týsdagur 22. apríl 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 76 - 22. apríl 2008
Geir og Gordon á fund
Hósdagin fer íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Hararde,
at tosa við bretska starvsbróður sín, Gordon Brown, um
ymisk mál av felags áhuga. Fundurin verður í London, men
fyrst skal Geir hitta formannin í konserativa
andstøðuflokkinum, David Cameron. Forsætismálaráðið í
Reykjavík sigur, at forsætisráðharrin fer at tosa við teir
báðar bretsku politikararnar støðuna á altjóða
fíggjarmarknaðinum og um trygdar- og orkumál.
Politikararnir lurta ikki
Formaðurin í grønlendska fiskivinnuráðnum, Jens K. Lyberth,
fýlist á, at Finn Karlsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum,
hevur ásett nýggjar kvotur og latið fiskirættindi uttan at
ráðføra seg við ráðið. Hann fýlist eisini á, at
landsstýrismaðurin als ikki lurtar eftir teimum ráðum, sum
landstýrið fær. Eitt nú mæltu fiskifrøðingarnir til at skarva 30
prosent av rækjukvotuni, vinnan mælti til 10 prosent yvir trý
ár, men úrslitið gjørdist fimm prosent.
Grønlendska landsstýrið lurtar ikki eftir
fiskivinnuráðnum (Mynd: KNR)
- Fiskiørn hoyrir til
bólkin av rovfuglum,
men livir næstan
100% av fiski. Hon er
tí ikki til vanda fyri
høsn, dunnur, gæs
og heiðafugl annars,
sigur Jens Kjeld-
Jensen
Fuglur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinastu tíðina hevur ein
fiskiørn
hildið
til
við
Hálsavøtnini á Sandoynni.
Jóan Petur Petersen hevur
verið heppin og hevur tikið
fleiri góðar myndir av
ørnini.
Jens Kjeld-Jensen, fugla-
frøðingur, sigur, at fiskiørn
er skrásett at vera sædd í
Føroyum einar 14-15 ferðir
síðan í 1800-talinum, men
hugsandi er, at aðrar eru
sæddar gjøgnum tíðirnar,
sum ikki eru skrásettar.
Fuglafrøðingurin vísir á,
at síðan 1950 eru 10 fiski-
ørnir skrásettar at vera
sæddar í Føroyum.
- Fuglurin byggir reiðir í
eitt nú Skotlandi, men flytir
síðan suðureftir, tá ið heyst-
ið kemur og er burtur um
veturin.
Um veturin heldur fugl-
urin til í eitt nú Afriku og
Suðurameriku.
Jens Kjeld-Jensen sigur,
at tvær av fiskiørnunum,
sum skrásettar eru í Føroy-
um, vóru ringmerktar í
Svøríki.
Eingin vandi
- Ørnin hoyrir til bólkin av
rovfuglum, men livir næstan
100% av fiski. Fiskiørnin í
Sandoynni er tí ikki til
vanda fyri høsn, dunnur,
gæs og heiðafugl annars.
Hann sigur, at tað er bara
ein spurningur um tíð, nær
fuglurin flýgur burtur aftur.
- Eg havi skilt á fólki, at
fiskiørnin hevur tikið síl á
vatninum, og ivaleyst man
hon hava fingið mettuna
hesar
dagarnar.
Annars
hevði hon longu verið rýmd,
sigur fuglafrøðingurin.
Fiskiørn er nógv minni
enn eitt nú havørn, sum
eisini er sædd í Føroyum
gjøgnum tíðirnar, men ikki
so ofta sum fyrrnevnda.
Ein meistari
Fiskiørnin er ein meistari í
at
veiða
fisk.
Vanliga
hongur fuglurin stillur í
luftini, einar 25 metrar yvir
vatnflatuni. Hon sær væl,
og tá hon fær eyga á ein
fisk, stoytir hon seg niður. Í
evstu løtu, áðrenn hon rakar
vatnið ella sjógvin, leggur
hon
veingjarnar
aftrat
kroppinum og kavar.
