mánadagur 21. apríl 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ]
Kann gerast
betur
Hjalgrím Elttør staðfesti
stutt undan leikloki 2-0
NSÍ sigurin. Hann var
væl nøgdur við úrslitið,
men Hjalgrím sigur seg
rokna við, at spælið
kann gerast betri, enn
tað var hesa ferð:
- Eg haldi, at dysturin
var eitt sindur rótutur.
Vit eiga at megna betri
samanspæl,
enn
vit
vístu hesa ferð, og eg
rokni við, at tað fer at
verða betri. Sammett
við í fjør skulu vit
spæla fleiri nýggjar
menn inn á liðið, og tað
tekur sína tíð. Vit hava
spælt tríggjar ferðir, og
eg haldi, at vit kunnu
vera nøgdir, eftir at vit
hava vunnið á B71 á
heimavølli og B68 á
útivølli og spælt javnt í
Gundadali ímóti B36.
-mørk
Lítil munur á
B68 miðvallarin Jann
Ingi Petersen var sjálv-
andi vónbrotin yvir, at
tað heldur ikki hesa
ferð eydnaðist at fáa
stig burturúr:
-Vit hava góðar mál-
møguleikar, sum vit
ikki duga at umseta til
mál. Tá ið teir so fáa
mál, kennist tað eyka
tungt. Eg haldi ikki, at
tað var serligur munur
á
spælinum
úti
á
vøllinum.
Tit
eru
framvegis
stigaleysir?
-Vit hava spælt tríggj-
ar sera torførar dystir –
á útivølli ímóti Víkingi
og EB/Streymi og á
heimavølli ímóti NSÍ.
Næstu ferð verður av-
bjóðingin eisini stór, tí
tá fáa vit vitjan av HB.
Sjálvandi
kenna
vit
trýst á okkum, men vit
arbeiða við at saman-
spæla nýtt lið. Leikliga
gongur
tað
støðugt
framá, og vit trúgva
uppá, at stigini eisini
fara at koma, sigur Jann
Ingi Petersen.
-mørk
Fyrsta gullið í 25 ár
Standard Liege kundi í gjár fegnast um, at felagið fyri
fyrstu ferð í 25 ár er besta fótbóltsfelagið í Belgia. Í
oddauppgerðini móti Anderlecht um vikuskiftið vann
Standard 2-0. Tann sigurin økti munin niður til Anderlecht
upp í 10 stig, og við bert trimum umførum eftir at spæla er
meistaraheitið tí ein matematisk vissa. Og tað er eisini fult
uppibarið. Enn hevur Standard ikki tapt í 31 dystum, og
málmunurin á 55-17 ber eisini boð um styrki.
Rapid økti um metið
Í Eysturríki er Rapid Wien stórfelagið yvir øllum. Og um viku-
skiftið løgdu teir enn meira afturat imponerandi steypaskápinum.
Við at vinna 3-0 á Altach er Rapid nevnliga fýra stig á odda undan
seinasta leikumfarinum, og so er fyrsta gullið síðani 2005 veruleiki.
Samanlagt er talan um 32. gullmerki hjá Rapid Wien, og teimum
hagtølunum er einki annað felag í nær námind at røkka.
Eftir tap fyri grannun
um er B68 framvegis
stigaleyst, meðan
meistararnir teljast
millum tey fremstu
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Styrkislistin kring Skála-
fjørðin sær framvegis út,
sum hann hevur gjørt tað
seinastu
árini.
NSÍ
er
omaná, og B68 er undir.
Hetta varð enn eina ferð
staðfest leygardagin, tá ið
grannarnir
hittust
á
Svangaskarði. NSÍ vann 2-
0, og úrslitið var undir-
striking av, at meðan Bill
Jacobsen
og
toftamenn
stríðast við at samanspæla
nýtt lið, so hava teir í NSÍ
støði í tí, sum í fjør bar fram
til fyrsta FM heitið.
Heilt tað sama er tað tó
ikki
hjá
NSÍ.
Tórður
Thomsen vísti seg aftur
hesa ferð at vera dugnaligur
nýggjur maður millum mál-
stólparnar, og nýggi verju-
spælarin og miðvallarin
kunnu ivaleyst fara at vera
við til at mynda gott lið.
Hvussu tað er við broddi-
num hjá nýggja manninum
í fremstu ódnini er fram-
vegis meiri ivasamt. Dejan
hevði fínan møguleika í 8.
minutti, men skotið var
blokerað
Ikki minst orsaka av
hesum veruleikanum kemur
tað væl við, at Jónhard
Frederiksberg
nú
hevur
funnið máltevið aftur, sum
hann hevði á Skála, men
sum hann ongantíð rættuliga
fann í fjør.
Jónhard
Frederiksberg
setti hol á, tá ið 1. hálvleikur
var knappliga hálvrunnin.
Hjalgrím Elttør sendi horna
innfyri, og mitt fyri máli-
num var Jónhard leysur og
hevði tískil ongar trupul-
leikar við at fáa mál.
-Vlada Filipovic var heilt
týðuliga hildin av Jónhardi,
og tí átti dómarin at havt
bríkslað fyri frísparki, men
tað gjørdi hann ikki, iðra
teir seg um í toftaleguni.
B68 hevði ikki marginal-
irnar við sær fyrstu løtuna.
Teir høvdu fríska lotið
undan, og fleiri ferðir vóru
teir framvið. Næst við at
fáa mál var Jacob Bymar, tá
ið hann av brotsteigar-
markinum smekkaði til,
men bólturin brast í stólpan,
og so var leikluturin hjá
danska
álopsspælaranum
lítil, tí miðskeiðis í 1.
hálvleiki noyddist hann at
fara skaddur av vøllinum.
Unglingaspælarin
André
Olsen loysti hann av.
Spælið var ikki altíð so
væl skipað, og í 2. hálvleiki
var NSÍ leingi omaná. Mál-
møguleikarnir vóru ikki so
nógvir, men talan var um
stóran intensitet, og so
leingi, sum munurin bara
var eitt mál, var spenn-
ingurin stórur.
B68 vildi fegið hava stig,
og tí sleptu toftamenn alt
meiri í verjuni. Tað lá í
luftini, at eitt mál fór at
koma afturat, og tað fekk
NSÍ, tá ið tað restaðu fýra
minuttir. Aftur hesa ferð var
talan um deyðbóltsstøðu.
Einar
Hansen
legði
fríspark innfyri úr høgru,
Vlada Filipovic royndi at
boksa bóltin burtur, men
bólturin fór ikki longri burt-
ur, enn at Hjalgrím Elttør
fekk tamarhald á, og eftir at
hava
sneitt
eitt
sindur
smekkaði hann til av brot-
steigarmarkinum. Bólturin
sang í netmeskunum, og
harvið var tað greitt, at øll
stigini skuldu vera við í
viðførinum inn um Rókina.
Innanmenn høvdu fingið
fult og eru við í toppstríðn-
um, og uttanmenn bíða
framvegis
eftir
fyrsta
stignum.
NSÍ
B68
B68-NSÍ 0-2 (0-2):
Innanmenn eru
framvegis omaná
Jónhard Fredriksberg taldist aftur millum málskjúttarnar hjá NSÍ. Enn hava meistaranir ikki
tapt í ár, og sigurin á grannunum var heilt víst av tí søtara slagnum
Mynd: Álvur Haraldsen