mánadagur 21. apríl 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ]
Súni steðgaði FCM
FC Midtjylland hevur verið í stórformi higartil í ár, og
teir hava bjóðaða av í oddastríðnum. Í gjár megnaðu teir
ikki at vinna ímóti botnliðnum Viborg, sum hevði Súna
Olsen á vøllinum allar 90 minuttirnar. FC Midtjylland
kom – sum væntað – á odda, men góðar 10 minuttir fyri
tíð javnaði innskifti Muomaife fyri Viborg. Súni og teir
liggja framvegis til niðurflyting – í løtuni 8 stig aftanfyri
AGF á triðaftasta plássi.
Balling skoraði
Ulrik Balling, sum hevur verið burtur við skaða, var aftur
millum málskjúttarnar, tá ið Vejle vann stórsigur í
næstbestu donsku fótbóltsdeildini í gjár. Vejle spældi á
heimavølli ímóti Ølstykke og vann 5-1. Ulrik Balling,
sum eitt hálvt ár spældi fyri NSÍ, skoraði eitt av málunum
hjá Vejle, sum hevur beina kós í superliguna. Vejle er 11
stig frammanfyri nummar 2 í donsku 1. deild.
ameistarar
Bjørn Andreasen úr
Sunda Judofelag vann
tvær av teimum stóru
finalunum, sum vóru
í badmintonhøllini
leygardagin
JUDO
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Menn undir 80 kg
Hjá monnum undir 80 kg.
kappaðust Hjalmar Johannes-
en úr Sunda Judofelag og
Bjarki Poulsen úr Havnar
Judofelag um bronsuna. Hjal-
mar er av royndastu judomon-
num í Føroyum, meðan
Bjarki hinvegin er ein av
teimum nýggjaru, so her var
munur á, og Hjalmar vann
eisini dystin uttan stórvegis
trupulleikar.
Hinvegin gjørdist finalan
millum Áka Davidsen úr
Havnar Judofelag og Jógvan
Páll Kristiansen úr Sunda
Judofelag eitt sak brak av ein-
um dysti. Teir vóru sera javn-
ir, og allir teir 4 minuttirnir,
ið eru avsettir til ein judodyst
gingu, uttan at tað eydnaðist
nøkrum teirra at skora nakað
stig. Ikki tí, báðir royndu sítt
ítarsta alla tíðina, men teir
vóru so javnir, at hvørgin
fekk
skora
nakað
móti
hinum.
Tá so avsetta tíðin var
farin, so verður farið undir
næsta dyst, ið er eftir golden-
score prinsippinum, t.v.s. at
dysturin gongur til annar
teirra hevur skorað eitt stig.
Eisini hesin dysturin gongur
allar 4 minuttirnar, til tað at
enda eydnast Áka at kasta
Jógvan Páll við einum kasti,
ið gevur Yoku, t.v.s. 5 stig,
men hetta er nóg mikið til, at
Áki vinnur gull í hesum
vektbólkinum.
Menn yvir 80 kg
Hjá monnum yvir 80 kg. høv-
du Bjørn Andreasen og Ed-
vard Johannesen, báðir úr
Sunda Judofelag, kvalifisera
seg til finaluna, men Edvard
var so óheppin í kvalifika-
tiónsdysti til opnan bólk at
gerast skaddur, so hann fekk
ikki kappast í finaluni, sum
Bjørn harvið vann uttan
dyst.
Unglingar
Hjá unglingum høvdu teir
báðir Nicolai Mohr Vang og
Jógvan Martin Davidsen,
báðir úr Havnar Judofelag,
vunnið sær luttøku í finaluni.
Hetta gjørdist eisini ein sera
javnur dystur, har tað tó
eydnaðist Nicolai miðskeiðis
í dystinum at vinna sær Yoku
fyri eitt kast, og eftir sum
eingin skoring kom afturat í
dystinum, gjørdist hetta nóg
mikið at vinna dystin og
harvið gullmedaljuna.
