Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ] Christian flytur niður Í gjár varð tað mest sum staðfest, at Lyngby næsta kappingarár fer at spæla í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Felagið hjá Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen var í Århus, har botnuppgerð ímóti AGF var á skránni. AGF skoraði til 1-0 í 1. minutti, og hóast Christian Lamhauge Holst javnaði í 34. minutti, so vann AGF 3-1. AGF sigurin ber við sær, at AGF á triði aftasta plássi nú hevur 24 stig, meðan Lyngby á aftasta plássi hevur 12 stig. Hjulmand setir nýtt mál Eftir tapið hjá lyngby ímóti AGF í gjár, tykist støðan hjá Lyngby í superliguni vónleys. Liðið hevur nú 12 stig fram til bjargingina. - Nú er skalt tú verða vónleysur optimist fyri at trúgva uppá, at vit kunnu halda okkum í superliguni. Næstu dagarnar skulu vit tosa saman og seta okkum nýtt mál fyri restina av kappingini, sigur venjarin Kasper Hjulmand við BT. BORÐTENNIS Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Rakul gjørdi bart Hjá kvinnum var 15 ára gamla Rakul Mikkjalsdóttur av Tvøroyri einaráðandi. Hon vann hjá gentum, kvinnuunglingum og hjá kvinnum. Í kvinnufinaluni gjørdist tað ein spennandi finala millum Rakul og Marin í Dali, sum eisini er av Tvøroyri. Báðar byrjaðu heldur spakar, men Marin vann skjótt yvirvágina. Rak- ul spældi ikki upp til sítt besta, og Marin kom skjótt og lætt á odda 2-0. Eftir hetta fann Rakul seg sjálva, og vann seg upp á 2-2. Í síðsta og avgerandi settinum dró Rakul longra stráðið, og tískil kann hon, hóast sín unga aldur, kalla seg før- oyameistari hjá kvinnum 2008. Taktiskt - Eg royndi at hugsa um hvat hon ikki dugdi so væl, og síðan legði eg meg eftir tí, segði Rakul Mikkjalsdótt- ur eftir dystin, og helt fram: - Hetta hevði nógv at siga fyri meg. Hetta er fyrstu ferð eg vinni ein so stóran heiður, og eg havi vant fram ímóti hesum í langa tíð. Kappingarárið í Føroyum er av á hesum sinni, men í komandi mánað skal ung- dómslandsliðið til Danmark- ar at luttaka í DM. - Næsta mál er at vinna NM, sigur Rakul, sum í fjør gjørdist danskur Grand Prix-vinnari. Kvinnuunglingar Einmansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF 2. Susie Midjord, TBF Tvímansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttur og Susie Midjord, TBF Mansunglingar Einmansleikur: 1. Rói Agnarsson, Tór 2. Hallur Thorsteinsson, Tór 3. Fróði Jensen, TBF Tvímansleikur: 1. Rói Agnarsson og Hallur Thorsteinsson, Tór 2. Fróði Jensen og Tróndur Tummasarson, TBF 3. Magnus Johansen KÍ og Jákup Thomasen, TBF Meðaldeild menn Einmansleikur: 1. Ólavur Niclasen, KÍ2. Karl Arni Egholm, KÍ3. Kai Roest, TBF Tvímansleikur: 1. Vagnur Nolsøe og Kai Roest, TBF 2. Karl Arni Egholm og Jóel Bringsberg, KÍ 3. Ólavur Niclasen, KÍ og Andras Nolsøe, TBF Meistaradeild kvinnur Einmansleikur: 1. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF 2. Marin í Dali, TBF 3. Susie Midjord, TBF Tvímansleikur: 1. Marin í Dali og Rakul Mikkjalsdóttur, TBF 2. Susie Midjord og Mariann Mikkjalsdóttur, TBF Meistaradeild menn Einmansleikur: 1. Ragnar Egilsson, Tór 2. Rói Agnarsson, Tór 3. Hallur Thorsteinsson, Tór Tvímansleikur: 1. Petur Niclasen og Ragnar Egilsson, Tór 2. Fríði Jensen og Fróði Jensen, TBF 3. Hallur Thorsteinsson og Rói Agnarsson, Tór Blandaður tvímansleikur 1. Marin í Dali og Fróði Jensen, TBF 2. Rakul Mikkjalsdóttur, TBF og Ragnar Egilsson, Tór 3. Susie Midjord og Tróndur Tummasarson, TBF Ársins leikari, kvinnur: Rakul Mikkjalsdóttur, TBF Ársins leikari, menn: Ragnar Egilsson, Tór Ársins stjørnuskot: Fróði Jensen, TBF Ársins herðaklapp: Claus Olsen og Sveinbjørn Danielson, Royn Endaliga støðan í FM gjørdist: Niclas Eysturoy tekur seg framvegis nógv fram, og skal væntandi luttaka í OL 2012 fyri danska landsliðið BADMINTON Pætur Albinus patur@sosialurin.fo Báðar FM-finalurnar í bad- minton vóru endurtøka av teimum finalunum, sum vórðu spældar í fjør. Hjá monnum møttust Niclas Eysturoy og Aksel Poulsen, meðan Guri Poulsen og Brynhild D. Carlsson høvdu leikt seg í kvinnufinaluna. Í ár gjørdist ein vinnari hin sami sum í fjør. Niclas Eysturoy Flestu orðini munnu liggja í navninum á hesum manni, ið hevur talent fram um tey flestu. 19 ára gamli havna- maðurin skal eftir ætlan ve- ra við í fyrireikingunum hjá danska badmintonlandslið- num, sum innan leingi fer at brynja seg til OL 2012. Í fjør var hann tætt við at ger- ast føroyameistari, men hann tapti fyri Akseli Poul- sen. Aftur í ár møttust hesir harrar, men hesaferð var tað Niclas, ið dróg longra stráðið. Niclas byrjaði nógv betur og kom á odda heili 12-3. Hesa løtuna vísti Niclas stó- ran neyvleika, og Aksel fann ikki seg sjálvan. Sum settið leið spældi Aksel seg upp, men hetta var ikki nokk, og Niclas tók fyrsta settið. Í næsta setti reisti Ak- sel seg mannliga, og vann trygt. Hetta noyddi teir báð- ar út í eitt síðsta og avgeran- di sett. Í hesum settinum var Aksel eitt vet omaná fyri tað mesta, og helt eina leiðslu upp á 2-3 stig. Leiðs- lan helt tó ikki á mál, og móti endanum av settinum beit Niclas frá sær, og vann settið 21-17. Guri og aftur Guri Stóra navnið í føroyskum kvinnubadminton er Guri Poulsen. Í fjør var tó um reppið, at unga Brynhild D. Carlsson knógvaði henni, men lámi leikarin úr HBF helt tørn. 17 ára gamla Brynhild D. Carlsson fekk í ár møguleika at hevna seg, tí í finaluni bíðaði nevniliga Guri Poulsen. Lítil ivi var um, at Guri er hin royndari leikarin, men Brynhild hev- ur staðið seg væl, og eisini vunnið sær pláss á landslið- num. Finalan byrjaði sera tøtt og spennandi, men tá ið komið var áraka helvtina, dró Guri frá og tryggjaði sær fyrsta sett. Somu byrjan Guri og Niclas føroy Rakul Mikkjalsdóttir staðfesti so ruddiliga, at hon er fremsti borðtennis-spælarin á kvninusíðuni Mynd: Sofus D. Johannesen Rakul gjørdi bart