Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. apríl 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 75 - 21. apríl 2008 nøvn Áhugavert íblástrar­ kvøld verður í Ribar­ húsi í Fuglafirði mána­ kvøldið 21. apríl kl. 20   Solveig  Refslund,  kend  donsk listakvinna og undir­ vísari,  verður  í  Fuglafirði  alla komandi viku, har hon  frá  týsdegi  22.  til  og  við  leygardagin  26.  apríl  skal  hava skeið í myndaseyming  í Ribarhúsi. Skeið ið er full­ teknað,  men  mánakvøldið  21. apríl kl. 20 eru øll áhug­ að  hjartaliga  vælkomin  í  Ribarhús,  har  listakvinnan  vísir diasmyndir og greiðir  frá um, hvussu og hvar hon  fær  íblástur.  Kaffi  og  prát  aftaná.  Íblástrarkvøld í Ribarhúsi 21.  apríl  verður  Erna  Háberg  í  Havn sekstifimm. Erna er dóttir Hjørdis og Petur  W.  Háberg  og  er  næstelst  av  6  systkjum.  Bæði  foreldur  hennara  hava  greitt úr hondum siðsøguligt bóka­ arbeiði  um  Havnina  og  sigast  kann eisini av sonnum um Ernu,  at hon er havnafólk.  Erna  hevur lagt  part  av  sínum  lívsverki  innan  heilsu­  og  almannøkið og tað verður drúgført  at  fara  í  æsir  við  hennara  fjøl­ broytta  CV.  Men  í  stuttum  kann  hetta lýsast soleiðis: 1963-66:  Statsautoriserað  sjúkrasystir  við  útbúgving  frá  Landssjúkrahúsinum.  Hon  starvaðist  sum  avloysari  á  med.  og psyk. deildum á Landssjúkra­ húsinum. 1969-70: Á med. deild á Sentral­ sykehuset í Trondheim í eitt ár.  1970-73:  Útbúgvin  anæshesi­ sjúkrasystir á ríkissjúkrahúsinum  í Keypmannahavn.  1973-74: Útbúgving innan fyri­ siting og pædagogik frá Danmarks  Sygeplejerskehøjskole  á  Århus  Universitet. 1976-78:  Fakfelagsformaður  í  DSR Føroya Deild. Erna var fyrsti  fulltíðarsetti formaður felagsins.  1977: Útbúgving innan fyrisit­ ing, samfelag og fíggjarviðurskifti,  fyriskipað  av  Dansk  Sygepleje­ råd.  1986-87: Ársskeið í filosofi og  etikk frá Gudfrøðideildini á Fróð­ skaparsetri Føroya. 1983-86:  Heimasjúkrasystir  í  Suðurstreym.  1987-90: Deildarleiðari á Lágar­ garði.  1990-95:  Leiðari  av  Heima­ hjálparskipanini í Føroyum. 1995-99:  Leiðari  av  samlaðu  Heimarøktini í Føroyum. 2004-07: Projektleiðari av verk­ ætlanini »Dalalon«, sum er dagtil­ hald fyri minnisveik. Alz­heimer­ felagið tók stig til hetta projekt og  Erna  hevur  verið nevndarlimur  í  Alz­heimerfelagnum,  síðani  tað  varð stovnað.  Í 80unum var stórur tørvur á um­ lætting fyri heimabúgvandi, men  slík  umlætting  var  ikki  serliga  kend  á  okkara  leiðum.  Katrin  Dahl og Erna vendu sær til táver­ andi borgarstjóra Poul Michelsen  og mæltu til at lata eitt umlætting­ arheim  upp.  Stutt  eftir  fingu  vit  heimið hjá “Chr. Holm.”. Erna var eisini projektleiðari av  verkætlanini  »Eldrasambýlið  í  Húsavík«. Hetta var fyrsta eldra­ sambýlið  í  Føroyum.  Seinni  var  hon  eisini  við  til  stovnsetan  av  eldrasambýli  í  Kollafirði  og  Vestmanna.  Eisini  var  Erna  limur  í  Eldra­ ráðnum og formaður í fyrireiking­ arnevndini  av  fyrstu  føroysku  eldradøgunum  í  1993.  Hon  fekk  hugskotið  at  skipað  fyri  hesum  eldradøgum  og  tá  henda  ætlan  varð lutað við Jóannes Ejdesgaard,  táverandi  landsstýrismann  í  almanna­  og  heilsumálum,  tók  landsstýrið væl undir við hesum.  Erna var eitt ár skrivari hjá Jóan  Paula  Joensen  á  Søgu­  og  sam­ felagsdeildini  á  Fróðskaparsetri  Føroya.  Hon  hevur  sitið  á  tingi  sum varaumboð fyri Fólkaflokkin  Hon  var  í  mong  ár  skrivari  hjá  barnaverndini  á  Argjum,  sat  í  Vísunda­ og siðsemisnevndini í 2  ár, osfr.   Kristna  uppalingin,  ið  Erna  fekk hevur sæst eisini aftur á henn­ ara lívsleið. Hon var í 10 ár nevnd­ arlimur og skrivari fyri Women´s  Aglow fyri Føroyar. Í hesum tíðar­ skeiði varð skipað fyri 4 stórum  stevnum.  Í  2000­01  var  hon  á  sonevndum  »cross­road«  skeiði  hjá  trúboðanarfelagsskapinum  YWAM í Onglandi. Í hesum sam­ bandi var hon 2 mánaðar á sjálv­ bodnum  hjálpararbeiði  á  Móðir  Theresa  barnaheimi  fyri  handi­ cappaði børn í Amman í Jordan. Í  Føroyum  hevur  hon  saman  við  manninum  Preben  skipað  fyri  fleiri Alfa  skeiðum.  Stundum  er  Erna at hoyra í Lindini. Erna  giftist  í  1974  við  Preben  Hansen ið er dani. Tey fluttu stutt  eftir  til  Føroya  og  hava  búð  her  síðani. Tey eiga børnini Høgna og  Maiken.  Rúna  er  einasta  barna­ barnið. Føðingardagurin hjá Ernu varð  hildin  í  losjuni  seinasta  leygar­ kvøld. Ernu verður ynskt hjartaliga til­ lukku við degnum. a Føðingardagsheilsan til Ernu Háberg