Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 76 - 22. apríl 2008 – Hetta sæst í nýggja fíggjarlógaruppskot­ inum, sum Karsten Hansen í dag leggur fram í løgtinginum. Samstundis er trí­ sifraða avlopið tódn­ að niður í 50 milliónir FÍGGJARLÓG Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Leingi hevur verið bíðað, men nú er hon her. Fíggj­ar lógin fyri 2008. Á tíðindafundi fyrrapartin legði Karsten Hansen fram fíggj­arlógaruppskotið, sum vísir eina samlaða útreiðslu upp á 4,304 milliardir krón­ ur. Samstundis verða inn­ tøkurnar mettar til 4,357 milliardir, sum merkir eitt avlop upp á 53 milliardir, ella á leið tað sama sum fyri 2007. Men hetta talið er langt frá teirri trísifraðu upphædd­ ini, sum fíggj­armálaráðharr­ in fyrr hevur proklamerað. Landsstýrið vísir á nakrar avgerandi fyritreytir fyri uppskotinum. Millum annað: • ovurhitaður búskapur sum hevur havt høgan útreiðsluvøkstur við sær • ov nógv dømi um vant­ andi fíggj­arstýing á stovn­ unum • ov smalt skattagrundar­ lag • tekin um, at stóri búskap­ arvøksturin fer at hasa av • høgur prísvøkstur vegna hækkandi olj­u­, rávøru og matprísir • metlágt arbeiðsloysi sam­ stundis sum trupulleikar­ nir við útlendskari ar­ beiðsmegi framvegis ikki eru loystir • kredittkreppan minkar um privatu nýtsluna Raðfesta Inntøkurnar fáast til vega við skatti (1.833 milliónum) og avgj­øldum (1.891 milli­ ónir), umframt donsku ríkis­ veitingina upp á 633 milli­ ónir krónur. Útreiðslurnar koma soleiðis fram: rakstur 4.088 milliónir, íløgur 235 milli­ ónir og rentur ­19 milliónir. Tilsamans 4.304 milliónir krónur. Verður hugt at rakstrinum eina sæst, at hann veksur almikið í mun til undan­ farnar fíggj­arætlanir, úr 3.767 (roknskapartøl) í 2007 til 4.088 millónir í 2008. Hetta er 321 milliónir krónur og munandi størri vøkstur enn undanfarin ár, tá hann hevur ligið millum 100 og 150 milliónir krón­ur. Grundgevingin fyri hesum er, sambært Karsten Hansen, at fleiri at teimum kostnaðar­ miklu uppskotunum, sum lógu í tinginum, tá val varð útskrivað, eru tikin við í hetta uppskotið, eins og nýggj­a samgongan hevur valt at raðfesta ávís øki. Teirra millum kunnu nevnast: • nýggj­ar útbúgvingar á Fróðskaparsetrinum • fleiri pedagog­ og lærara­ flokkar • pisa­átøk • fleiri røktarpláss til eldri • barnaískoyti til stakar uppihaldarar • betri barsilsskipan • betri pensj­ónir • yvirtøka av veðurtænast­ uni • yvirtøka av útlendinga­ málunum 31 ikki 130 Undanfarna samgonga hevði eitt fíggj­arlógarupp­ skot, sum vísti eitt avlop upp á 170 milliónir krónur. Hetta nýggj­a hevur bert 53 milliónir í avlopi. Hetta avlop væntar fíggj­armála­ ráðharrin kortini at fáa rætta upp komandi árini. Tað, sum kanska hevur størri áhuga j­úst í løtuni, er Sandoyartunnilin. Í uppskot­ inum eru settar av 5 milliónir krónur til fyrireiking av arbeiðinum, og síðani skulu pengar setast á eina serstaka høvuðskonto tá funnið er fram til, hvussu arbeiðið skal gerast. Her eru nýttar ógvu­ liga bleytar orðingar, serliga í mun til orðingarnar í sam­ bandi við skúlamiðdepilin í Marknagili. Har eru settar tvær milliónir krónur av í ár til proj­ektering, og 30 milli­ ónir krónur komandi ár. Eitt annað ivamál er nógv umrødda yvirtrekkið hj­á ávísum stovnum í fj­ør, sum sambært hesi samgonguni er 130 milliónir krónur. Men sambært tølunum í fíggj­ar­ lógaruppskotinum hj­á somu samgongu er munurin mill­ um fíggj­arlógaruppskotið fyri 2007 og roknskapartølini fyri sama ár bert 31 milliónir, so aðrir stovnar mugu hava at brúkt 100 milliónir minni enn teimum varð tillutað. Aðrir postar í fíggj­ar­ lógaruppskotinum hava verið við sviðusoð, eitt nú Trygdarmiðstøðin í Klaks­ vík, sum hvørki fær eina krónu í uppskotinum í ár, ei heldur í næsta ár. Hinvegin eru settir pengar av til nýtt havrannsóknarskip bæði fyri 2008 og 2009. Fíggj­arlógaruppskotið er sum vant ógvuliga umfat­ andi, og munandi meiri verður at frætta um hetta í komandi bløðum. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, legði uppskot til nýggja fíggjarlóg fram á tíðindafundi í morgun Mynd: Jans Kristian Vang Landið 300 milliónir dýrari at reka Stríðast fyri lívinum Tey hava úr at gera í íslendska tj­óðarbankanum í hesum døgum. Íslendski krónukursurin er fallin munandi, og inflatiónin endar á tí trífaldað, rentan er hækkað fleiri ferðir og íslendsku bankarnir stríðast framvegis við altj­óða kredittkreppuna. Fíggj­arliga illveðrið og alsamt økj­andi inflatiónin hava skapt trupulleikar norðanvert, og tj­óðbankastj­órin, Eirikur Guðnason, boðar frá trupulleikum hj­á serliga smærru bankunum, meðan teir størru eru í holt við umleggingar. – Vit skilj­a, at tað hava verið ávísir trupulleikar á internetbanka­lánimarknaðunum her í Íslandi. Vit vóna at vit hava megnað at skapt møguleikar fyri at seta lív aftur í marknaðin við at tilføra likviditet, sigur Eirikur Guðnason sambært danska blaðnum Børsen.