týsdagur 22. apríl 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2008
Sjáldsom undirskrift
Vanliga verða flestu sáttmálar undirskrivaðir á einari
skrivstovu, men í gjár valdu tveir íslendskir stjórar at fara
niðan á eitt 984 metrar høgt fjall at skriva undir ein
sáttmála um samstarv. Tað vóru stjórin í sparikassanum á
Ólafsfirði, Jón Björnsson, og stjórin í fyritøkuni Credit
info Ísland, Hákon Stefánsson. Tað var av besta veðri í
Íslandi í gjár, og nøkur fólk høvdu leitað sær niðan á ta
984 metrar høga Múlakollu at hyggja at tí, sum fyrifórst.
Teir báðir stjórarnir sita í kavanum og skriva undir
Mynd: Vísir
At íslendska Kaup
thing gjørdi av at
gevast við fíggj
arvirksemi í Føroyum,
er ein av orsøkunum
til ta stóru gjald
føriskreppu, sum
Fiskavirking er
endað í. Sjálvt um
raksturin hevur givið
stórt hall í trý ár á
rað, hevur fyritøkan
eftir øllum at døma
ikki trupulleikar við
solvensinum
AnAlysA
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Um ikki ein vanlukka, so
var tað eitt stórt bakkast
fyri Fiskavirking – ella
Faroe Seafood – at Kaup
thing gjørdi av at gevast í
Føroyum. Hetta er niður
støðan hjá góðum keldum,
sum Sosialurin hevur tosað
við um bráðfengis gjaldføri
strupulleikarnar,
sum
størsta føroyska útflutnings
fyritøka er endað í.
Fiskavirking hevði alla
rakstrarfíggingina í Kaup
thing, men eftir at íslendski
fíggingarstovnurin
gjørdi
av pakka saman í Føroyum,
hevði
stovnurin
ongan
áhuga í at halda fram við at
fíggja raksturin hjá Fiska
virking. Hinvegin er tað
heldur ikki nøkur haldgóð
støða hjá einum fíggingar
stovni at halda fram við
hesi fígging, tí tað krevur
tætt og beinleiðis samstarv
millum fyritøku og fíggjar
stovn, tá talan er um rakstr
arfígging. Og nú Kaupthing
ikki longur hevur deild í
Føroyum, er hesin tættleiki
burtur. Og tá Kaupthing let
ur aftur her, er tað ein
strategisk avgerð, sum merk
ir, at ætlarnir eisni eru um,
at verandi virksemi verður
avviklað.
Eftir øllum at døma hevur
Eik Banki ikki per automat
ikk viljað yvirtikið ta stóru
rakstrarfíggingina, ið ein
fyritøka sum Fiskavirking
hevur brúk fyri, og tað er
júst hetta, sum er atvoldin
til djúpu gjaldføriskreppuna
hjá fyritøkuni, nú Kaupthing
ikki vil økja um debitorfígg
ingina.
Um fyritøkan hevði havt
eitt passandi avlop í rakstrin
um, so hevði Eik Banki utt
an iva bjóðað seg tikið yvir,
og tí ber til at gera ta niður
støðu, at tað fyrst og fremst
er tann tungi raksturin, ið
hevur koyrt fyritøkuna fasta.
Hinvegin, so er keldan hjá
Sosialuninum sannførd um,
at um Kaupthing var verandi
í Føroyum, hevði tað uttan
stórvegis trupulleikar verið
møguligt at økt um rakstrar
fíggingina,
so
leingi
fyritøkan er solvent, og tað
er hon framvegis. Nakað
annað er so, at fallandi fiska
prísir, samstundis sum olju
prísirnir blíva við at hækka,
hava gjørt støðuna sera
trupla fyri stóran part av
fiskivinnuni.
Eik Banki hevur (enn)
onki at gera við rakstrarfígg
ingina hjá Fiskavirking at
gera, men fyritøkan kemur
ikki uttan um føroyskat pen
ingastovnar, hvat rakstrar
fígging viðvíkur, og tí er
lítið at ivast í, at tað verður
Eik Banki – ið sum kunnugt
keypti virksemið hjá Kaup
thing í Føroyum – ið fær
hendan leiklutin. Og í og
við at nevndarformaðurin í
Eik, Frithleif Olsen, í gjár
varð valdur í nevndina hjá
Fiskavirking, so er hetta eitt
týðuligt tekin um, at Eik
hevur fingið eitt avgerandi
orð at siga og beinleiðis fer
at ávirka tær avgerðir, sum
fyritøkan frá nú av fera at
taka.
