týsdagur 22. apríl 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 - 22. apríl 2008
13
Við donsku lóggávuni eru
føroyingar partur av einari
skipan, ið árliga sendir fleiri
hundrað ósek í geglið. Nú
Føroyar standa á gáttini til
egna rættarskipan, eiga vit at
hugsa um altjóða rættartrygd
og mannarættindi, tá rætta
rættarskipanin skal finnast
Stóra smuglaramálið, sum í fyri
kortum varð avgreitt í Føroya
Rætti, hevur sett fokus á varð
haldsfongsling og avbyrging av
fangum. Í hesum yvirtøkutíðum
við ætlanum um yvirtøku av
rættarskipanini er hetta fokus
sera viðkomandi. Við donsku
lóggávuni eru føroyingar partur
av einari skipan, ið hevur fingið
nógvar atfinningar frá mannaræ
ttindafelagsskapum. Ein skipan,
ið árliga sendir fleiri hundrað
ósek í geglið.
Tá tú verður varðhaldsfongsl
aður, er mannagondin í stuttum
hendan: Verður tú handtikin av
løgregluni, skalt tú, áðrenn eitt
døgn er fráliðið, fyri ein
dómara í grundlógaravhoyring.
Dómarin kann í grundlógarav
hoyringini leingja handtøkuna í
upp til tríggjar dagar, men bert
um løgreglan metir, at hon
innan tríggjar dagar fær til vega
nóg nógv prógv, til at fáa teg
varðhaldsfongslaðan. Tá henda
freist er fráliðin, skal dómarin
aftur taka støðu til, um tú skalt
varðhaldsfongslast. Hetta
verður gjørt á einum rættar
fundi, og uttan nakra veruliga
dómsviðgerð. Á sama rættar
fundi verður avgerð tikin, um tú
skalt sita avbyrgdur ella í
vanligum kliva.
Ósekur í geglið
Nú smuglaramálið er farið
afturum, og ungi íslendingurin
er dømdur sjey ára fongsul, er
lætt at skumpa burt spurningin
um varðhaldsfongsul og
fongsul í avbyrging. Men tað er
neyðugt, at vit halda fokus á
henda spurning, soleiðis, at vit í
einari føroyskari rættargangslóg
ikki enda í somu suggu, sum
danir eru endaðir í. Neyðugt er
at minnast til, at ein og hvør er
ósekur, til rætturin hevur dømt
hann sekan. Hetta var eisini
galdandi fyri unga íslendingin,
heilt til hann varð dømdur.
Manglandi hagtøl
Danir hava søguliga ikki ført
hagtøl yvir nýtsluna av varð
haldsfongsling og avbyrging, og
tá eg arbeiddi við míni serr
itgerð í 2001 vóru eingi almenn
hagtøl hesum viðvíkjandi. Eg
eri ikki greiður yvir um tílík tøl
finnast nú. Einastu hagtøl, eg
hevði at halda meg til, var stóra
kanningin hjá danska gransk
aranum og journalistinum
Preben Wilhjelm, sum kannaði
allar varðhaldsfongslingar í
tíðarskeiðinum 197685. Henda
kanning vísti skelkandi úrslit:
Av teimum um 5000 fólkunum,
ið vóru varðhaldsfongslaði
árliga, vóru heili 12%, tað eru
600 fólk, fullkomiliga fríkend.
Altso 600 ósekir danir vóru
varðhaldfongslaðir av órøttum.
Eftir at Danmark í samstarvi
við USA fór í kríggj móti
yvirgangi, fekk dómsvaldi og
løgreglan víðkaðar heimildir, tí
er eingin orsøk til at halda, at
talið av fólki í varðhaldsfongsli
er fallið. Tað eru heldur ikki
hendar nakrar víðgongdar
broytingar í mannagongdunum,
tá fólk verða varðhaldsfongslað,
tí er eingin orsøk at halda, at
feilprosentið er lægrið, enn tá
kanningin varð gjørd.
