týsdagur 22. apríl 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 76 - 22. apríl 2008
Jákup Olsen, pápi okkara, er fødd
ur tann 23. apríl 1938 á vestara
kamarinum uppi á loftinum í
húsinum hjá Jákup Midjord á
Øgrum. Pabba er sonur Miu og
Karl Olsen, og eftir at pabba varð
føddur, fluttu tey til Vágs í nýggj
hús, sum standa úti í Toftalíð úti á
”Vendiplássinum”. Abbi okkara,
Karl Olsen, var sonur Óla Olsen,
vanliga nevndur Óla Smið og
Jákubinu við Hvanndalsá. Abbin
var yngsti sonur og var tí ikki
tann, ið kom at standa í smiðjuni
hjá pápinum og var tí noyddur at
finna sær annan lívsveg. Hann
byrjaði sum blaðungur, 14 ára
gamal, úti hjá Jóhan Nólsøe á
Marknoyri, sum seinni setti hann
sum arbeiðsformann vesturi á
kaiini. Karl abbin varð verandi á
kaiini øll síni arbeiðsár. Omma
okkara, Mia, var dóttir Jákup og
Lisu Midjord á Øgrum. Mia var
heimagangandi og passaði húsið
og børnini og var annars besti
stuðul hjá manni sínum í hansara
arbeiði. Eftir at tey høvdu fingið
Jákup, fingu tey synirnar, Óttar,
ið varð føddur tá bumburnar fullu
í 1942. Omma hevur sjálv sagt
frá, at hon stóð við snórin og
hongdi klæðir upp, tá ið flúgvarin
kom undan Nesfjalli, og abbin var
á útróðri. Nakrar tímar eftir, at
bumburnar vóru falnar uppi undir
bøgarðinum, ikki langt frá har
omma stóð og hongdi klæðir upp,
varð Óttar føddur. Ellivu ár eftir,
at pabba varð føddur, varð yngsti
beiggin, Kári, føddur.
Lívið gekk sína gongd í Toftalíð,
og húsini í grannalagnum vóru
sum eitt, og børnini eins og tey
vaksnu gingu inn til hvønn annan
dagliga. Tey bond, ið har vórðu
knýtt, vórðu knýtt fyri lívið.
Heimið hjá ommuni og abbanum
í Toftalíð stóð altíð opið, og var
sum eitt heim fyri mong. Heimið
var karmur um eitt ríkt mentanar
lív, har alskurin fyri føroyskum
kvæðaskaldskapi og fosturlands
rímum birtist. Hetta sæst aftur í
teimum óteljandi skrivibókum, ið
pabba avskrivaði kvæði og tættir
í, og herav kemur hansara framúr
vakra hondskrift. Eisini er hetta
ein av hornasteinum undir hansara
yrkjaraevnum samantvinnað við,
at hann hevur so mætar yrkjarar
sum Poul Jóhannes táttayrkjarin
og Poul F. sum nærmastu skyld
menn. Somuleiðis síggjast hesi
evni aftur í hansara máta at rúnar
binda áhoyraran í sínari frásøgn,
og tí var tað ikki so løgið, at valið
fall á at útbúgva seg sum lærara.
Eftir loknan realskúla skuldi støða
takast til, hvør leiðin skuldi ganga.
Í 1957 fór pabba til Danmarkar, á
Nørre Nissum seminarum, sum
fyrsti føroyingur nakrantíð. Her
bergtók tann føroyski unglingin
mangan vestjyda, við sínum ser
liga verumáta og lyndi. Her knýtti
hann mong vinarbond, sum eru
eins sterk tann dag í dag. Nevnast
kann, at á 65 ára føðingardegi
hansara vóru hálvthundrað næm
ingar úr hanara árgangi frá Nørre
Nissum í Føroyum fyri at heiðra
hann. Til stuttleika kann nevnast,
at hann til hetta høvi keypti eina
dýni til hvønn og innlogeraði tey í
Skótahúsinum. Hetta er bert ein
av mongum tilburðum, ið siga
nakað um hansara ovurstóra gesta
blídni og gávumildni. Tað, at hann
valdi skótahúsið, var ikki av
tilvild, tí hann var jú ein av endur
stovnarunum
av
skótaliðnum,
Royndini Fríði í Vági, eins og
hann var sera virkin skóti alla sína
lestrartíð í Danmark.
Hann var tó ikki verandi einsa
mallur føroyingur meira enn eitt
gott ár, tá ið mamma, seinni kona
hansara, kom niður, fyri at nema
sær somu útbúgving. Eftir at
pabba varð útlærdur í 1962, starv
aðist hann í Thyborøn sum lærari,
ímeðan mamma gjørdi seg lidna
við lesnaðin.
Í 1963, tá ið avgerðin varð tikin
um at fara aftur til Føroyar, varð
varaskúlastjórastarvið
boðið
pabba og lagt varð aftrat, at skúla
stjórin var gamal og fór skjótt frá.