Sagt verður um fuglin, at
hann serliga tekur fisk, sum
liggur um einar 20-40 senti-
metrar, men fiskiørnin kann
eisini taka fisk, sum er
størri enn hetta.
øðrvísi enn á fiskinum, sum
vit plaga at arbeiða undan
Føroyum, men tað er ikki
vist, at hetta hevur nakran
týdning fyri lidnu fram-
leiðsluna.
Aldi toskurin úr Hetlandi
er sum stórur smáfiskur á
at líta.
Útlendsk arbeiðsmegi
Harry Johannesen sigur, at
tey, sum arbeiða hjá Faroe
Seafood, mangan hava undr-
að seg yvir alt kjakið um, at
føroysku
fiskavirkjunum
tørvar so nógva arbeiðs-
megi.
- Henda umrøða tykir
okkum mangan løgin, tí her
á Toftum hava vit, tá ið árið
er úti, ikki fingið nóg mikið
av tímum til eina hampiliga
ársinntøku.
Hann vísir á, at kona hans-
ara neyvan tjenti stórt meira
enn 100.000 krónur alt sein-
asta ár.
- Eg sigi ikki, at støðan á
øðrum virkjum hjá felag-
num kring landið ikki kann
vera øðrvísi, men á virki-
num hjá Faroe Seafood á
Toftum hevur trupulleikin
heldur verið, at okkum vant-
ar arbeiði fyri at hava eina
hampiliga inntøku, sigur
Harry Johannesen.
Nýggi stjórin í Kring-
varpinum, Annika
Mittún Jacobsen,
hevur lagt uppskot til
bygnaðarbroytingar
fram fyri deildarleiðar-
arnar og starvsfólkið
í Kringvarpinum.
Almenna varpið skal
hava færri leiðarar og
opnari deildir
Miðlar
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Annikka Mittún Jacobsen
hevur bara verið góðar tvær
vikur í starvinum sum stjóri
í Kringvarpi Føroya, men
hon er farin beint í gongd
við at fyrireika umskipanir
av stovninum.
Sambært keldum í Kring-
varpinum hevur nýggi stjór-
in lagt fram uppskot um
bygnaðarbroytingar,
sum
bróta niður mørk millum
deildir, og gevur stovninum
færri leiðarar.
Men sambært Anniku
Mittún Jacobsen, stjóra, er
talan bert um upplegg til
innanhýsis kjak. Hon hevur
ikki avgjørt nakað enn, men
vil samskifta við starvsfólki
um at finna bestu loysnina.
- Vit hava tosað um,
hvussu Kringvarpið skal
skipast. Fíggjarætlanin hjá
stovninum er kroyst, og vit
hava brúk fyri at fáa meira
fyri pengarnar. Vit hava nøk-
ur ósett størv, men tey verða
ikki sett í ár. Og so kanna
vit, um tað ber til at fáa eitt
bíligari útvarp.
Kringvarpið
broytir skap
Anikka Mittún Jacobsen,
stjóri í Kringvarp Føroya
Fiskiørnin á Hálsavøtnum
- Vit hava onga áheitan fingið frá Faroe Seafood um at seta
pening í virksemið. Mær dámar ikki samantvinningina millum
virkir og skip, sigur Harry Benjaminsen, sum arbeiðir hjá
Faroe Seafood á Toftum, samstundis sum hann er formaður í
Tofta Arbeiðarafelag
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit eru ikki óttafullar um støðuna, men tað er greitt, at vit
hugsa um, hvussu framtíðin verður, nú fíggjarliga støðan hjá
felagnum er so spent, siga kvinnurnar, sum Sosialurin hitti á
bryggjuni á Toftum í morgun
Mynd: Vilmund Jacobsen
Fiskiørnin, sum seinastu
tíðina hevur hildið til við
Hálsavøtnini á Sandoynni
Mynd: Jóan Petur Petersen