Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 76 - 22. apríl 2008 Løgtingið samtykti við stórum meiriluta í fjør heyst verklagslógina um Sandoyartunnilin. Teir knappliga 1500 íbúgvar­ nir í oynni vóru ovurfegn­ ir, og ein stórur partur av samhaldsføstum og víð­ skygdum føroyingum gleddust saman við okk­ um, eins og vit gleddust saman við eysturoyingum, vágafólki, og norðoyngum á sinni. Stóri dreymurin um fasta sambandið, við javnbjóðis møguleikum hjá okkum og framtíðar­ vónum hjá børnum okk­ ara, gjørdist veruleiki Vit høvdu tó ikki meira enn fingið vónina á flog, tá fyrstu myrkursins gongu­ menn løddu sær byrsurnar. Hettar økið, sum undir kreppuni átti størstu útrás­ ina, frá 1850 fólkum til 1500, og sum í royndini at kappast við sterka miðstað­ arkapitalin, hevði skuldar­ bundið bæði eitt og tvey ættarlið, noktaði at súpa sær uppgávulyndi og jamm­ ur til millummála. Vit liva og fóta okkum spakuliga, men enn eru fortreytirnar ógvuliga truplar, saman­ borið við samanrunnað meginøkið. Ein aldurssamanseting, demografiskt býti, sum sigur, at vit eiga tvífalt so nógvar borgarar í eftirlønar­ aldri, sum miðal í Føroy­ um, er ein av fortreytunum. Ein onnur, er ein met­ høgur kommunuskattur, sum er beinleiðis tengdur at 10­30 ára gamlari kommunuskuld. Ein triðja, er ein fiski og fiskavirkisvinna, sum hev­ ur havt meira enn trupult við at fóta sær, í einari væl yvirkapitaliseraðari saman­ renning millum virkir, skip og bankar, aðrastaðni í landinum. Ein fjórða, sum sigur, at almennu Føroyar lítið og einki hevur gjørt fyri at menna trygg almenn arbeiðspláss og góð frítíðartilboð í økinum. Ein fimta, sum sigur, at hóast Sandoyggin, Skúv­ oyggin og Dímun uttan iva eru størsta ferðavinnutil­ feingið í landinum, so hava almennu Føroyar bert lagt smápengar eftir seg, her í økinum. Ikki tí, Várharra setti ikki Sandoynna eftir, tá hann býtti vakurleikan út oyggjarnna millum. Fáum er unt at vaksa upp á so vøkrum, tryggum og gev­ andi bletti her í verð, sum hjá okkum, sum hava arvað leikin um framtíðina í Sandoynni. Óteljandi eru tit, sum vitja okkum, oyggj okkara, og summarhúsini, og tit eru hjartaliga væl­ komin. Sum lovprísa oynni fyri hennara vakurleika, og okkum í her búgva, fyri gestablídni, fyrikomandi sinni og góðar veitslur. Vit eru dugnalig(ast) í landbrúki. Besta kjøtið og bestu eplini. Vit eru dugnalig til bakka. Vit eiga góðar útróðrarmenn. Vit duga væl at reka grind, og at geva burturav. Vit eiga góðar haruhagar, eisini til norðanbyrsur. Vit eiga dugnalig ítróttarfólk. Vit hava givið tykkum av mæt­ astu skøldum. Av listamál­ arum. Vit hava givið tykk­ um Føroya størsta tóna­ skald. Vit hava givið tykk­ um Jákup Veyhe. Vit eiga ómetaliga nógv av tí, sum krevst fyri at yvirliva sum oyggj. Vit eiga vón, virkis­ fýsni og vilja, eina løtu afturat. Men vit eiga ikki tað týdningarmestu fortreytina fyri framburði í dag. Fasta sambandið til miðstaðar­ økið, har tryggu, avbjóð­ andi og løngevandi størvini eru. Har tað almenna hevur stórt sæð alt sítt virksemi, og har alt tað avleidda virksemi hjá peningakervi