týsdagur 22. apríl 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 • 22. apríl 2008
SkotlaNd
2
Víðagitni skemtarin Charles Chaplin vitjaði regluliga í Nairn
Nairn verður nevndur “The
Charles Chaplin capital of
Scotland” – Charles Chaplin
høvuðsstaðurin í Skotlandi.
Hagfrøðisliga er Nairn tann
býurin í Skotlandi har tað
regnar minst, sjálvt um býurin
liggur beint við Norðsjógvin.
Hetta kemur av, at Golfstreym
urin gongur framvið havleið
unum við Nairn. Býurin er ikki
stórur í bretskum málistokki,
bert 8.418 fólk búgva í norður
skotska strandabýnum, men
tað sum býurin ikki hevur í
íbúgvaratali, tað megnar økið
við Nairn at geva við vakrari
náttúru og fáum regntímum.
Býurin hevur eisini tveir golf
vallir, eina langa strandarpro
menadu, ein vakran katedral,
svimjihyl og annað áhugavert
til ferðamannin. Millum Jazz
fjepparar er Nairn eisini
heimskendur fyri sín árliga
Jazzfestival. 8 kilometrar frá
Nairn er tann tiltikna vakra
borgin Cawdor Castle, sum
hevur ein framúr vakran
urtagarð. Men fyri føroyingar
er tað uttan iva tann stóra
strondin, sum er best kend.
Har hevur mong ein føroysk
familja búleikast í einari
karavan (føstum húsvogni).
Hvørt summar
Tann víðagitni skemtarin,
tónlistamaðurin og films
framleiðarin, Charles Chaplin,
sum livdi árini 18891977
treivst so væl í Nairn, at hann
kom aftur og aftur á vitjan.
Chaplin, sum fekk sítt films
gjøgnumbrot í 1913 var giftur
fleiri ferðir, og átti nógv børn.
Men upp gjøgnum árini gav
heimskenda landastrokið sær
altíð tíð til at vitja í Nairn,
saman við teimum ymsu
konunum, sum hann var giftur
við gjøgnum árini. Einki
summar fór framvið, uttan at
Chaplin vitjaði í Nairn.
Íbúgvarnir í Nairn eru ovurstolt
ir av hesum, og tað er sjálv
sagt, at teir bera tað fram, tá
teir royna at selja býin, sum
ferðamál. Gistingarhúsini og
matstovurnar í Nairn hava
rættiliga ofta støð, sum bera
brá av, ella eru nevnd eftir
Chaplin. T.d. hevur Newton
Hotel eina “Chaplin Restau
rant”. Eingin, sum vitjar Nairn,
verður ósamdur við Chaplin í,
at býurin og økið har um leiðir
er vert eina vitjan.
Nairn var yndisbletturin
hjá Charles Chaplin
Charles Chaplin (1889-1977)
vitjaði ofta í Nairn, sum var
yndisblettur hansara
Í summar fer Norrøna aftur at
sigla millum Føroyar og Skot
land. Norrøna leggur leiðina
til Scrabster hvønn mánadag
frá 16. juni til 25. august og úr
Scrabster til Tórshavn hvønn
mikudag frá 18. juni til 27.
august.
Smyril Line fegnast um,
at tey nú hava eina fasta
ferðaætlan til Skotland í
summar, og hetta hevur longu
nú ført við sær fleiri bókingar.
Skotskir dagar í SMS
24.-26. apríl
Í hesum døgunum hevur
Smyril Line ein stóran bás
á torginum í SMS. Eisini Sue
McCulloch frá VisitScotland
er við á básinum. Hon
hevur nógvar áhugaverdar
faldarar við úr Skotlandi
og fer at greiða frá øllum
upplivingarmøguleikum, sum
eru í Skotlandi.
Á básinum fer sekkjapípu
spælarin John at spæla fleiri
ferðir um dagin. John hevur
ferðast kring allan heimin við
VisitScotland og hevur m.a.
spælt í New York.
Bamsan Nessie er eisini
komin ein túr til Føroyar, og
hon fer at ganga runt í SMS og
heilsa upp á børnini.
Kappingar,
vinningar og góð
kampingtilboð
Á básinum verða eisini kapp
ingar, har øll kunnu vera við.
Hvønn dag verður drigið
um ein bilpakka fyri 4 fólk
TórshavnScrabster fram og
aftur. Eisini verður møguleiki
at royna seg við golfspæli, og
á litla puttingvøllinum kanst
tú vinna cruiseferð Tórshavn
BergenScrabster.
Stubbin.fo er eisini á bási
num, og í tí sambandinum
hevur Smyril Line eitt fan
tastiskt tilboð til Skotland við
kampingvogni til allar limir í
camping.fo.
Fyrilestur um
Skotland á Baresso
Hóskvøldið 24. apríl kl 20
verður fyrilestur um Skotland
á Baresso. Tiltakið er ókeypis.
Okkurt lætt verður til matna
og so kann ein keypa okkurt at
drekka afturvið.
Sue McCulloch fer fyrst
at hava eina framløgu um
Skotland, og aftaná fer Jørleif
Kúrberg at siga frá hansara
ferðum í Skotlandi.
Flaggdagin á
Vaglinum í Havn
Flaggdagin 25. apríl letur SMS
aftur kl. 12, og tá fara Smyril
Line, VisitScotland, Nessie og
sekkjapípuspælarin ein túr
oman á Vaglið í Havn í sam
band við flaggdagshaldið.
Tey vera í einum telti undir
Eikbygninginum við gongu
gøtuna frá umleið kl. 13.30 til
kl. 17. Sekkjapípuspælarin fer
at spæla, og Nessie fer at
ganga sær ein túr í Miðbýnum.
SMS er opið til kl. 19
leygardagin 26. apríl
Frítt verður at koyra gjøgnum
tunlarnar leygardagin 26. apríl,
og tí er SMS opið til kl. 19. Tá
verða Smyril Line og hini
sjálvandi á torginum allan
dagin.
Vit gleða okkum at síggja
tykkum 24., 25. og 26. apríl
á torginum í SMS, siga tey á
Smyril Line.
Skotland – ferðamál fyri barnafamiljur