Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ] Rógvi skoraði aftur Í gjár vóru Rógvi Jacobsen og lið hansara Hødd IL aftur yvir á norska eysturlandinum, hesuferð var mótstøðuliðið gamla felagið hjá Julian Johnson, Kongsvinger. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Rógvi legði Hødd á odda longu í 3. minutti. Rógvi hevur higartil skorað í hvørjum dysti fyri Hødd, og hevur hann nú skorað 3 mál í næstbestu norsku fótbóltsdeildini. PSV meistari PSV úr Eindhoven er hollendskur meistari í fótbólti. Tað gjørdist greitt í gjár, tá ið PSV vann 1-0 á útivølli ímóti Vitesse. PSV skuldi hava eitt stig í hesum dystinum fyri at tryggja sær meistaraheitið, og PSV lat ongan iva verða um gullið og vann dystin. Ajax, sum var í hølunum á PSV, vann sín dyst 5-1, men PSV kundi avgera kappingina sjálvt – og gjørdi tað. KÍ venjarin rósar sínum spælarum, sum vístu rættuliga góðan hugburð, men kortini vórðu ov stuttir, tá ið alt kom til alt ímóti havnarmonnunum, sum høvdu væl fleiri streingir at spæla á Fótbóltur Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Um óroynda KÍ liðið skal hava nakran møguleika ímóti væl mannaða og fjøl- táttaða HB liðnum, so er uppskriftin einføld. Soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tað hava klaksvíkingar vit- að, men bara viðhvørt hevur tað eydnast. Hesa ferð eydnaðist tað, og KÍ kroysti leingi HB, men tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, var tað greitt, at øll stigini fóru ígjøgnum tunnilin. KÍ stríð- ið við góðum hugburði og hørðum og ágangandi trýsti bar ikki meiri við sær enn tepurt tap. Orsøkin til at tað endaði, sum tað gjørdi, var eyðsýnd. Tað bar ikki til hjá klaks- víkingum at halda fram í sama stíli, og favorittarnir í reyðu troyggjunum høvdu fleiri streingir at spæla uppá. Tá ið tað ikki riggaði, sum tað skuldi, við teimum fyrstu ellivu, so vórðu tvær skiftingar og onkrar roker- ingar gjørdar undir hálvleiks ráðleggingini, og sum 2. hálvleikur leið, tóktist tað bara vera spurningur um tíð, nær HB fór at fáa mál, stig og sigur. - Vit taptu, og tað iðra vit okkum nógv um. HB hevur betri manningarlista, enn vit hava, og tí noyddust við at kompensera við hørðum arbeiði. Hugburðurin var fínur, og hann kunnu vit taka við okkum, nú vit skulu spæla rættuliga týdn- ingarmiklar dystir, staðfesti KÍ venjarin, Eyðun Klak- stein, sum var sera væl nøgdur við blaðungu menn- inar. 17 ára gamli Eli Sim- onsen var fyri fyrstu ferð sentralur miðvallari, og Álvur F. Christiansen varð miðskeiðis í 1. hálvleiki settur inn á miðvøllin í vin- stru, tá ið Bjarni Jørgensen var noyddur at fara út. Eftir hornasparksinnlegg legði KÍ seg á odda eftir tíggju minuttir. Símun Joensen, sum var á vinstra vongverja og í 1. hálvleiki hevði Jákup á Borg í stutt- um tjóðri, átti síðsta fótin á. So vóru fyritreytirnar hjá heimaliðnum góðar, og tað var um reppið, at KÍ økti um leiðsluna, tá ið Heðin á Lakjuni við høvdinum stýrdi bóltin skeivu megin stólpan aftanfyri Trónd Vatnhamar, sum avloysti skadda Marcin David. Í 2. hálvleiki økti HB um ferðina, havnarmenninir fluttu seg og bóltin nógv og skjótt, og hóast spælið ikki var so væl skipað, sum