og stóru tænastufyritøk­ unum er. Vit eru langt síðani givin at tosa um at flyta almenna arbeiðsfjallið til Mohamm­ ed. Nú snýr tað seg um at flyta Mohammed til fjallið á ein hátt sum ger tað liviligt hjá barnafamiljuni, hjá teimum ungu sum skulu lesa, og hjá pension­ istunum sum skulu bowla. Kravið er eittans. Vit skulu hava tær fortreytir, sum tit onnur langt síðani hava fingið. Hvørki meira ella minni. Og tað verður ikki við biddaraposanum, men við fattari pannu. Tað er nú, vit hava tørv á tykkara samhaldsfesti. Annars so loysa vit! Tunnilin nú, ella loysa vit! løgtingsmaður Páll á Reynatúgvu Hósdagin tann 10. apríl var at lesa í Dimmalætting, at Heðin misnýtir skatta­ pengar, og tað undrar meg ikki. Heðin ger bert tað, sum er best fyri hann sjálvan í tí politiska lívinum, og tað hava vit sæð hann gjørt áður. At Heðin hevur fólk at skriva lesarabrøv fyri seg er í lagi, men at hann fer í kommunukassan eftir pengum at gjalda fyri síni egnu lesarabrøv, haldi eg ikki vera í lagi, og tá er líkamikið um rokningin er stór ella lítil. Tann 28. februar 2007 skrivaði eg um íbúðarbygg­ ingina á hamrinum á Argjum, og tað var til Heðin Mortensen. Tann 2. mars 2007 skriv­ aði eg um grovt embætis­ misbrúk vegna egið enda­ mál, og har var borgarstjór­ in í Havn eisini nevndur. Tann 16. oktober 2007 skrivaði eg: “at tað var ómoralskt av Heðin Mortensen”, og har fekk eg eitt aftursvar frá honum, sum eg haldi, at hann sjálvur hevur skrivað, tí tað aftursvarið var á so lágum støði. Hann fór eftir einum felagið hjá undirritaða, sum ikki var til. Tann 23. oktober 2007 skrivaði eg eitt aftursvar til tann ómoralska borgarstjór­ an, og eg skrivaði til síðst í aftursvarinum: “PS.Væl­ signaður Heðin ger sum tú plagar, fá onkran at at skriva fyri teg, tí tú megnar ikki at skriva nakað sjálvur, tað er jú alment kent.; Men eg ætlaði ikki, at skattgjaldarin skuldi rinda fyri tíni lesarabrøv. Somuleiðis kann ein spyrja, um tað er rætt at skattgjaldarin skal rinda fyri dagføring av tínari heimasíðu, har nógv av tilfarinum er goldið úr kommunukassanum. Nøkur av mínum lesara­ brøvum eru at lesa á heima­ síðuni hjá Sambandsflokkin­ um sum er; www.samband.fo Heðin Mortensen sigur í miðlunum, at hann verjir umsitingina ímóti ávísum býráðslimum, tað er rein undaførsla! Hava býráðs­ limir nakað at klaga um­ sitingina fyri, tekur man tað upp innanhýsis fyrst, og ikki í miðlunum. Eg skilji væl, at kunning­ arfólkið er farið úr starvi í kommununi, tá hann ikki sleppur at gera tað, sum hann er settur til. Tá ið man hevur sæð kunningar­ fólkið og Heðin Mortensen saman, hevur kunningar­ fólkið sum oftast havt eitt myndatól um hálsin, so kann man spyrja seg sjálv­ an, um kommunan heldur hevur brúk fyri einum myndafólki, so leingi sum Heðin Mortensen er borgarstjóri. PS. Tú skalt vera væl­ komin at svara hesum lesarabrævi Heðin Morten­ sen, men fær ikki í komm­ unukassan fyri at rinda fyri aftursvarið, tí hetta lesara­ brævið, eins og undan­ farnu, eru ikki vent ímóti umsiting ella Býráðnum. Míni lesarabrøv eru til tann politiska orðloysingin