týsdagur 22. apríl 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2008
Ikki egnað at sigla í ísi
Umleið 30 fremmand ferðamannaskip hava boðað frá, at
tey ætla sær til Grønlands í summar, men nú vísir ein
kanning, at bara eitt av skipunum er bygt til at sigla í
økjum, har ísur kann vera. Tað er tað norska skipið
”Fram”. Gorm Diernisse hjá Royal Arctic Line sigur við
KNR, at siglir eitt av hinum skipunum á eitt ísstykki,
kann vandi vera fyri einari vanlukku. Hann sigur eisini, at
nógv av skipunum leggja ikki í at biðja um ísloðs.
”Grand Princess” er eitt av skipunum, sum plagar
at vitja í Grønlandi (Mynd: KNR)
Ávara ímóti toskalivur
Norska matvørueftirlitið mælir nú fólki frá at eta
toskalivur, tí ein kanning hevur avdúkað, at rættiliga
nógv av eiturevnunum dioksin og PCB eru í toskalivur
úr Barentshavinum. Kanningin umfataði eisini lodnu og
rækjur, men tað var bara í toskalivur, at granskararnir
funnu í meira lagi av dioksin og PCB, skrivar NTB.
Matvørueftirlitið hevur longu mælt børnum og kvinnum
í barnførum aldri frá at eta fiskalivur.
- Her er eingin kunn-
ing, og vit frætta einki
annað enn tað, vit
hoyra í fjølmiðlunum.
Soleiðis var tað eisini,
tá bæði eg, konan og
sonurin mistu arbeiði
undir kreppuni tíð-
liga í nítiárunum,
sigur Harry Johanne-
sen, sum koyrir truck
hjá Faroe Seafood á
Toftum
Faroe SeaFood
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta samdøgnið hevur
fingið fólk, sum arbeiða
kring um á virkjunum hjá
Faroe Seafood, at hugsa
aftur á tíðina, tá ið samfe
lagskreppan tíðliga í níti
árunum serliga rakti tey
tímaløntu og teir, sum
mannaðu fiskiflotan.
Á eykaaðalfundi í Faroe
Seafood í gjár varð øll
nevndin aftanfyri felagið
skift út, og nýggj nevnd og
formaður vóru vald í stað
in.
Útskiftingin
fór
fram
eftir, at leiðslan í Faroe Sea
food alment hevur ásannað,
at fíggjarliga støðan hjá
felagnum er ivingarsom, nú
virksemið hevur givið stórt
hall fleiri fylgjandi ár á
rað.
Men hvussu merkja so
tey, ið arbeiða á virkjunum
hjá Faroe Seafood kring
landið hesa tyngjandi støðu,
sum felagið er komið í?
Sosialurin hevur í morgun
tosað við Harry Johannesen,
ið er ein teirra, sum arbeiðir
hjá Faroe Seafood á Toftum,
ið er saltfiskavirki burtur
av.
Harry og konan, vanliga
rópt Margo, hava bæði sítt
livibreyð á virkinum. Í
løtuni er konan burtur, men
vit hittu Harry, sum koyrir
truck hjá virkinum á Toft
um.
Tá Nykur tíðliga í nítiáru
num læt dyrnar aftur, ar
beiddu Margo og sonurin,
Jan Erik, bæði á virkinum.
Tey mistu bæði arbeiði og
Harry, sum tá arbeiddi hjá
Landsverki á Lambareiði
og helt seg hava eitt trygt
arbeiði, misti eisini arbeiði
stutta tíð eftir.
Tá var einki at fara eftir,
tí samfelagið gjørdist púra
lamið. Alt steðgaði upp,
bæði á landi og sjógvi, og
soleiðis vóru eingi útlit til
at fáa arbeiði aðrastaðni.
Hetta var ein sera trupul
tíð, sigur Harry.
Eingin kunning
Harry Johannesen sigur, at
tey hava onga sum helst
kunning fingið um støðuna,
sum Faroe Seafood nú er í,
og tískil vita tey heldur
ikki, hvat bíðar fyri framm
an – um tað verður nakað
ella einki.
Vit vita ikki annað enn
tað, vit hoyra og síggja í
fjølmiðlunum – og síðan
tað slatur, sum nú einaferð
altíð gongur, tá støðan er
soleiðis vorðin.
Hann sigur, at heldur ikki
í morgun, nú øll nevndin á
eykaaðalfundi í gjár varð
vald av nýggjum, hava tey á
arbeiðsplássinum
fingið
nakra kunning um viður
skiftini og framtíðina hjá
felagnum.
Vit sóu í Degi & Viku í
gjárkvøldið, at felagið hev
ur havt velduga stór hall
seinastu trý árini, og at trup
ult hevur verið í seinastuni
at fingið pening til rakstur,
men vit vita framvegis einki
um framtíðina, sigur Harry.