Menn opin bólkur
Hjá monnum í opnum bólki
stíddust Hjalmar Johannesen
og Jógvan Páll Kristiansen
úr Sunda Judofelag um brons-
una. Hesir báðir kenna hvønn
annan sera væl, og hetta
gjørdist ein sera javnur dyst-
ur. Teir høvdu møtst áður í
innleiðandi
umfarinum
í
kappingini undir 80 kg., og
tá vann Jógvan Páll, men
hesa ferð lá Hjalmar omaná
og vann bronsuna.
Finaludysturin var ímillum
18 ára gamla Bjørn Andre-
asen úr Sunda Judofelag og
Áka Davidsen úr Havnar
Judofelag. Hetta var eisini
ein javnur dystur, har báðir
royndu ymiskt at fáa felt hin,
men at enda í dystinum
eydnaðist tað Bjørn at fáa
syft Áka og skora Ippon,
sum merkir, at dysturin er
vunnin.
Samanumtikið ein spenn-
andi kapping, sum livdi væl
upp til spenningin, ið eisini
var í hinum kappingunum í
borðtennis og badminton
hendan dagin.
Bjørn bergtók í judo
Unglingar
1. Nicolai Mohr Vang, HJF
2. Jógvan Martin Davidsen, HJF
3. Búgvi Hansen, SJF
Menn undir 80 kg
1. Áki Davidsen, HJF
2. Jógvan Páll Kristiansen, SJF
3. Hjálmar Johannesen, SJF
Menn yvir 80 kg
1. Bjørn Andreasen, SJF
2. Edvard Johannesen, SJF
3. Jákup Jensen, HJF
Menn Opin Bólkur
1. Bjørn Andreasen, SJF
2. Áki Davidsen, HJF
3. Hjálmar Johannesen, SJF
Fighter steypið
Pætur Jákupsson, HJF
Ársins herðaklapp
Jan Günther, HBF og Johannes Johannesen, SJF
Endaliga støðan í FM gjørdist:
Kvinnur
Einmansleikur:
1. Guri Poulsen, HBF
2. Brynhild Carlsson, HBF
3. Rannvá Carlsson, HBF
Tvímansleikur:
1. Guri Poulsen og Guðrun Lamhauge, HBF
2. Brynhild Carlsson og Rannvá Carlsson, HBF
Menn
Einmansleikur:
1. Niclas Eysuroy, HBF
2. Aksel Poulsen, HBF
3. Rógvi Poulsen, HBF
Tvímansleikur:
1. Aksel Poulsen og Bjartur Lamhauge, HBF
2. Gunnar Poulsen og Fríði Lamhauge, HBF
Blandaður tvímansleikur:
1. Guri Poulsen og Niclas Eysturoy, HBF
2. Rannvá Carlsson og Tobias Effersøe, HBF
Ársins kvinnuligileikari:
Guri Poulsen, HBF
Ársins mannligileikari:
Aksel Poulsen, HBF
Ársins stjørnuskot:
Rannvá D. Carlsson, HBF
Endaliga støðan í FM gjørdist:
fekk 2. sett, men hesaferð
dró Brynhild frá í endanum
og vann sær settið. Í 3. og
avgerandi setti kom rutinan
hjá Guri til góðar, og hon
hevði ikki stórvegis trupul-
leikar við at vinna tað, dyst-
in og harvið føroyameistara-
heitið. Brynhild tyktist sera
troytt í avgerandi settinum,
og framdi alt ov nógv mis-
tøk. Brynhild er tó framveg-
is ung, og vit fara uttan iva
at síggja nógv til hennara í
framtíðini.
Talan var um nógvar og harðar dystir, tá føroyameistararnir í
judo skuldu finnast leygardagin
Mynd: Sofus D. Johannesen
Guri Poulsen varð trýst av
Brynhild Carlsson í finaluni,
men tá avgerandi bóltarnir
skuldu sláast, vigaðu
royndirnar hjá Guri mest
Mynd: Sofus D. Johannesen