Rættur til verju
Eitt rættarsamfelag hevur
ábyrgd at verja sínar borgarar
móti ágangi, og serliga móti
ágangi frá sjálvum samfelag
num. Tí er varðhaldsfongsul ein
neyðloysn, ið bert eigur at
verða nýtt, tá hetta er alneyð
ugt, t.d. tá vandi er fyri, at tann
ákærdi flýggjar, fremur onnur
brotsverk ella kann órógva
kanningararbeiðið. Her er talan
um at seta ein juridiskt ósekan í
varðhald, og hetta er altíð
álvarsamt.
Í smuglaramálinum sat ungi
íslendingurin 170 dagar
varðhaldsfongslaður í
avbyrging, og hetta hevur
fingið sinnini í kók í Íslandi.
Hetta er sjálvandi væl skilligt.
Jú, gamaní maðurin er nú
funnin sekur, og lætt er tí at
gloyma, at hann juridiskt var
ósekur, meðan málið var fyri.
Men tað var hann, og tað eru
øll, sum verða varðhalds
fongslað, og ein avbyrging í
170 dagar er ein øgilig revsing,
serliga tá talan er um ósek fólk.
Heimsmet í avbyrging
Í donskum høpi er hetta tó ikki
ein óvanliga lang avbyrging.
Hópur av dømum eru um fólk,
ið hava fingið álvarslig sálarlig
mein av at sita avbyrgd í longri
tíðarskeið.
Danmark hevur fingið
hvassar atfinningar fyri nýtsl
una av avbyrging, og hetta
hevur síðan miðskeiðis í sjeyti
árunum havt við sær støðugar
tillagingar av lóggávuni á
økinum. Tó uttan at veruligi
trupulleikin er loystur. Enn
kemur fyri, at fólk sita yvir eitt
ár í avbyrging. Tær broytingar,
ið eru hendar í lóggávuni, hava
sum heild havt við sær, at talið
av stuttum avbyrgingum er
fallið, meðan talið av longri
avbyrgingum er hækkað. Tað
eru longru avbyrgingarnar, ið
hava mest skaðiligu árini.
Danmark er sum sagt tiltikið
fyri langar avbyrgingar. Í
Evropa eru fleiri lond, ið als
ikki brúka avbyrging í samband
við varðhaldsfongsul, meðan
onnur lond bert nýta avbyrging
í heilt serligum førum. Eitt nú í
Týsklandi verður avbyrging
bert brúkt í samband við
yvirgangsvirksemi. Tað er bert í
Danmark, Noregi og Svøríki, at
møguleiki er fyri óavmarkaðari
avbyrging. Ísland hevur áður
havt henda møguleika, men eg
skilji á føroyskum miðlum, at
hetta er broytt. Føroyar og
Grønland eru undir danskari
lóg, so hjá okkum er støðan
sum í Danmark, og vit gerast
automatiskt partur av danska
heimsmetinum í nýtslu av
avbyrging.
Tað er merkisvert, at man í
einum rættarsamfelagið sum tí
danska kann liva við einum
somikið ótespiligum heimsmeti,
serliga tá hetta tal verður hildið
upp ímóti tí høga tali av ósek
um, ið verða varðhaldsfongslað.
Men mín áheitan á føroyska
lóggávuvaldið má vera, at vit
sleppa okkum burtur úr hesi
ótespiligu skipan og tillaga
okkara rættargangslóg til
altjóða lóggávu og
mannarættindi.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til dorit@sosialurin.fo
Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Gevið føroyingum
altjóða rættartrygd
Næstu ferð:
Hósdagin hevur Hildur Patursson grein við
heitinum: Skal Pisa-grýlan seta dagsskránna fyri
børnini í barnagarðinum?
Tíðargreinin
tíðargreinin
Niels Uni Dam, Cand. comm við
heimspeki sum hjágrein. Hevur serliga
fingist við rættarheimspeki og skrivað
serritgerð um varðhaldsfongsling