mánadagur 21. apríl 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ]
Sagt í 3.
hálvleiki
Ein partur av trið
ja hálvleiki á Rás2
eru SMSboð frá
lurtarunum. Í
tann mun at tíðin
røkkur, verða hesi
boð lisin upp í
sendingini. Og
bestu SMS’ini
verða eisini
prentað í mána
dagsútgávuni av
Sosialinum.
»Hi hi sníkti meg allíka
væl ùt à Svangaskarð í
gjár sjálvt um e hevði
fingið at vita at b68
vann, og vita tit hvat
nsí vann:) heilsan nsí
arin«
»Tit mugu kunna finna
útav, at einki eitur GÍ
longur men VÍKING
UR!!! IRRITERANDI
AT HOYRA TAЫ
»Ongin hoyrir nakað til
Kristan fjepparin hja
KÍ. Tá man grevur eina
grøv fyri ein annan,
kann man enda i henni
sjálvur, tit eru a djúpun
vatni eins og undursjóð
ar tunnulin brúka teg
minni heilsan vb fjepp
ari«
»Visiónin hjá KÍ 2009,
verður tað at spæla seg
uppaftur í Formula
deildina«
»KÍ má fara at renna
niðan á Stakkin, teir
orkaðu ikki at fylgja
við HB!«
«Heri góði, tað kann
ikki bera til, at EB/S
gevur tað vekk tveir
dystir á rað móti B71«
»Annars samlar Símin
uppá kort frá byrjan.
Hann fer at spæla “Han
sen, Hansen” ístaðin
fyri Olsen, Olsen«
»Varið tykkum, B71
kemur skjótt við einum
fjepparafelag«
Fótbóltslagið er sera
gott í Fuglafirði, nú
ÍF hevur fingið luft
til botnstríðið. Fugl
firðingar hava vunnið
tvær ferðir upp í slag,
og tað var alt annað
enn væntað undan
kappingarbyrjan. Í
einum keðiligum dys
ti skjeyt Balazs Sinkó
einsamalla málið, tá
Skála vitjaði
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
-Nú steðgar eing-
in okkum!
Tá eg royni at sníkja mær
millum mongu áskoðarar
nar í dýrdarveðrinum eftir
dystarlok, hoyri eg ein rópa
til vinmannin. Tað var sjálv
andi meint í spølni, men tað
lýsir væl fótbóltslagið í
Fuglafirði í løtuni. Hóast
David Jones framvegis ikki
sleppur at standa við síðu
linjuna, so hevur ÍF, undir
hansara
leiðslu,
vunnið
tvær ferðir upp í slag í For
muladeildini. Tað er ikki
vanligur gerandisdagur í
Fuglafirði í hesum døgum,
nú liðið longu hevur fingið
luft til botnstríðið.
Hóast allir millum áskoð
ararnar eru hetjur, so vóru
fuglfirðingnar serliga glaðir
fyri Balazs Sinkó í gjár.
Framrættaði
miðvallarin
stóð fyri einsamalla máli
num í dystinum, sum sam
stundis var hansara fyrsta
fyri ÍF.
Lítið bit í
Vart tú ikki fjeppari við
vøllin í Fuglafirði í gjár,
mátti tú helst iðra teg um,
at tú legði leiðina framvið.
Fyrri hálvleikur hevði snøgt
sagt einki at bjóða, og tú
skuldi ikki vera serfrøðingur
at síggja, at talan var um
botndyst. Fleiri óneyðug
mistøk vóru, lítið bit var í
framrættaða
spælinum,
meðan møguleikarnir kun
du teljast á einari hond.
Hóast liðini á vøllinum
vóru sera lítið undirhaldandi,
so eigur Jens Petur Brattalíð,
dómari, rós fyri ikki at legg
ja dystin fullkomiliga í
oyði. Í eyðkendum stíli brík
slaði hann bara, tá veruliga
bríkslast skuldi. Fáir steðgir
vóru í spælinum, so ferðin
ikki heilt fór úr dystinum.
Brattalíð hevði eisini rætt
í síni avgerð, tá hann mið
skeiðis í fyrra hálvleiki brík
slaði fyri frísparki til Skála,
fáar metrar frá brotsteigar
markinum. Atli Kristiansen,
sum var lítið eyðsýndur á
miðvøllinum, skuldi eisini
vísa seg at standa fyri fræg
astu royndini hjá gestunum
undan hvíldini. Hann sendi
høgt upp um málið.
Sigursmálið
Einsamalla málið í dystin
um fall, tá fyrsti triðingurin
av seinna hálvleiki var leikt
ur. Balazs Sinkó hevði í fyr
ra
hálvleiki
upplagdan
møguleika at leggja heima
liðið á odda, men einsamall
ur framman fyri málinum
rakti hann ikki bóltin, sum
Bartal Eliasen hevði lagt
fyri føturnar á honum.
Sinkó skuldi gerast dags
ins maður hjá fuglfirðingun
um, tá hann við høvdinum
stýrdi hornasparkið í netið.
Í eini roynd at fáa útjavn
andi málið setti John Peter
sen, venjari hjá Skála, seg
sjálvan á vøllin, og hóast
hann var millum teir bestu
hjá gestunum, so eydnaðist
ikki.
Leikliga var ÍF við yvir
lutan, og tað fekk avgerandi
týdning, at Sinkó tók av ein
um av fáu møguleikunum
hjá heimaliðnum.
Fuglfirðingar vunnu fyri
aðru ferð upp í slag, og tað
er ikki vanligt í Formula
deildini. John Petersen hev
ur nógv at hugsa um, áðrenn
dystin á Sandi komandi
vikuskiftið. Pauli G. Hansen
aftur í búnanum hjá Skála í
gjár, og hann spældi seinas
ta hálva tíman. Tað kunnu
teir av skálafjørðinum í øll
um førum gleðast um.
Østergaard keypir inn
Nevndarformaðurin í FCK, Flemming Østergaard,
vil ikki bert hyggja at, nú úrslitini hjá FCK ikki
hava verið av teimum bestu. – Vit hava roynt hetta
fyrr, og sjálvandi royna vit at læra av teimum
mistøkum, sum eru gjørd. Og Flemming
Østergaard leggur afturat, at felagið nú fer at
styrkja um hópin. – Nú eri eg ikki tann, sum
stendur fyri keyp og sølu av spælarum. Men eg
haldi øll duga at síggja, at vit skulu hava ein
skipara til miðvøllin, sigur hann EkstraBladet.
Mellberg varð fagnaður
Svenski landsliðsspælarin, Olof Mellberg spældi sína seinastu
grannauppgerð fyri Aston Villa ímóti Birmingham ígjár. Og væl gekst
í hond, Aston Villa vann 51, og Olof Mellberg legði upp til tað fyrsta
málið, sum Young setti inn. Sami Young skeyt eitt mál aftrat. Norski
spælarin, John Carew skeyt eisini tvey mál, og Agbonlahor skeyt
fimta málið. Tá Mellberg var skiftir út eftir 85 minuttum spæl, var
hann stórliga fagnaður av heimaáskoðarunum, sum sungu ein serligan
sang til heiðurs fyri Mellberg. Hetta føldist væl, vit sótu á øllum
dystinum, frá byrjan til endan. Hetta er heilt ótrúligt. Ein slíkan sigur
hevði eg unt fleiri fótbóltsspælarum at uppliva, segði Mellberg eftir
dystin. Hann fer nú at spæla við italska Juventus.
Skála
ÍF
ÍF-Skála 1-0 (0-0):
Ikki gerandisdagur
í Fuglafirði