Hetta sigur ikki sørt um, hvussu
væl umtóktur hann var. Men heim
longsulin var ov stórur og í tí
sambandinum kann ein hending
undir lestrartíðini lýsa henda
heimlongsul og evnini hjá pabba
til at síggja møguleikar heldur
enn forðingar umframt hansara
drívmegi. Tjaldið sigldi 14. hvønn
dag Føroyar – Keypmannahavn –
Føroyar. Jóltíð var, Tjaldið var
farið heim fyri seinastu ferð 16.
desembur, tá ið ilur kom í pabba
og heim skuldi hann, so ella so,
so hann og mamma okkara,
Marna, saman við Jonhild Strøm
tóku ferðina niður til Esbjerg. Við
smørbáti fóru tey frá Esbjerg upp
til Grimsby við vónini um at finna
eitt føroyskt fiskifar har, sum
komið var at landa feskan fisk
undan jólum. Rætt var, ”Grímur
Kamban” lá við kai. Jákup var
skjótur umborð, spurdi skiparan
Wolfang, um møguleiki var at
sleppa við heim til Føroyar. Skip
arin svaraði, ”at hetta fer at verða
bummsøla, tá konufólk komu upp
í leikin”. Men tá sølutølini komu,
var tað metsøla, so lagið var gott,
og ferðin gekk gott heim til Før
oyar. Komin til Vágs høvdu aðrir
Nørre Nissum studentar hug at
klípa Jákup og Marnu í kjálkarnar,
tí tað var jú ógjørligt at koma
heim til Føroyar, aftaná at Tjaldrið
var farið. Her vísti pabba enn
einaferð, at onki er ógjørligt.
Heim við sær frá Nørre Nissum
tóku mamma og pabba ikki bert
lesnaðin við sær, men eisini
kunnu tvey markant dømi takast
fram, sum ikki funnust í føroysk
um samfelagnum áður. Annað er
flogbólturin. Pabba tók bæði flog
bólt og net heim við og lærdi lær
ararnir hesa nýggju ítróttargrein.
Hitt er adventskransurin, sum
hann tók við sær heim. Bæði hesi
dømini eru fastur táttur í føroyska
samfelagnum í dag.
Mamma og pabba komu heim
og vórðu sett í starv við Vágs
skúla. Tit vóru ung og virkisfús,
fóru eldhuga til verka. Tit vóru
eldsálir í tykkara virki, og tit
bygdi skúlan upp innanífrá við
nýggjari námsfrøði. Tit vóru sum
ein nýggjur spíri, sum brátt fór at
næla og veksa. Eina nýggja læru
grein innførdu tit, sum ikki var
kend í Føroyum áður, nevnuliga
evning. Lærarafelagið heitti á teg
pabba at skipa fyri skeiðum í evn
ing fyri lærarar, so henda læru
grein seinni kundi innførast sum
nýggj lærugrein fyri allan før
oyskan skúlaskap. Vágs skúli var
fyrsti fólkaskúli í Føroyum, sum
fekk brenniovn til leir, bert Føroya
Háskúli hevði ein frammanundan.
Eisini fóru tit í holt við at fyriskipa
sjónleik fyri næmingunum í 3.
real. At skúlin gjørdist títt lívs
verk, har ið arbeiðstíð og frítíð
flutu saman í eitt, eru óteljandi
dømir um. Vit minnast, at næm
ingarnir øvaðu sjónleik uppi í
kjallaranum hjá okkum, næm
ingarveitslur vóru eisini, eins og
skótarnir gjørdumførdu leiðaraút
búgvingina til patruljuførarar – alt
í sama skála í kjallaranum.
Ì 1968 gjørdist pabba varaskúla
stjóri, og tá ið Johan Djurhuus
legði frá sær sum skúlastjóri, gjørd
ist tú hansara eftirmaður í 1972.
Stutt eftir hetta fór tú til verka
at bøta um karmarnar, skúlin
hevði at virka undir, og 2. septem
ber í 1979 var nýggjur stásiligur
skúli vígdur við øllum nútímans
fakhølum – ársdagin fyri vígsluna
av gamla skúla frá 1884 vesturi á
Oyralag.
Hesin skúlin er einasta byggjarí
við statsstuðli í føroyskari søgu,
har stuðulin er útgoldin loypandi
undir øllum byggjarínum. Hetta
er tær at takka fyri, tí Vágs Býráð
slapp undan at taka dýr byggilán
av tí sama. Og fíggjarætlanin fyri
byggjarí’ið helt.
Eitt av serhølunum, sum eigur
at takast fram, er 25 metrar langi
svimjihylurin – einasti skúlahylur
tann dag í dag, sum er 25 metur.
Hetta fekst tú eisini ígjøgnum,
hóast mótstøðu frá játtandi mynd
ugleikum, tí hetta var ikki vanligt.