Heðin Mortensen býraðslimur Høgni Mikkelsen Seinast hevði eg frammi um standmyndina, sum Nebukadnezar kongur sá í dreyminum, og hvussu úleggingin var, at hon var mynd av Bábelsríki og teimum trimum heimsríkj­ unum, sum komu aftaná, nevniliga: Medara og Persararíkið, Grikkalands­ ríki og Rómararíkið.Vit, sum liva nú, hava sæð, hvussu hetta hevur gingið út til punkt og prikk. Hetta er heilt ótrúligt, menniskja­ liga sæð, men alt er Gudi møguligt. Men eisini annað sum Dániel profeterar um, og sum ikki er gingið út enn, men enn liggur í framtíð­ ini, kunnu vit síggja týðu­ liga, haldi eg. Hvussu tað ger seg til longu nú. Hann sigur um fjórða ríkið (beinini í standmyndini), sum er Rómararíkið, at av tí skal koma eitt ríki, sum er fyri ein part sterkt og fyri ein part veikt ( føturnir í standmyndini ) teir vóru jú av jarni og leiri. Dániel sigur, at tað skal einki samanhald vera í hesum ríkinum, hóast at teir við giftum, sum hann kallar tað, blanda seg saman, men tað fæst ikki heilt at rigga, eins og jarn og leir ikki samtykkja. Sambært sjón, sum Dániel sjálvur sær, skal hetta ríkið verða samansett av tíggju kong­ um. Her er tað, eg haldi, at man sær, hvussu tað er byrjað at gera seg til, tað sum Dániel sá. Vit hava sæð hvussu stríggið, tað hevur verið at sameina Evropa. Gamla Evropa, við sínum mongu mentanum, er ikki so nemt at fáa til eitt sterkt ríki. Jarnið er sterkt, men leirið órógvar. Tó er Europa, sum tað sær út í dag, ikki ríkið sum Dániel sá. Men helst er tað byrjanin til tað. Eitt er vist, av Rómararíkinum skal hetta ríkið stíga upp, og tað fer at lukkast at fáa hesar tíggju kongar at ganga saman eina tíð, og sum eg dugi at síggja verður allur heimurin uppi í hesum ríki, og so kann mann siga hetta: Er ikki altjóðasam­ felagið, sum so nógv verður talað um í dag, júst mynstrið, sum vit síggja ger seg til, nú ið profetiini hjá Dániel skjótt fara at ganga út. Hvussu tað fer at gangast hesum ríkinum, havi eg verið eitt sindur inni á í sekstanda parti. Men ein og hvør ger væl í at seta seg niður og lesa alla Dánielsbók ígjøgnum, hon er skjót at lesa. Mangt kundi verið at sagt um Dánielsbók. Hesi ríkini eg havi nevnt, kenna vit øll frá søguni. Tað hevur gingið, sum Dániel profeteraði. Í áttanda kapitli lesa vit um, hin frá søguni kenda griska kongin og herførarin, Alexander tann stóra. Hann er har avmyndaður sum tað stóra hornið á bukkinum , sum kemur strúkandi vestaní frá (Grikkalands­ ríkið) og leggur á veðrin við tveimum hornum (Medara og Persararíkið) og leggur hann til jarðar og traðkar hann niður. Í ellivta kapitli kunnu vit síggja í fótnotuni, hvussu teir hava funnið nøvnini á fleiri, sum Dániel profeterar um. Størst av øllum. Vit síggja Gud í steininum, sum smildraði myndina sundur. Kap. 2. Og “ein, sum gamal var” í kapitli 7,9­10. Vit síggja Jesus Kristus, sum kemur á skýggjum himmalsins, hann fer yvir til hin í gamal er, og alt vald verður givið honum í hendi. Kap. 7,13­14. Næsti partur verður um Hoseas. Framhald Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud RicHaRd danielsen