týsdagur 22. apríl 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2008
Allir limirnir í
Løgtinginum eru
samdir um, at alt
lýsingatilfar, sum
beinleiðis er ætlað
brúkarum í Føroyum,
skal vera á føroyskum
máli og nú verður
føroyski brúkarin
eisini tryggjaður við
brúkaraumboðsmanni
Brúkaravernd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í framtíðini verða øll út
lendsk lýsingabløð ólóglig
í Føroyum.
Í øllum førum eru allir
tinglimir samdir um, at nú
skulu føroyskir brúkarar
bara fóðrast við lýsingum á
føroyskum máli.
Í morgun hevur Løgtingið
viðgjørt ikki minni enn tvey
uppskot um marknaðarfør
ingslóg.
Annað uppskotið hevur
samgongan lagt fram og
hitt uppskotið hevur and
støðan lagt fram.
Men í báðum uppskot
unum verður nú skotið upp,
at allar lýsingar og alt lýs
ingatilfar, sum beinleiðis
vendir sær til føroyska brúk
aran, skal vera á føroyskum
máli.
Hetta ber í sær, at tekst
urin í øllum lýsingum og
lýsingatilfari, sum eru gjørt
fyri at ávirka brúkarar í
Føroyum,
skal
vera
á
føroyskum.
Men hinvegin hevði verið
ov nógv at kravt, at andstøða
og samgonga vóru púra
samd um málið kortini, tí
sum vant funnu tey okkurt
at vera ósamd um.
Samgongan vil hava, at
ein stovnur skal setast á
stovn við einum brúkara
umboðið og tað ber í sær, at
útreiðslurnar fyri at seta
uppskotið í verk, fer at vera
tvær milliónir krónur um
árið.
Av tí sama skuldi hetta
ikki koma í gildið fyrrenn
1. januar, tá ið fíggjarlógin
fyri 2009 er komið í gildið.
Hinvegin mælti andstøðan
til, at hetta skuldi umsitast
av teimum eftirlitsmyndug
leikum, sum longu eru fyri
at gera tað bíligari.
Av tí sama kundi upp
skotið setast í verk beinan
vegin.
Andstøðan stúrdi fyri, at
verður uppskotið hjá sam
gonguni samtykt, er vandi
fyri, at alt dettur á gólvið, tí
andstøðan hevur ikki fult
álit á, at peningur yvirhøvur
fer at verða játtað til
endamálið næsta ár.
Hinvegin førdi samgong
an fram, at fyri at verja
brúkaran, er tað heilt av
gerðandi og harðliga til
trongt, at vit fáa ein brúk
araumboðsmann.
Men tá ið Løgtingið at
kvøddi um málið, varð tað
uppskotið frá samgonguni,
sum varð samtykt.
Sostatt verður føroyski
brúkarin
munandi
betri
tryggjaður frá 1. januar at
rokna
við
einum
brúkaraumboði, sum skal
tryggja ávís rættindi hjá
brúkarunum.
Og samstundis verður tað
frá 1. januar at rokna, ikki
lógligt at hjá handilsfólki og
vinnurekandi at venda sær
til føroyska brúkaran á
øðrum máli enn føroyskum.
Tað var málnevndin, sum
í síni tíð heitti á landsstýrið
um at seta tiltøk í verk fyri
at tryggja, at alt lýsingamál
í Føroyum, skal vera á
føroyskum máli.
Málið skal hava eina við
gerð í løgtinginum afturat,
áðrenn tað er endaliga av
greitt, men tað er oftast bara
ein avgreiðsluspurningur.
Donsk lýsingabløð ólóglig í Føroyum
Hóast Smyril er
nýggjur, kemur tað
meiri enn so fyri, at
hann longu er ov lítil.
Hinvegin er tað eisini
ein trupulleiki, at
ferðafólk við bili eru
ov sein til skipið
SamferðSla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tá ið Smyril varð bygdur,
varð sagt, at hann skuldi
nøkta tørvin á flutningi til
og úr Suðuroy langt fram í
tíðina.
Í allarflestu førum er tað
heldur ongin trupulleiki.
Kortini kemur tað meiri enn
so fyri, at hann longu er ov
lítil, so at bilar standa eftir
á bryggjuni.
Bara í farnu viku hendi
tað tvær ferðir, at bilar
standa eftir.
Á Strandferðsluni eru tey
greið yvir trupulleikan og
umhugsa nú, hvussu hann
kann loysast.
Tað liggur so í øllum
førum fast, at sum støðan er
nú, verður ikki talan um at
hann fer at sigla fleiri túrar,
tí tað er ongin játtan til.