Spurningur er so, hvussu
tað fer at ávirka leiðsluna í
Fiskavirking, nú øll nevndin
fekk durafjórðingin í gjár.
At øll nevndin verður koyrd
heim í senn, er rættiliga
óvanligt, uttan so at ein fyri
tøka verður seld, og tað er
altso ikki talan um í hesum
føri – enn í hvussu er. Tí má
tað takast sum eitt týðuligt
um, at partaeigararnir hava
mist álitið á nevndarlimun
um. Spurningurin er so, um
leiðslan framvegis hevur
álit millum eigararnar.
Upp á hendan spurningin
svaraði nývaldi nevndar
formaðurin, Richard Mort
ensen:
Leiðslan hevur fullan
stuðul í nevndini.
Hvat kunnu tit gera, sum
tann gamla nevndin ikki
megnaði?
Tað er ikki upp til mín
at siga nakað um gomlu
nevndina, men eftir míni
meting er nýggja nevndin
sett saman av góðum og
kompetentum
persónum,
sum hava neyðugu førleik
arnar innan ymisk lið í fiski
vinnuni: Skipaflota, tekn
iska leiðslu, matvørufram
leiðslu, kt og fíggjarstýring
og marknaðar og strategisk
viðurskifti, sigur Richard
Mortensen.
Víðari sigur nýggi nevnd
arformaðurin, at nevndin
fer at hyggja eftir bæði inn
tøku og útreiðslusíðuni í
royndini at fáa raksturin
aftur á rætta kós.
Vit fara at venda øllum
steinum fyri at tryggja eina
varandi loysn; eisini við
víkjandi rakstrinum.
Spurdur um hetta verður
sum sjálvstøðug fyritøka,
ella roknast kann við, at
royndir verða gjørdar at
selja fyritøkuna, sigur Ric
hard Mortensen.
Fyritøkan kemur at
koyra víðari frameftir sum
sjálvstøðug fyritøka.
Tøl
Tað eru fýra ár síðani Fiskavirking gav avlop. Í 2003 var
hetta avlopið 2,345 mió. krónur.
Tølini fyri seinastu árini síggja soleiðis út í mió. kr:
2004 -15,79
2005 -7,98
2006 -10,86
2007 -17,0 (mett tal)
Í alt 51,6 mió.
Viðmerkjast skal, at ársroknskapurin fyri 2007 enn ikki
er almannakunngjørdur, men hallið verður mett til á
leið 17 mió. krónur. Hetta merkir sostatt, at tey seinastu
fýra árini hava givið eitt hall, sum liggur omanfyri hálvt-
hundrað mió. krónur.
Rakti meint tá
Kaupthing rýmdi
Nýggj nevnd
Richard Mortensen, formaður, Frithleif Olsen, Jónvein
Knudsen, Eyðun Olsen og Leif Abrahamsen
Frákoyrd nevnd
Tummas Christophersen, formaður, Óli Hansen, Árni
Dam, Gestur Geirson og Ivan Lopez
Brot úr tíðindaskrivi hjá Faroe Seafood:
Fíggjarliga støðan hjá Faroe Seafood hevur ikki verið
góð seianstu tíðina. Rakstrarhall seinastu árini saman
við stóru íløgunum í skip bera í sær, at skuldin í Faroe
Seafood er nógv økt. Samlaða skuldin er nú 560
milliónir krónur.
Nýggja nevndin sigur, at hon fer nú at planleggja
framtíðina saman við leiðsluni, so Faroe Seafood aftur
kann gersta ein lønandi fyritøka.
Høvuðspartaeigararnir í Faroe Seafood eru: (í pro-
sentum) Notio Seafood 29, Framtak 27, TransFarex 24,
Traustfang 14, SP/F 29.03.2006 5, leiðandi starsfólk 5,
Vinnan 2.
Vánaliga fíggjastøðan hjá Fiskavirking fekk eigararnar í fyritøkuni at senda alla nevndina
til hús. Nýggjur nevndarformaður er Richard Mortensen, sum her júst er komin út at greiða
fjølmiðlunum frá, hvat hendi á eykaaðalfundinum seint seinnapartin í gjár
Mynd: Kári Mikkelsen