týsdagur 22. apríl 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 76 • 22. apríl 2008
SkotlaNd
3
Fólk smílast og fegnast hvørja
ferð føroyska fótbóltslandsliðið
kemur í undankappingar-bólk
saman við Skotlandi, tí tá
kemur lív í býin, sum ongantíð
áður. Tí viðhaldsmenninir – The
Tartan Army – mála Havnar bý
bláan við sínum veitslukenda
dámi og stuttliga atburði.
Onkrar góðar eru frá teimum
ferðunum skotar hava verið
her í fótbóltsørindum. Fyrstu
ferð The Tartan Army vitjaðu
her í 1995 sigur ein føroyingur
við nakrar skotskar
fótbóltsfjepparar: “Good luck
with the match tomorrow”.
Tann eini skotin svarar
beinanvegin: “Thanks, but we
don´t need that!”. Tá Føroyar
fingu fyrra javnleikin ímóti
Skotlandi í 1999 boðaði ein
skoti frá: “In Scotland we
always support two teams –
Scotland and the team which
plays England”.(Í Skotlandi
stuðla vit altíð tveimum liðum
– Skotlandi, og so liðnum sum
spælir ímóti Onglandi). Tá
Føroyar fingu seinna javnleikin
í 2002 helt ein annar skoti fyri:
“Well if the Faroese defense is
as thin as the Faroese beer,
we´ll beat ya five-nil” (Um tann
føroyska verjan er líka tunn,
sum føroyska ølið. Ja so vinna
vit 5-0).
Sjálvspeiið
The Tartan Army eru sum
skotar flestir, teir kunnu verða
sjálvspeiskir. Eftir 2-2 javnleikin
kundu fólk hoyra mangan
skotskan viðhaldsmannin
gremja seg yvirfyri vertunum á
BBC Scotland. Men so knapp-
liga ringir ein maður inn sum
eitur Gordon: “Well I´m deva-
stated that we can´t beat the
worst team in the World” (Eg
eri ógvuliga harmur um, at vit
ikki klára at vinna á tí ringasta
liðnum í Heiminum).
Studiovertirnir eru skjótir til at
verja Føroyar: “Oh no Gordon,
The Faroe Islands have
improved. They are not that
bad.” (Føroyar hava betrað
seg. Liðið er ikki so ringt).
Gordon er skjótur at svara
studiovertunum: “Gentlemen
you got me totally wrong! I
support The Faroe Islands, and
I´m devastated that we can´t
beat Scotland” (Tit fara skeivir
góðu menn. Eg haldi við
Føroyum, og eg harmist um, at
vit ikki klára at vinna á
Skotlandi). Láturin hjá báðum
útvarpsmonnunum mundi
ongan enda fingið. Vit vóna øll,
at Skotland og Føroyar verða í
bólki saman næstu ferð. Og
hvør veit, møguliga kemur ein
stórur partur av The Tartan
Army við Norrønu næstu ferð?
Fýra ferðir hava skotsku fótbóltsfjepparnir
málað Havnar bý bláan
Nakrar góðar um
The Tartan Army
Tartan Army á Vaglinum í fjør (mynd: Óla Hans Olsen)
Lætt at koyra
Gott veður
Ferðirnar hjá Smyril Line í Skotlandi byggja fyrst og
fremst á, at fólk taka bilin við sær og so ræður um at
minnast til, at skotar koyra í vinstru síðu.
- Tað er eingin trupulleiki at koyra í Skotlandi, hóast
tey koyra í vinstru síðu. Fólk, sum ferðast har, eru púra
samd um, at tað tekur stutta tíð at venja seg við at koyra
í ”skeivari” síðu. Ferðslan har norðuri í Skotlandi er ikki so
nógv, vegirnir eru góðir at koyra á, og skeltingin er sera
góð. Fólk eru eisini sera hjálpsom í ferðsluni.
Ullapool
Á skotsku vesturstrondini liggur býurin Ullapool, sum
hóast hann er lítil, er tað størsta bústaðið í sínum øki. Sløk
1500 fólk búgva í Ullapool, sum er ein sera vakur býur. Úr
Ullapool ber til at fara við ferju til eitt nú Stornoway og Isle
of Lewis. Í Ullapool eru eisini eitt fornminnissavn, listasavn,
svimjihylur og sjálvandi nógvar pubbir. Nógvur tónleikur
verður eisini spældur í Ullapool, og býurin hevur eisini sína
egnu útvarpsrás.
Ullapool er ein vakur, lítil býur á skotsku vesturstrondini
Summi fólk halda, at veðrið í Skotlandi er ikki veruligt
summarveður, men summarveðrið í Skotlandi er stak gott.
Hitin liggur um tey 20 stigini, og onkuntíð verður tað nakað
heitari. Tað kann koma okkurt ælið, men tað er eingin
stórur trupulleiki fyri summarið.
– Tað eru nógvir møguleikar at verða úti í frískari luft.
Tað ber til at súkkla, ganga túrar, fara í fjøllini og verða á
sjónum. Nýggj lóggáva í Skotlandi hevur havt við sær, at
ferðafólk kunnu fara júst har, tey hava hug at fara, bara tey
skikka sær væl. Nógva staðni eru gøtur at ganga eftir, og
tær gera tað lættari hjá ferðafólkum at uppliva náttúruna.