Hinvegin fer Strandferð
slan nú at laga ferðaætlanina
til og at gera onkrar broyt
ingar fyri at lætta um
trupulleikan.
Jens
Petur
Brattalíð,
ferðslusamskiparin, sigur,
at eitt, sum ger seg galdandi,
er at Skipafelagið er hildið
uppat at sigla upp á Suðuroy
og tað ger, at allur farmur
til og úr Suðuroy nú skal
við Smyrli.
Sostatt er nøgdin av Farmi
vaksin ógvuliga nógv.
Samstundis er væntandi,
at enn fleiri farmur verður
at flyta í summar, tá ið
alivinnan í Suðuroy fer at
taka laks
Jan Haldansen, leiðari á
Sjódeildini, sigur, at tá ið
nógvur farmur er við,
blokerar tað fyri hyllunum,
tí
fyri
tryggleikan
hjá
skipinum kann allur tann
tungi
flutningurin
ikki
flytast út í borðið.
Sostatt er viðhvørt
neyðugt at seta treylarar og
bingjur inn ímóti keysingini
og tá fáast hyllarnar ikki
niður og tá sleppa sjálvsagt
nógv færri bilar við.
Hinvegin staðfestir hann
eisini, at summi av teimum,
sum ikki sleppa við, eru
ferðafólk við bili, sum eru
ov sein til skipið.
Tað stendur í ferða
ætlanini, at fólk við bili
skulu verða á bryggjuni í
seinasta lagi eitt korter
áðrenn skipi siglur fyri at
manningin kann leggja til
rættis, hvussu skipið skal
lastast.
Men tað kemur meiri
enn so fyri, at bilar koma til
skipið nógv seinni enn tað
og tað elvir til trupulleikar,
sigur Jan Haldansen.
Nýggj ferðaætlan
Í eini roynd at bøta um
støðuna og fyri at rætta
aðrar skeivleikar, fer Smyril
at broyta ferðaætlan tann
15. mai.
Tá
verður
talan
um
broytingar ávísar dagar um
vikuna, sigur Jens Petur
Brattalíð.
Ein
broyting
er,
at
mánadag og mikudag siglur
Smyril nú úr Havn klokkan
13.30, men tann verður er
flutt til klokkan 16.
Tað er fyri at tað skal
bera til at fáa so nógvan
farm
sum
gjørligt
við
hendan túrin ístaðin fyri at
lata alt bíða til kvøldtúrin.
Eftir galdandi ferðaætl
anin siglur hann so úr
Suðuroy
aftur
klokkan
18.30 og tað er óbroytt,
men fráferðin suðuraftur
klokkan 20.30, er flutt til
klokkan 21, tí tað hevur
gingið illa at halda ferða
ætlanina um kvøldið.
Fríggjamorgum
fer
Smyril at sigla av Kramba
tanga klokkan sjey alt árið
og ikki klokkan seks helvt
ina av árinum, sum nú.
Leygardag er eisini ein
broyting, tí tá siglur hann
suður klokkan 15.30, men
tann ferðin verður flutt til
klokkan 16.
Hetta er fyri at geva
ítróttarfólkið úr Suðuroy
eina løtu afturat í Havn.
Hinvegin er kvøldtúrurin
leygarkvøld, sum er klokkan
21, fluttur fram til klokkan
20.30.
Stabilisatorarnir
virka fínt
Annars hava leysasøgur
gingið um, at stabilisator
arnir á Smyrli eru óvirknir í
løtuni, men tað avsannar
Strandferðslan.
Teir virka fínt. Hinvegin
hava vit eftirkannað teir í
seinastuni, men tað hevur
bara verið vanligt eftirlit,
sigur Jan Haldansen.
Loypur saman umborð á Smyrli
Tað kemur meiri enn
so Smyril er ov lítil so
at bilar standa eftir á
bryggjuni. Nú verður
ferðaætlanin lagað
til og Strandferðslan
vónar, at tað fer at
hjálpa
Kikjukonsert í Fuglafirði sunnudagin
Komandi sunnudag verður kirkjukonsert í Fuglafjarðar kirkju klokkan sekstan. Tað
eru kór í Eysturoynni, ið syngja. Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, kórleiðari Mikael J.
Heinesen. Kór Glyvra kirkju, kórleiðari Meinhard Bjartalíð. Kórið hjá Jóhan,
kórleiðari Jóhan Mortensen. Eystanljóð(Gøta/Leirvík), kórleiðari, Petur Martin
Johannesen. Fuglafjarðar sangkór, kórleiðari Frits Johannesen. Einir 150 sangarar
vera við í hesum átaki. Kórini syngja sálmar, várløg og klassisk løg við t. d.
orgulfylgisspæli og trompet, og tey syngja bæði einsæ