Fyri teg var tað átroðkandi neyð
ugt, at kappingin fekk pláss í
menningini av teimum ungu. Tú
setti tær eitt mál og náddi tað –
sum so mangan. Tú var víðskygdur
og ynskti, at skúlin var nútímans
langt inn í framtíðina.
Men tað var eitt sum var tær
sýtt, men sum hevði kunna givið
føroysku ítróttini fleiri nýggjar
ítróttargreinir. Tú ynskti at gagn
nýta avlopsorkuna frá svimjihylin
um til at niðurkøla skúlalagið,
soleiðis at Vágs bygd eisini fekk
eina ísbreyt í sama umfari.
Samstundis sum skúlin varð
bygdur, stóðst tú sum formaður
fyri Minnisvarðanevndini á odda
fyri arbeiðnum at reisa nýggja
minnisvarðan fyri teimum sjó
lætnu og harvið fekk gjørt ljótasta
blett mitt í Vági til eitt prýðisøki
við tí nátturuvakra berginum sum
karm rundan um varðveitingina
av siðsøguliga fiskaplássi mitt í
bygdini.
Tað siðsøguliga hevur altíð fylt
nógv, men ikki bara siðsøguliga,
men samtíðarkunningin hevur
eisini verið ein stórur partur, og
sæst hetta millum annað aftúr í, at
pabba varð biðin um at skriva
lesiætlanina fyri nýggja fakið,
samtíðarkunning, í samband við
at nýggja skúlalógin kom í 1979.
Í 1980 tekur pabba yvir politiska
leiklutin hjá pápa sínum, og tá ið
hann hevði sitið í býráðnum í 16 ár
og ikki stillaði upp aftur, varð
pabba settur á listan og valdur.
Hann sat í býráðnum í 20 ár. Í
1994 varð pabba valdur á Føroya
Løgting fyri Kristiliga Fólkaflokk
in, sum fyrsti og einasti umdømis
valdi tingmaður floksins, líka frá
flokkurin varð stovnaður miðskeið
is í farnu øld, tá Kjartan Mohr
stovnaði flokkin. Sum tingmaður
valdur fyri Suðuroynna í 1994, har
fíggjarkervið í Føroyum ridlaði,
setti tú tær sum mál at leggja lunn
ar undir eitt hvørt vinnuligt virk
semi í tínari heimbygd. Eisini sum
tingmaður gjørdi tú títt til at verja
ogn føroya fólks við millum annað
at krevja, at øll frálandavinna og
møguliga oljuvinna skuldi fara um
føroyskan kaikant. Harumframt
fekst tú tryggjað orðingina í olju
lóggávuni, at ”oljan er ogn føroya
fólks”.
Á vinnuøkinum hevur tú eisini
víst títt hegni. Tú hevur ikki havt
minnið enn 4 bátar, Soleu, saman
við verfaðirinum, Torra, saman
við brøðrunum, Ottar og Kára og
øðrum. Nótabátin, Saksaberg,
saman við allari manningini og
rækjubátin, Hvannaberg, saman
við skiparanum. Umframt hetta
hevur tú altíð havt seyðahald í
Hvannadali.
Umframt alt hetta sum nú er
nevnt, hevur tú verið og er ein pápi
og abbi sum fáur. Fyri okkum børn
hevur ongantið nakað verið nóg
gott. Altíð hevur tú viljað tað besta
fyri okkum, fyri okkum systkin
hevur tú verið pressarin, sum stuðl
aði okkum í at røkka okkara egnu
málum. Tú rúmar so nógv, so
nógvan kærleika, so stórt hjartarúm
og so stóran vilja til at skapa. Tað,
sum sermerkir teg er, at tú ert mál
rættaðu, loyalur, heilur og trýgvur
móti tínum upphavi og tínum kæru,
trúgvur móti tínari søgu, trúgvur
móti teimum idealum, tú vaks upp
við, og trúgvur móti teimum røtum,
ið góvu tær megi. Hesi virðir hevur
tú einsi givið okkum í uppfostranini,
og soleiðis sum tú sjálvur, so hava
júst hesi virðini givið okkum børn
um somu styrki og megi, sum tey
góvu tær. Ogur hava nógv at vera
takksom fyri og fara við hesum at
siga takk fyri alt, tú hevur verið fyri
okkum og ynskja tær mong góð ár
framyvir saman við mammu.
Longsul
Mær leingist at hoyra eitt føroyskt
orð,
og nýta tess kringlutu gøtu
ei hóvar mær røddir við fína borð,
mær leingist til føroyskar løtur.
Sum tann, ið kennir hvørt veingja-
sús,
og veit hvussu alt har virkar
hann leiðist at búgva í høga hús
best trívist har gólvið knirkar.
Jákup Olsen, New York,
tann 16/11-1996
Elsa Maria, Martin Karl
og Annika
Jákup Olsen 70 ár
nøvn