Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2008 SkotlaNd 4 Skotland vann hjartað hjá Jørleif Kúrberg, tá hann var á ferð har í 1979. Síðani 1979 eru ongantíð meir enn 2 ár farin, uttan at Jørleif hevur vitjað vakra grannaland okkara fyri sunnan. Vestursíðan er ókend fyri mongum føroyingum, men júst vestanfyri er yndisblettur Jørleifs í Skotlandi at finna. Í landspartinum Ross-shire, við Loch Duich, sum er eitt framúr náttúruvakurt øki hevur Jørleif havt nakrar av sínum bestu upplivingum í Skotlandi. Seinastu fjórðingsøldina hevur Jørleif vitjað trúliga aftur til hetta økið í Skotlandi. Jørleif førir dagbók frá túrunum, so hann altíð kann sessast, og minna seg aftur á tær góðu upplivingarnar hann hevur havt í Skotlandi. Myndasavnið er eisini vorðið hampuliga stórt gjøgnum árini. Millum mongu upplivingarnar hjá Jørleifi hava verið spennandi rádjóraveiðuferðirnar. Jørleif er blivin væl kendur við ein lokalan skógarfúta, og soleiðis eru hesir veiðutúrarnir komnir í lag. Jørleif heldur fyri, at rádjóraveiða er sera strævið, men at tað er vert alt stríðið. Bed and Breakfast er best Jørleif leggur fólki eina við, at ynskja tey at koma í samband við tey mongu fittu og blíðu fólkini, sum eru í Skotlandi, so er at bíleggja sær innivist á Bed & Breakfast, tí tá kemur ein veruliga í samband við fólk. Tú møtir ikki fittari og blíðari fólki enn skotum! sigur Jørleif, sum bara hevur gott at bera grannafólkinum fyri sunnan. Norðan fyri The Great Glen kenna øll Føroyar. Teir, sum vóru við Lovat Scouts- herdeildunum í Føroyum undir Seinna Veraldarbardaga, vóru allir úr hesum økinum, og eru Føroyar ikki eitt ókunnugt fyribrigdi har um leiðir. Tey kenna øll eina bilnummarplátu úr Føroyum. Landsdystirnir millum Før- oyar og Skotland hava eisini gjørt sítt til, at Føroyar eru vornar væl kendar í Skotlandi. Tá ein er staddur inni í einari skotskari pub, so fellur prátið altíð inn á fótbóltin. Tá kann Jørleif siga við stoltleika: -We don´t have a very good team, but we are still able to tease the Scots! (Vit hava kanska ikki eitt so ræðuliga gott lið, men vit eru kortini førir fyri at arga skotarnar). Ikki slept sambandinum Sum so mangur annar heldur Jørleif, at tað var ein dáragerð at sleppa regluliga sambandi- num, sum var millum Føroyar og Skotland við endan av farnu øld. Tað var ein dáragerð í síni tíð, at farleiðin hjá Strand- ferðsluni til Skotland bleiv niðurløgd. Hetta fekk okkum at síggja óálítandi út í eygnum hjá skotum. Tað tekur tíð at byggja eitt álit upp, men tað er so sára skjótt at bróta niður aftur. Men Jørleif fegnast, sum so mangur annar føroyingur um, at nú er ferjusambandið millum Skotland og Føroyar tikið upp aftur. Var í Hebridunum Í fjør var Jørleif ein túr í Heb- ridunum (Suðuroyggjunum). Føroyskir fiskimenn høvdu meira samband við Hebridur- nar fyrr, tá føroyingar keyptu sild í Stornoway, ella í Stjørnuvági, sum Stornoway eitur á góðum norrønum máli. Jørleif heldur, at ein kennir eitt band við Føroyar, tá ein ferðast úti í Hebridunum. Á mangan hátt er tað gamalskent og nostalgiskt at verða har úti. Fólk standa á seiðabergi og mong bygdarløg eru gomul. Fólkini vóru ófatuliga blíð og fyrikomandi á Hebridunum, og har var nógv at síggja. At koyra gjøgnum størru oyggjarnar, Harris og Lewis er ein serlig náttúruuppliving. Norðast á Hebridunum er landslagið so flatt, sum ein pannukøka, og longri suðuri eru fjøllini so høg, at Slættaratindur er næstan ein hálvur píningur. Størstu fjøllini eru yvir 1.200 metrar høg. Jørleif heldur ikki, at tað er nøkur orsøk hjá fólki at gremja seg um ferðaseðlaprísin millum Havnina og Suðuroynna. Ein ferð fyri tvey fólk, sum var gjørd við einari ferju, sum var lítið størri enn gamli Smyril, kostaði heilar 1.400 kr. Talan var um eina ferð frá Isle of Skye og út á Hebridirnar, sum tók 1 ¾ tíma, ella á leið tað sama, sum tað tekur at sigla millum Havnina og Tvøroyri. Nógv sambond Jørleif hevur fingið samband við nógvar skotar. Okkurt vinarlagið stavar heilt frá tí, at skotskir hermenn vóru her undir krígnum. Tá The Tartan Army hava verið við skotska landsliðnum er hann eisini komin í prát við skotar, sum kenna fólk, sum Jørleif kennir í Vestur-Skotlandi. Millum mongu fólkini, Jørleif hevur lært at kenna í Skotlandi, eru eisini fólk av McDonalds ættini, sum eru skyldfólk hjá teimum, sum bera McDonald- navnið í Føroyum, so lítil kann Heimurin verða. Vegurin til Skotlands er nú munandi styttur hjá føroyingum. Á Skotlandsdøgunum, sum verða í SMS í næstu viku verður Jørleif millum teirra, sum hóskvøldið kl. 20.00 fer at siga frá mongu upplivingunum, sum Skotland hevur bjóðað honum gjøgnum skjótt 30 ár. Millum teir royndastu Skotlandsfararnir her á landi, er væl kendi havnarmaðurin Jørleif Kúrberg. – Ein møtir ikki fittari fólki enn skotum Jørleif á veiðuferð í Skotlandi. Úr Vesturskotlandi (mynd: Jørleif Kúrberg) Loch Duich (mynd: Jørleif Kúrberg)