týsdagur 22. apríl 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2008
15
nøvn
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
23. apríl. Georgius, deyður umleið ár 300. Halgisøgan
sigur, at hesin kristni riddarin feldi ein dreka og
bjargaði kongsdóttrini har í staðnum. Hann varð seinni
tikin av døgum fyri trúar sakir. Dagurin er valdur til
almennan skótadag um allan heim. Grikska navnið
merkir hann sum dyrkar jørðina.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at kæra mamma, vermamma, omma, langomma
og olduromma okkara
Thurid Alvilda Frederikka Abrahamsen
Fuglafirði
andaðist á Vesturstovu sunnudagin 20. apríl,
95 ára gomul.
Jarðarferðin verður frá Fuglafjarðar kirkju
mikudagin kl. 14.
Børnini
Tey, ið vilja minnast Thurid, verða biðin um, heldur enn at lata
krans, at lata eina peningagávu til Fuglafjarðar kirkju ella Thabor í
Fuglafirði. Konta í peningastovnunum.
Ein stillførur og í orðsins besta
týdningi mentað sál er farin.
Ólavur Olsen, fyrrverandi stjóri á
Grannskoðanardeild
landskassans
hevur, høgt í árum, lagt árarnar inn.
Hann, ið hetta skrivar, hevði tað
privilegium at arbeiða saman við
Ólavi í mong ár, hann sum sagt á
grannskoðanardeildini
og
eg
á
Føroya Gjaldstovu. Serliga vóru tað
árini seinra partin í 1980-unum, tá ið
samfelagið so líðandi loysnaði í
seymingini, og hetta kanska eina
mest kom til sjóndar í landskassans
meginumsiting, at okkara arbeiði á
ávísum økjum varð samanknýtt.
Báðir vóru vit tá hvør í sínum lagi
engageraðir í arbeiðsbyrðum við
sterkum træðrum til løgtingið og
landsstýrið.
Vit tosaðu mangan álvarsligt
saman niðri á Kongabrúnni.
Altíð var hann tann róligi og
sakligi. Hann dugdi fólkasið. Leyp
ikki framav, hóast byrðan óivað í
løtum kann hava verið tung í einum
so árendum stjórastarvi, sum tað,
honum varð litið í hendi.
Og tað rann gott millum okkum
báðar. Júst í teimum nevndu árum
stóð mangan á; men hann var altíð
tann róligi við tí blíðkandi, varliga
brosinum á vørrunum hóskandi
einum gentlemanni.
Ætlanin við hesum fáu orðum er at
veita Ólavi eina seinastu tøkk fyri
tað, hann gav frá sær í sínum
krevjandi og trupla almenna starvi
og at lýsa frið yvir hansara minni.
…….
Tit, sum hava mist, vístu manni,
pápa, abba og langabba tykkara eina
virðiliga,
musikalska
jarðarferð.
(Trupult beint nú at finna aðra
orðføring).
Hann hevði óivað notið løtuna.
Heri Mohr
Minningarorð
Páskakvøld 23. mars andaðist Kurt
Hansen 72 ára gamal.
Tað vóru tung boð at fáa, tá ið
dóttirin Ann ringdi fyri mammu sína
og segði, at pápi sín var farin. Ein
maður, ið var inni hjá okkum tá, tók
soleiðis til: ”Tit hava mist ein góðan
mann, hann hevur verið trúgvur í sín-
um arbeiði,” og tað mugu vit, ið
varða av Skálabúðini, so sanniliga
taka undir við – ein trúgvur starvs-
felagi ígjøgnum 38 ár er ikki okkara
ímillum longur.
Ein hoyrir ofta, at lívið er í pørtum,
og kom hesin arbeiðisdagurin at gerast
ein stórur partur av lívsskeiði hansara.
Kurt var dani úr Ringsted, var
útlærdur innan harraekvipering, og
ferðaðist hann í nøkur ár til Føroya
sum ferðaseljari við Heika gardinum,
sum vóru væl umtóktar. Í tí sambandi
hitti hann Kirstin, dóttir Hansinu og
Pidda Johannesen, kendur sum Piddi
á Sjómansheiminum.
Tá ið tað frættist, at tey ætlaðu sær
at giftast, spurdi pápi okkara Kurt,
um hann væntaði, at tey blivu í Før-
oyum, og um so var, um hann kundi
hugsað sær eitt starv í Skálabúðini.
Tey giftust í 1971, og fingu tey døt-
urnar Ann og Lis.
Kurt arbeiddi í Skálabúðini, har
foreldur okkara, Hanna og Óla Kristi-
an Skála saman við fleiri starvsfólk-
um, starvaðust, pápi sum stjóri. Ein
av starvsfeløgunum hjá Kurt var Jens
John Østerø, sáli, ið var handverkari
og hevði tá arbeitt í Skálabúðini eftir
vanliga arbeiðistíð, men tað var so
skjótt, at brúk var fyri honum fulla
tíð, og arbeiddu øll væl saman.
Umframt alt tað vanliga arbeiðið,
ið ein handil krevur, fór Kurt m.a.
niður á handilsmessu at keypa vørur
inn, pyntaði handilsgluggar, sum
hann hevði lært til í síni lærutíð, og
fall alt honum ógvuliga lætt.
Mest kendur er hann tó frá síni
vitan innan gardinyrkið, og sum eitt
viðskiftafólk tók til fyri stuttum, at
hann dugdi so væl at leiðbeina við-
skiftafólk.
Hann fall væl til í Føroyum, dámdi
at fara á flot, skera grind upp, seta
niður epli, og at hjálpa til inni á
Strondum í flettingartíð, dámdi hon-
um eisini sera væl.
Hann var áhugaður í nógvum frítíð-
arítrivi, spældi badmiton í nógv ár,
og arbeiðissamur, sum hann var, kom
hann skjótt í fleiri nevndir, m.a. í
Tórshavnar Ítróttarráð, Lions og var
eisini formaður í Havnar Klubba í
nógv ár.
Kurt hevði kanska ikki lagt í at
verið róstur, men hann var arbeiðis-
samur sum fáur, fyrstur til arbeiðis á
morgni, ongar sjúkradagar, uttan tá
ið hann var sjúkur fyri um leið tveim-
um árum síðan. Hann var virkin til
tað seinasta.
Teir ungu menninir í familjum okk-
ara hava allir hjálpt til í handlinum í
styttri og longri tíð, og hava teir alt
gott at bera honum.
Tá ið hann fór til gravar sást, at vin-
irnir vóru nógvir. Dómkirkjan var
full av fólki. Sálmarnir vóru føroyskir
og danskir. Heri Joensen, prestur, tal-
aði og segði m.a., at hann kendi
henda virksama mann úr Lions Club.
Hugnaligt var at hoyra Kristiliga
Sangkórið syngja ”Heima í himli fer
ongin at gráta”, og tá ið kistan var
borin út, varð sungið:
Det er vemodigt at skilles ad
for dem, som gerne vil sammen være,
men, Gud ske lov, i vor Herres stad
for evig samles de hjertenskære;
ja, der er gammen
at leve sammen,
hvor ja og amen
er kærlighed.
Vit hugsa um tykkum Kirstin, Ann,
Lis, Fróða og ommu- og abbabørnini,
ið hann var so errin av.
Harrin styrki tykkum í sorgini.
Æra verði minni um Kurt Hansen,
»vit sakna teg.«
Ása, Kári og Marin
Minningarorð um Kurt Hansen
f. 10. juni 1935 – d. 23. mars 2008