mánadagur 21. apríl 2008síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 75 - 21. apríl 2008
29
Stutt Sagt
Labour
missir
veljarar
Var val til bretska Parla
mentið nú, hevði stjórnar
flokkurin Labour fingið
29 prosent av atkvøðunum
ella trý prosentstig minni
enn fyri bara fjúrtan døg
um síðani. Tað sæst í ein
ari meiningakanning, sum
blaðið
Sunday
Mirror
prentaði í gjár. Kanningin
gevur
tí
konservativa
flokkinum 40 prosent, og
teir liberalu høvdu fingið
19 prosent, var val nú.
Eitt úrslit sum hetta hevði
gjørt, at tann konservativi
flokkurin hevði fingið 25
sessir í meiriluta í Parla
mentinum. Sunday Mirror
skrivar, at Gordon Brown,
floksformaður og forsætis
ráðharri, hevur ikki havt
tað lætt, síðani hann tók
við
eftir
Tony
Blair
seinasta summar.
Gordon Brown
Mugabe
fær vápn
úr Kina
Eitt kinesiskt farmaskip,
sum er fermt við vápnum
til stýrið í Zimbabwe,
slapp ikki at leggja farmin
upp í Suðurafrika sum ætl
að.
Suðurafrikanski
hægstirættur hevur boðað
frá, skipið kann leggja
farmin upp har, men at
tað er ikki loyvt at flyta
vápnini úr Suðurafrika til
Zimbabwe. Tað kinesiska
skipið helt til leiðina fram
til Angola, sigur CNN.
Í Zimbabwe eru myndug
leikarnir í ferð við telja
atkvøðurnar frá valinum
herfyri av nýggjum. Kofi
Annan, fyrrverandi ST
aðalskrivari, ávaraði um
vikuskiftið um, at støðan í
Zimbabwe er sera spent,
og at spenningurin kann
breiða seg til londini í
grannalagnum.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
– Lat okkum takka Guði fyri, at so mong kunnu njóta tað
frælsið, sum sprettur úr demokratii og mannarættindum
(Benedikt pávi)
útlond
Fyri fyrstu ferð í
meiri enn seksti
ár hevur Colorado
flokkurin mist valdið
í suðuramerikanska
landinum Paraguay
Andstøðuvalevnið Fernan
do Lugo vann um vikuskift
ið forsetavalið í Paraguay.
Sigurin var greiður. Fernan
do Lugo fekk 41 prosent av
atkvøðunum, meðan val
evnið hjá í konservativa
Coloradoflokkinum, Blanca
Ovelar, fekk 31 prosent.
Eitt triðja valevni, fyrrver
andi generalurin Lino Ovie
do, fekk umleið 20 prosent.
Coloradoflokkurin hevur
havt valdið í Paraguay í 61
ár uttan steðg, harav tann
illa gitni einaræðisharrin og
Alfredo Stroessner ráddi í
35 ár.
Blanca Olevar vónaði, at
hon kundi fáa heiðurin sum
tann fyrsta kvinnan í forseta
embætinum
í
Paraguay,
men í nátt mátti hon ásanna,
at tað verður hon í hvussu
er ikki á hesum sinni. Sam
stundis ynskti hon Fernando
Lugo tillukku við sigri
num.
Í dag hava vit ein dreym
um eitt øðrvísi land, eitt
Paraguay, sum fólk skulu
minnast fyri annað enn
korrupsjón og fátækradømi,
segði Fernando Lugo, tá tað
var greitt, at hann hevði
vunnið valið.
Hetta úrslitið vísir, at
tey smáu í samfelagnum
kunnu eisini vinna. Hetta er
tað
Paraguay,
sum
eg
droymi um eitt Paraguay
við nógvum litum, nógvum
andlitum, eitt Paraguay fyri
øll, segði Lugo, meðan við
haldsfólk í túsundatali fagn
aðu honum í miðbýnum í
høvuðsstaðnum Asunción.
Biskupur teirra
fátæku
Tann 56 ára gamli Fernando
Lugo er fyrrverandi katólsk
ur biskupur. Hann hevur í
mong ár verið talsmaður
fyri tey fátæku í Paraguay,
og hetta hevur givið honum
heitið
”Biskupur
teirra
fátæku”.
Undir valstríðnum hevur
hann lovað fólkinum størri
sosialt rættvísi og at berja
ta umfatandi korrupsjónina
niður. Hann hevur lovað at
umskipa ognarviðurskiftini
til landbúnaðarjørðina, so
leiðis
at
smábøndurnir
skulu fáa betri rættindi. Í
Paraguay er tað so, at tað
eru nøkur fá múgvandi,
sum eiga tað mesta av jørð
ini.
Hansara
mótstøðufólk
hava roynt at tengja hann at
vinstrasinnaðum leiðarum
sum Hugo Chávez í Vene
suela og Evo Morales í
Bolivia, men sjálvur sigur
Fernando Lugo seg vera
óheftan, og hann leggur
dent á, at Paraguay skal
finna sína egnu leið.
Misti heitið
Hvussu er og ikki, so hevur
Fernando Lugo mist heitið
sum biskupur, tí hansara
politiska virksemi fall ikki í
góða jørð í Vatikaninum í
Rom.
Hann fór av álvara upp í
politikk fyri tveimum árum
síðani, tá hann skipaði fyri
einari mótmælisgongu, har
40.000 fólk mótmæltu poli
tikkinum hjá sitandi forset
anum, Nicanor Duarte. Aft
aná tók hann við sum odda
maður hjá einum vinstra
flokki, sum er ein samgonga
av bóndafelagsskapum, fak
feløgum
og
politiskum
flokkum.
Varð tvingaður upp í Hitlerjugend
Benedikt pávi varð tvingaður upp í
Hitlerjugend og at gera hertænastu
fyri nazistarnar (Mynd: Polfoto)
Fyri fyrstu ferð
hevur Benedikt
pávi tosað alment
um uppvøksturin í
Nazitýsklandi
Tað var á ferðini í USA, at
pávin
fyri
fyrstu
ferð
greiddi frá sínum ungu
árum, tá nazistarnir ráddu
fyri borgum í Týsklandi.
Millum annað segði hann,
at hann bleiv tvingaður upp
í Hitlerjugend, sum var
ungdómsdeildin hjá nazista
flokkinum NSDAP. Tað var
skylda hjá øllum týskum
ungdómi millum 14 og 18
ár at vera limir í Hitler
jugend.
Benedikt pávi greiddi
eisini frá, at ímóti endanum
á seinna heimsbardaga bleiv
hann sendur í herin, men at
hann flýddi haðani. Eitt
skifti var hann krígsfangi,
og tá hann slapp leysur, fór
hann at lesa guðfrøði.
Biskupur teirra
fátæku verður
forseti
Fernando Lugo lovar fólkinum eitt øðrvísi Paraguay við størri sosialum rættvísi (Mynd: Polfoto)