tað ofta hevur verið hjá teimum, so eydnaðist tað at vinna stigini. Jákup Mikkelsen var brandur í KÍ málinum, men tað lá í luftini, at tað fór at enda galið hjá heimaliðnum. Tá ið tað restaði eitt korter, sendi Jákup á Borg frí- sparksroynd í stólpan, og Andrew av Fløtum var fyrstur á returinum. So var javnt, HB helt fram við at trýsta, og stutt undan leikloki eydnaðist tað. Eftir eitt av mongum innleggum hevði Mortan úr Hørg síðsta fótin á, 2-1 til HB, og stigini svunnu úr góðveðrinum í Klaksvík og suður í høvuðsstaðin. Tað helt HB venjarin, Rúni Nolsøe, var fult uppiborið: - Vit hava eitt fínt lið, men vit fáa einki burturúr, um vit ikki arbeiða fyri søkini. Tað gjørdu vit ikki fyrstu løtuna í Klaksvík, og tað vórðu vit sektaðir fyri. Teir fingu beinanvegin mál eftir horna, og tað sást væl, at okkara als ikki vóru tendraðir. Síðstu løtuna undan steðginum fingu vit betri fatur á spælinum, og í 2. hálvleiki vóru vit so mikið nógv betri, at eg haldi, at tað var fult uppi- borið, at vit skoraðu tvey mál og vunnu, heldur Rúni Nolsøe. HB gjørdi tvær skiftingar, og tær vórðu báðar framdar í steðginum: - Tað ráddi um at fáa meiri agressivitet inn á liðið, og tað eydnaðist. Tað haldi eg, at avrikið í 2. hálv- leiki vísti. Men hetta var áminning til okkara um, at einki kemur av sær sjálvum, og tað vóni og rokni eg við, at spælararnir fara at hava við sær inn á Toftir næsta sunnudag. KÍ-HB 1-2 (1-0): HB slapp úr spennitroyggjuni í Klaksvík HB KÍ Mest sum allan fyrra hálvleik trýstu klaksvíkingarnir væl, men sum dysturin leið, gjørdist tað alt tyngri hjá teimum móti HB, sum enn hevur fult stigatal Mynd: Álvur Haraldsen Jákup var vónbrotin KÍ málverjin, Jákup Mikkelsen, vísti lands- liðsklassa ímóti HB. Sum 2. hálvleikur leið, var tað fyrst og fremst hann, sum helt HB burtur frá at fáa mál, og eftir dystarlok og tap var málverjin vónbrotin: - Tað gekk væl í 1. hálvleiki. Vit trýstu teir væl, og vit vóru á odda. Eftir steðgin duttu vit ov langt aftur á vøllin. Vit ætlaðu at halda fram, sum vit høvdu gjørt, men tað eydnaðist ikki. Kanska gjørdust vit meiri varnir, tí vit vóru á odda, men teir trýstu eisini meiri í 2. hálvleiki, enn teir høvdu gjørt, staðfesti Jákup Mikkelsen. Tit hava einki fingið burturúr, og nú skulu tit til Fuglafirðar? - Tað leggur trýst á okkum, at vit einki stig hava fingið. Men vit kunnu nýta hugburðin hesa ferð, tá ið vit fara til Fuglafjarðar. Har mugu vit vinna trý stig, var viðmerkingin hjá Jákupi Mikkelsen. -jh Jákup misti ongantíð mótið HB liðformaðurin eitur Jákup á Borg. Í 1. hálvleiki hilnaðist tað ikki so væl hjá honum, men eftir steðgin – tá ið hann var fluttur úr høgra borði og í hitt – var hann sjónskari í myndini: - Teir vóru grammir og raskir í 1. hálvleiki, og tá hilnaðist tað illa hjá okkum. Eftir stegðin fingu vit okkara spæl at flóta, og hóast tað tók sína tíð at fáa hol á, so ivaðust vit onga løtu í, at tað skuldi eydnast at fáa mál og at vinna, staðfesti HB liðformað- urin, sum sjálvandi var stak væl nøgdur við, at tað eydnaðist honum og liðfeløgunum at vinna øll stigini, og at HB við fullum stigatali, eftir at trý umfør eru spæld, er einsamalt á odda. -jh