mánadagur 21. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ]
Ein góð
byrjan
Patrick Sunday Okero var
sjálvandi ovurfegin, tá
hann fór av vøllinum í
Gundadali sunnudagin.
- Eg eri ovurfegin um,
at eg kundi fáa eina slíka
byrjan. Fyri liðið var mál-
ið sjálvandi sera týdning-
armikið, men hjá mær
sjálvum var hetta eisini
framúr. Tað verður jú rokn-
að við, at eg skal skora
mál, so sjálvandi hevur
tað nógv at siga, segði
Patrick Sunday, tá vit hittu
hann beint eftir dystin.
Enn eru bara tríggir
dystir spældir. Men tit
hanga við í oddinum, har
tit eru nummar tvey. Tað
er væl eisini nakað, sum
tit eru nøgdir um?
- Sjálvandi. Men tað er
nú, at vit skulu prógva,
hvør veruligi dugurin í
liðnum er.
Skuldu
hildið
trýstinum
Eftir ein seinn hálvleik,
har teir sótu á tí mesta,
eydnaðist Víkingi at vinna
seg upp á javnt. Og tí var
tað sum vátur vøttur, tá
B36 stutt seinni skeyt tað,
sum vísti seg at verða
sigursmálið.
- Tað er øgiliga keðiligt.
Eg haldi, at vit stríðast
væl, men so gera vit eitt
mistak, tá vit hava fríspark,
og tað verða vit revsaðir
fyri. Tað er øgiliga tungt,
men vit detta kanska eisini
ov langt aftur, eftir at vit
høvdu javnað. Vit skuldu
bara hildu á fram at trýst,
so tað var kanska okkara
egna skyld, sigur Niclas
Niclasen, sum er skipari á
Víkingaskútuni.
Tapið ber við sær, at
Víkingur bert hevur trý
stig fyri fyrstu tríggjar
dystirnar, og tað er Niclas
avgjørt ikki nøgdur um.
- Sjálvandi er tað ikki
nøktandi. B36 í Havn er
hinvegin ein trupul dystur.
So eg haldi heldur, at vit
skulu iðra okkum um
stigini, sum vit ikki vunnu
móti ÍF. Í dag høvdu vit
verið nøgdir við eitt stig,
og tað var eisini nær við.
Men tíverri gekk tað ikki,
staðfesti Niclas Niclasen.
Jón Rói skaddur og útskiftur
Longu tá 8 minuttir vóru farnir av dystinum millum Brabrand og AaB í
2. deild vestur, var Jón Rói Jacobsen so óheppin, at hann fekk opið sár í
hárbotnin. Skaðin var so mikið álvarssamur, at Jón Rói var noyddur at
fara av vøllinum beinavegin. Dysturin endaði við, at Brabrand vann 2-1
eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Hetta var triðja ferðin á rað, sum
eykamennirnir hjá AaB taptu í 2. deild vestur.
Totti álvarsaman skaða
AS Roma hevur hetta kappingarárið verið sera tengt at
Francesco Totti, og tað kom tískil sum ein dyggur smeitur, tá
ið miðvallarin um vikuskifti gjørdist álvarsliga skaddur
undir Seriu A dystinum móti Livorno. Totti mátti berast av
vølli stutt fyri hálvleik, og fyrstu boðini um skaðan vilja
vera við, at krossbandið er slitið. Er hetta veruleiki, má
Roma vera Totti fyri uttan komandi hálva árið.
Talan var um sera
linliga uppgerð, men
B36-spælararnir
kundu kortini fara
nøgdir til hús, tá
nýggi áleyparin
við sínum fyrsta
Formula-sparki søkti
Víkingarnar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Patrick
Sunday
Okoro
skuldi ikki nýta nógva tíð,
áðrenn hann hevði sett sítt
navn fast í minnið hjá B36-
fejapparunum.
Arbeiðið
við
at
fáa
arbeiðs- og uppihaldspappír-
ini í rættlag hevur drigið
nakað út, men mikukvøldið
kundi áleyparin tó vera
partur av fyrru hálvfinaluni
móti HB.