Spurdur, um tað í fleiri
førum eru hjún, sum arbeiða
á virkinum á Toftum, heldur
hann ikki, at hesi eru so
nógv í tali í dag, men í onkr
um øðrum førum enn hjá
sær og konuni er talan um
hjún.
Merkist tað, at fólk eru
órógvaði um støðuna?
Nei, tað vil eg ikki siga,
ikki nakað serligt í hvussu
er. Eingin sigur nakað, tí
eingin veit nakað. Eg taki
tað bara, sum tað kemur, tí
eg fái ikki gjørt nakað við
støðuna, sum er.
Harry ásannar, at tíðirnar
eru øðrvísi í dag, enn tær
vóru tíðliga í nítiárunum, tá
alt steðgaði upp.
Eg eri útbúgvin maskin
arbeiðari og trúgvi, at eg
helst kundi fingið okkurt
annað arbeiði, um virksemið
á Toftum helt uppat. Men
tað hevði helst verið truplari
hjá konu míni at funnið
annað arbeiði. Hon hevur
arbeitt her á virkinum tað
mesta av eini fjórðingsøld,
sigur hann.
Ikki tímalønt
Harry Johannesen heldur
ikki, at tað eru tey tímaløntu
arbeiðsfólkini, sum eru at
voldin til stóru hallini hjá
Faroe
Seafood
seinastu
árini.
Arbeiði hevur yvir
longri tíðarskeið verið ógvu
liga óstøðugt. Tá lítil fiskur
er, og vit bara koyra við ein
ari linju, eru fleiri tímalønt
fólk við hús. Árið í ár byrj
aði væl, tá ið gongd kom á,
men síðan kom stígur í aft
ur. Nú í seinastuni hevur
aftur verið hampiliga væl at
gera á virkinum, sigur
hann.
Harry sigur seg ikki duga
at síggja, at tað eru tey tíma
løntu, sum hava tømt kassan
hjá virkinum fyri pening, tí
hetta eru dugnalig fólk,
sum tá tey eru til arbeiðis,
kenna sínar uppgávur til
fulnar.
Eg trúgvi, at tað heldur
eru tær stóru skipaíløgurnar,
sum felagið hevur gjørt, ið
nú síggjast aftur í stóra halli
num hesi árini. Skip og
veiðiloyvi hava verið dýr,
og hetta sæst eisini aftur í
gongdini hjá øðrum virkj
um, ið hava keypt skip,
leggur hann aftrat.
Harry sigur seg vænta, at
boð verða eftir peningakass
anum hjá arbeiðarafeløgun
um, nú Faroe Seafood er í
fíggjarligari kreppu.
Tá gongdin er, sum hon
er, og neyðugt er við meira
peningi til framhald, kemur
kanska
panikkur
í
hjá
arbeiðarafeløgunum, sum
so mangan áður hava verið
við til at tikið um endan.
Hetlendskur toskur
Ein orsøkin til, at fiska
arbeiði á Faroe Seafood á
Toftum, sum burtur av
virkar saltfisk, ikki hevur
verið serliga støðugt, kann
standast av, at toskaveiðan
undir Føroyum hevur verið
lítil seinnu árini.
Nú toskurin hevur verið
minni, hevur longa verið
ein fittur partur av rávøru
grundarlagnum. Toskur er
dýrur at keypa, og tá ið
fíggjarliga støðan hjá felag
num er veik, er hugsandi, at
trupult hevur verið at fingið
fatur á toski.
Harry veit tó at siga, at
tey á Toftum hava virkað
hampiliga stórar nøgdir av
aldum toski úr Hetlandi í
seinastuni.
Sum eg havi skilt, er eitt
av teimum stóru toskaali
brúkunum í Hetlandi farið í
gjaldssteðg fyrr í vár, og
toskur frá hesum alibrúki er
komin higar til okkara.
Hann sigur, at uppí eini
1015 tons eru komin úr
Hetlandi í senn, sum ísaður
fiskur, og hesin er so flaktur
og saltaður á virkinum á
Toftum.
Vit hava skorið og saltað
hendan fiskin, og hann hev
ur munað væl nú í seinast
uni, leggur Harry aftrat.
Spurdur, hvussu hesin
fiskurin er til dygdar, sigur
truckførarin, at tað dugir
hann ikki at meta um.
Liturin á skræðuni er
Tey tímaløntu ikki tømt
kassan hjá Faroe Seafood
- Tað eru ikki tey tímaløntu, sum hava tømt kassan
hjá Faroe Seafood fyri pening, tí hetta eru dugnalig
fólk, sum tá tey eru til arbeiðis, kenna sínar uppgávur
til fulnar. Eg trúgvi heldur, at tað eru tær stóru
skipaíløgurnar, sum nú síggjast aftur í hallinum,
sigur Harry Johannesen, sum koyrir truck hjá Faroe
Seafood á Toftum
Mynd: Vilmund Jacobsen