mánadagur 21. apríl 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2008
27
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Torvald Joensen, Norðagøta, fer úr
ellisheiminum í Runavík mánakvøldið kl. 18.
Jarðarferðin verður úr Gøtu Kirkju týsdagin kl. 14.
Tey, sum vilja senda blómur ella krans, kunnu
ístaðin lata eina peningagávu til Gøtu kirkju. Konta
í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu,
hjálpsemi og á ein hvønn hátt hjálptu til, tá
mamma, omma, langomma og vermamma okkara
Brynhild Maria Johannessen
doyði og varð jarðað.
Somuleiðis takka vit fyri kransar, blómur
og heilsanir.
Ein serlig tøkk til starvsfólkið í Handarustovu á
Lágargarði, fyri at tit vóru so góð við mammu
okkara ta tíðina, hon búði har, og Hanus Simonsen,
prest, fyri tey vøkru orð í kirkjuni.
Familjunnar vegna
Niels Símun og Álvhild
Takkarkvøða
Eina hjartans tøkk til øll tey, sum
við vitjan, gávum, telegrammum og
uppringingum gjørdu okkum 80 ára
dagarnar so hugnaligar. Rigmor 26. august
2007 og Tórhallur tann 8. februar 2008.
Heilsan
Rigmor og Tórhallur
22.apríl
verður
Margit
Thomsen í Havn 80 ár.
Margit er fødd og uppvaksin
í Havn, dóttir Jens Petur
Egholm, skipara, vanliga
nevndur Dess, úr Havn og
Fridu fødd Djurhuus úr
Haldarsvík. Margit átti tveir
brøður, Jóan Hendrik, sum
doyði í 2001, og sum búði í
Esbjerg, og Elias, sum býr í
Havn.
Sum ung fór Margit á
skrivstovuna hjá Valdemar
Lützen at arbeiða. Har var
hon í 6 ár, til hon fór at læra
til sjúkrasystur.
Tað at verða sjúkrasystir
kom at verða hennara lívs
starv. Eftir lokna útbúgving
royndi hon seg sum sjúkra
systir bæði í Danmark og
Noreg, og heimafturkomin
fór hon á Landssjúkrahúsið
at arbeiða har hon var til
hon fór úr starvið fyri aldur
í 1995.
Margit var formaður í
Dans Sygepleje Råd, Føroya
Deild árini 1969 til 73, og
hon hevur eisini verið
nevndarlimur
í
Havnar
Sjúkrakassa.
Í 1958 giftist hon við
Tummas Paula Thomsen,
skipsførara, úr Nólsoy, og
tey bæði búsettust í Havn.
Pauli andaðist í 1991. Tey
fingu tveir synir, Eyðfinn,
sum er giftur við Margretu
Dalsgaard úr Havn, tey
búgva í Havn í barnaheimin
um hjá Margit, og Dess,
sum er giftur við Kristinu
Hoydal. Tey búgva í Stav
anger í Noregi. Ommubørn
ini eru 5 í tali, 3 gentur og 2
dreingir.
Margit er væl kend mynd
í Havnar gøtum, og henni
dámar sera væl at práta við
fólk.
Føðingardagurin verður
hildin sunnudagin 27. apríl
millum kl. 11 og 15 í hølun
um hjá Starvsmannafelagn
um, har vinir og kenningar
eru vælkomnir at heilsa upp
á Margit.
Margit Thomsen 80 ár
Sunnukvøldið
6.
apríl
2008 andaðist Ruth Olsen
í Havn, 70 ára gomul.
Ruth var borin í heim
19. juni 1937 í Brekkuni í
Klaksvík, dóttir Annu og
Jógvan Isaksen. Mamman
var ættað úr Uppistovu á
Trøllanesi, og pápin var úr
Beiti í Lorvík. Tey vóru 7
systkin,
og
Ruth
var
nummar 5 í røðini. Elst var
Bodil, so Korintha, síðani
Jógvan og so Suffía. Tey
yngru vóru Sigvør og Finn
bogi. Nú eru bara tær tríggj
ar systrarnar eftir Korintha
og Fía, sum báðar búgva í
Klaksvík, og so Sigvør,
sum býr á Møn í Dan
mark.
Tá Ruth var 11 ára gom
ul, doyði pápin brádliga
bert 51 ára gamal, og
mamman sat einsamøll
eftir við fleiri smáum børn
um, tað yngsta var bara 5
ár, tær báðar elstu døturnar
vóru tá giftar. Jógvan hevði
nøkur ár frammanundan
keypt Atlantsfarið saman
við Kjølbro. Tá ið Jógvan
doyði, yvirtók Anna partin
hjá Kjølbro og reiddi í
fleiri ár sjálv skipið út.
Tá ið Ruth var liðug við
skúlan, fór hon til Dan
markar á húsarhaldsskúla í
Haslev.
Aftur í Klaksvík hitti
hon Regin Olsen úr Havn,
sonur Napoleon (Bona) og
Armgarð. Hann var leiðari
í Norðoya Banka, sum var
Norðoya deildin av Sjó
vinnubankanum. Tey gift
ust 8. november 1958 og
búsettust í Klaksvík
Í 1964 fluttu tey til Havn
ar og bygdu sær hús á Sól
teigi, og har hava tey búð
síðani.
Meðan
børnini
vóru
smá, var hon, sum flestar
konur tá í tíðini, heima.
Seinni fór hon at arbeiða á
Vøggustovuni á Lützens
trøð, ið Nansy Bjørklund
stóð fyri. Hon hevði ábyrgd
ina av køkinum. Ruth
dámdi væl at arbeiða við
børnum, og dugdi sera væl
við børnum. Hon tosaði tá
um at læra víðari til peda
gog. Men umstøðurnar
vóru ikki tær somu tá, sum
tær eru í dag, at læra, tá ið
ein er vorðin tilkomin.
Seinni, tá ið hon aftur
hevði verið heima í nøkur
ár, heitti Óluva Húsgarð á
hana, um hon ikki kundi
koma og hjálpa til í Heima
virkinum. Tað førdi við
sær, at hon arbeiddi fast á
heimavirkinum í fleiri ár.
Ruth hevði eitt lætt
lyndi, og hon dugdi væl at
tosa við fólk. Hon hevði
tey vælsignaðu evni at fáa
øll at føla seg væl. Hon var
sera gestablíð, visti nógv
um familju, og tíl hon
gjørdist sjúk, fylgdi hon
væl við øllum, sum fór
fram í samfelagnum, og
hóast hon nú hevði búð í
Havnini í 44 ár, so hevði
hon serligan áhuga fyri
Klaksvíkini. Tað er mangur
klaksvíkingur, sum hevur
sitið væl inni hjá henni og
Regin.
Ruth og Regin fingu 4
børn. Fyrsta barnið, ein
dóttir, doyði undir føðing
ini í 1959. Síðani er tað
Jákup, hann er giftur við
Dorrit á Fløtum og tey
búgva í Havn. Annika er
gift við Niels Winther
Poulsen, tey búgva í Hoy
vík og Armgarð er gift við
Oyvindi
Brimnes.
Tey
búgva á Argjum. Ommu
børnini eru 9 í tali, 6 gentur
og 3 dreingir.
Minningarorð
Dagurin
22. apríl. Cajus. Pávi, sum doyði í árinum 296.
Fríðrikur Petersen varð føddur hendan dagin í 1853
-har
tað hendir