prógvað, at talan sjáldan er um lættan dyst á Sandi. Men tað borgar ikki júst fyri góðskuni hjá einum oddaliði, tá teir við somikið góðum fortreytum tveir sær tvey stig burtur. Júst tað kann B71 hinvegin nýta til at styrkja sær um sjálvsálitið. Bert eitt stig eftir fyrstu tríggjar dystirnar er sjálvandi ikki besta útgangsstøðið fyri restina av kappingini. Men verður hugsað um, at dystirnir higar til hava verið móti teimum trimum liðunum, sum fólk flest hava skírt sum favorittar, so er støðan á ongan hátt vónleys. Og skuldi hon verið vónleys, so prógvaði B71 kortini, at teir eisini kunnu tackla slíkar støður. EB/S B71 B71-EB/S 2-2 (0-1): Líktist ikki oddaliði Hans Pauli Samuelsen og liðfelagarnir úr EB/Streymi mistu á stokkinum, tá teir annars høvdu gjørt mest sum alt arbeiðið Mynd: Sofus D. Johannesen TB í hopla Á Sevmýri megnaðu næstbestu runavíkingarnir ikki at gera stórvegis við TB, sum enn hevur beina kós móti Formula- deildini Mynd: Fa. Talgilt Víkingur-B68 2-1 (1-1) Málskjúttar: Finnur Justinussen 2/Óli Olsen TB-NSÍ 6-0 (1-0) Málskjúttar: Johan Eijvind R. Mouritsen 2, Olivur Abrahamsen 2, Allan Poulsen, Bárður Dimon FAKTA um 1. deild Atli longri frá botninum Várið er komið til Danmarkar, og hjá Frem og Atla Danielsen eru plussstigini farin at gera um seg, eftir at Valby felagið í vetur orsaka av fíggarligum óskili fekk seks minusstig ímóti sær. Í gjár vunnu Atli Danielsen og Frem á heimavølli í Valby 2­1 á grannunum úr Hvidovre. Sigurin ber við sær, at Frem nú er seks stig omanfyri niðurflytingar strikuna. Á liðnum hjá Hvidovre var Lukasz Cieslewicz. Trý stig til Toda Fremad Amager vann í gjár grannauppgerðina ímóti B1908 í donsku 2. deild eystur. Spælið hjá Fremad Amager hevur einki verið at rópa hurrá fyri tær seinastu ferðirnar. Men Fremad Amager hevur varðveitt oddasessin í 2. deild eystur, og tað gjørdi Fremad Amager aftur í gjár. Hesa ferð átti Fremad Amager heimavøll ímóti B1908, og úrslitið var 2­1 til Fremad Amager. Málskjúttar hjá Fremad Amager vóru Andreas Mortensen og Thomas Myssing.