Og sunnudagin kundi
hann so fyri fyrstu ferð
rigga seg til at spæla For-
mula-bólt. Leikluturin var
tó á beinkinum fyrstu longu
løtuna, men eftir 82 minutt-
um varð hann sendur á vøll-
in. Og so gingu ikki nógv
sekund, fyrr enn nýggi mað-
urin hevði gjørt vart við
seg.
B36 setti hesa ferð fulla
ferð á í álopspartinum.
Geza Turi helt ikki bólti-
num, tá Johan Ellingsgaard
smekkaði til, og so var
Patrick fyrsti maðurin á
returinum.
Linligur dystur
Málið var sjálvandi hæddar-
punktið á degnum hjá B36-
fjepparunum. Men saman
við mongu viðhaldsfólk-
unum hjá Víkingi vóru hesi
annars vitni til ein dyst av
heldur keðiliga slagnum.
Fyri steðgin hevði B36 í
løtum nakað, sum líktist
einum trýsti, og teir løgdu
seg eisini á odda, tá Bergur
Midjord hálvgum tacklaði
og hálvgum fluktaði innlegg
frá Santos í kassan.
B36 hevði undan dystin-
um mest sum púrasta um-
skipað miðvøllin, har Klæ-
mint Matras, Ingi Højsted
Odmar Færø restaðu, með-
an Hanus Thorleifsson held-
ur ikki var tøkur til dystin.
Og kanska var tað eisini
hendan umskipanin, sum
hevði sína ávirkan. Í øllum
førum gekk tað eftir steðgin
meira enn striltið at fáa
spælið at hanga saman. Og
tá B36 eisini legði seg
djúpari, nú leiðslan skuldi
verjast, gav hetta Vikingi at
kalla alt initiativið í dystin-
um.
Hóast gestirnir sjáldan
skaptu tær heilt vandamiklu
dystirnar, so lá ein útjavning
leingi í luftini, og tá hon
kom, var talan um sanna
perlu frá Andreas Lava
Olsen.
Magnus
Olsen
hjálpti honum nakað, tá
frálíki bakkurin framdi sítt
helst einasta mistak í dyst-
inum, tá hann fór eftir lang-
ari sending frá Atla Greg-
ersen. Andreas snaraði sand-
oyingin av sær, og við
einum dómadagsskoti sendi
hann úr 19 metrum bóltin í
meskarnar.
Nógvar ónollur
Málið sá út til at geva Vík-
ingi eitt stig við sær, men
tað eydnaðist altso ikki hjá
teimum at halda fast um
hetta í einum dysti, sum
annars var merktur av nógv-
um ónollum. Kanska var
langt ímillu tey heilt ógvus-
ligu fríspørkini, men talan
var um heilt nógv ljót lítil
fríspørk, eins og talan fleiri
ferðir gjørdist um smærri
orrustur millum einstøku
spælararnar.
Og
onkrir
skuldu helst eisini fegnast
um, at teir finguy loyvi at
vera á vøllinun í samfullar
90 minuttir.
Úrslitið av dystinum ber
við sær, at B36 enn hongur
við í oddinum, har fá annars
góvu teimum møguleika at
gera seg galdandi í ár. Við í
roknistykkinum er tó eisini
tann veruleikin, at hvíta
havnarfelagið
enn
bert
hevur spælt á heimavølli.
Fjórði heimadysturin á rað
verður móti EB/Streymi
komandi umfarið, og tá
fæst ivaleyst ein ábending
um, í hvønn mun B36 fer at
gera seg galdandi í ár.
Víkingur er hinvegin í
tyngra endanum av talvuni,
og tað er ein støða, sum
hvørki spælarar ella við-
haldsfólk kunnu vera ser-
liga nøgd um. Næstu ferð-
ina eiga teir heimavøll móti
NSÍ, og tann uppgerðin
kann meira enn nøkur vera
tann, sum sendir lagið antin
upp gjøgnum lofti ella niður
í kjallaran hjá víkingunum.
B36-Víkingur 2-1 (1-0):
Gongubóltur í Gundadali
Tað tók bara fá sekund hjá nýggja B36-framherjanum, Patrick Sunday Okoro, at staðfesta fyri áskoðarunum, at hann er ein maður við málum í gaggunum
Mynd: Einslistir
Víkingur
B36