mánadagur 21. apríl 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 75 - 21. apríl 2008 ]
Manchester United
hevði undan fjórð
seinasta umfarinum í
Premier League eina
leiðslu, upp á fimm
stig. Eftir 35. umfar
er leiðslan nú bert
trý stig, og enn skal
oddaliðið á vitjan hjá
Chelsea
FÓTBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
35.
umfar
av
Premier
League varð spælt um
vikuskiftið, og eru tað nú
bert trý umfør eftir í kendu
ensku
fótbóltskappingini.
Undan hesum fjórðseinasta
umfari, vóru meistararnar
frá
í
fjør,
Manchester
United, heili fimm stig á
odda, men eftir bert at fáa
javnleik móti Blackburn,
samstundis sum Chelsea
vann sín dyst, eru bert trý
stig á muni, og tað er skjótt
at heinta. Serliga tá hugsað
verður um at Chelsea hevur
heimadyst móti United í
næstu viku. Stóri spurning
urin er so, hvørt United
megnar at reisa seg til røttu
løtuna, sum teir so mangan
áður hava megnað, ella um
Chelsea hinvegin fer at
vinna seg inn á United, og
harvið skriva seg í søgu
bøkurnar, við einum »come
back« av teimum heilt
stóru. So alt bendir á, at vit
í ár fáa ein sera spennandi
enda
á
kappingina,
ið
rættuliga nógvir føroyingar
fylgja øðliga spentir við í.
Flott »comeback«
Chelsea vann seg upp á
triðja plássið í Premier
League í 15. umfari, og har
hava teir verið í stórar partar
av kappingini, takkað verið
stabiliteti og javnt góðum
úrslitum. Chelsea hevur so
eisini í seinastuni, aftaná at
Arsenal byrjaði at rapa
niðureftir, megnað at vunn
ið seg upp á næsta pláss, og
í hesum fjórðseinasta um
fari eru teir nú bert trý stig
frá United, við einum heima
dysti móti júst teimum í
næsta umfari, so ikki er tað
undrunarvert, um vónirnar
eru høgar í bláa partinum
av London. Chelsea vann
framskundaða dystin móti
Everton 10, og einsamalla
málið skoraði ghanesiski
Michael Essien.
Mundu blakað
alt á gólvið
United hava havt enn eitt
gott kappingarár, og serliga
Cristiano Ronaldo hevur
verið flúgvandi, við sínum
mongu og týdningarmiklu
málum, men um vikuskiftið
var tað ein annar harri, ið
skuldi vísa seg at koma
teimum til hjálpar. Argen
tinski
áloyparin
Carlos
Tevez hevur sannuliga víst
sítt virði í kappingarárinum,
og hevur meira enn einaferð
verið munurin í dystum,
har United annars hevur
havt
trupuleikar.
Aftur
hesaferð, tá alt sá út til at
ganga
av
skriðuni,
og
United hevði brent eitt hav
av møguleikum, kom lítli
Tevez, Reyðu Djevlunum
til hjálpar, tá hann setti
krúllin undir bóltin, eftir
eitt hornaspark, ið Paul
Scholes hevði forlongt. Tað
restaðu tá bert tveir minuttir,
og tað var nokk til at tryggja
United frá einum óhepnum
tapi. Tí í fyrsta hálvleiki
hevði Roque Santa Cruz
lagt heimaliðið Blackburn
á odda.
Liverpool mest
sum tryggjaðir
Liverpool hevur havt enn
eitt kappingarár, har teir
hava blakað týdningarmikil
stig burtur í dystum, har
teir annars hava kontrollera
fullkomuliga.
Øll
hesi
óneyðugu stigini hava so
sjálvandi eisini havt við
sær, at teir hava havt trupult
við rættuliga at fáa fatur á
teimum trimum fremstu, og
verða væntandi noyddir til
at taka til takkar við einum
fjórða plássi. Ikki nakað
teir í Liverpool høvdu
væntað sær, men hóast tað,
sera
týdningarmikið,
tí
fjórða pláss gevur atgongu
merki til Champions Leag
ue fótbólt í næsta kapp
ingarári, og eisini teimum
mongu
milliónunum
av
pengum, ið amerikansku
eigarar
felagsins,
sera
glúpskir elta við glytrandi
eygum.
Seinastu dystirnar hevur
Liverpool tó fingið stáplað
nakrar sigrar uppá beinini,
og við 20 sigrinum á
útivølli móti Fulham um
vikuskiftið,
samstundis
sum Everton tapti móti
Chelsea, eru »The Reds«
nærum sikraðir á fjórða
plássi. Málini hjá Liverpool
skutu Jermaine Pennant og
Peter Crouch.
Bert trý stig á muni í oddinum
Talan var um eitt tað týdningarmesta málið, sum Tevez hevur skotið fyri Manchester United. Javnleikurin bar við sær, at tað enn
eru trý stig niður til Chelsea, og hartil hevur Manchester United ein málmun, sum í veruleikanum er verdur hálvt stig eyka
Mynd: Polfoto:AP
Finnur til Neistan
Neistin kundi um vikuskiftið avdúka, at felagið hevur
gjørt avtalu við Finnur Hansson, sum skal styrkja um
hópin komandi kappingarár. Við hesum hava meistar
arnir styrkt um hópin við tveimum av fremstu spælar
unum í landinum, tí fyri stuttum varð avtala eisini
gjørd við David Edvardssen, sum kemur úr StÍF.
Finnur Hansson spældi í vetur við Kyndli, men hann
var eisini partur av mansliðnum hjá Neistanum, sum í
2000 vann FMheitið.
ÍF Føroyar vann í triðju royndini
ÍF Føroyar hevði frívikuskiftið, men týskvøldið tóku føroysku útisetarnir
ímóti Bispebjerg. Frammanundan hevði ÍF Føroyar tapt sínar báðar
dystir, men í triðju royndini vendi skútan og liðið er aftur á sigurskós.
Erling Fles legði ÍF Føroyar á odda tíðliga í dystinum, men í hálvleiki
num var Bispebjerg á odda 12. Føroysku leikararnir fullu tó ikki í fátt,
og við tveimum málum í seinna hálvleiki, tryggjaði Erling Fles føroyska
liðnum í Seriu 1 fyrsta sigurin í ár. Soleiðis vann ÍF Føroyar 32, og ikki
óvæntað valdu liðfelagarnir trímálaskjúttan Erling Fles til dagsins
leikara.
Arsenal-Reading
2-0 (Adebayor, Gilberto)
Aston Villa-Brimingham
5–1 (Young 2, Carew 2, Agbonlahor - Forssell)
Blackburn-Man. Utd.
1-1 (Santa Cruz - Tevez)
Everton-Chelsea
0-1 (Michael Essien)
Fulham-Liverpool
0-2 (Pennant, Crouch)
Man. City-Portsmouth
3-1 (Vassell, Petrov, Benjani - Utaka)
Middlesbrough-Bolton
0-1 (Gavin McCann)
Newcastle-Sunderland
2-0 (Michael Owen 2)
West Ham-Derby
2-1 (Zamora, Cole - Mears)
Wigan-Tottenham
1-1 (Heskey - Berbatov)
Úrslitini í 35. umfari