Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2008 SkotlaNd 5 Leivur Langgaard lá og vigaði á, um hann skuldi fara undir lestur í Danmark ella Skotlandi. Í dag er hann glaður um, at hann valdi Skotland. Leivur Langgaard er ættaður úr Leirvík, og tók hann stud­ entsprógv í studentaskúlanum á Kambsdali í 1997. Uppruna­ liga ætlanin hjá Leivi var at fara til Keypmannahavnar at lesa til Translatør (málsligur korrespon­ dentur/tulkur), men ein lærari, sum starvaðist á Kambsdali seinast í 1990­unum fekk hann á aðrar tankar. Tórður Jóanson, sum er ein tann kendasti Skotlandsfararin her á landi røddi við Leiv, um tað ikki var eitt skilabetri hugskot at fara undir hægri lestur í Skotlandi? Leivur søkti inn á ymisk bretsk universitet, og vóru summi av teimum ógvuliga sein at svara umsóknini. Tó kom svar frá University of Aberdeen beinanvegin. Her las Leivur í tveimum førum. Leivur læs fyrst árini 1999­2001, síðani var hann eitt ár í Fraklandi, og so læs hann aftur í Skotlandi, árini 2002­2004. Eftir hetta valdi hann at taka ein yvirbygning, sum hann tók í 2004­05. Leivur hevur eina Master of Arts – M. A. – útbúgving í enskum og fronskum. Tá Leivur byrjaði sína útbúgving rindaði ÚSUN bert 60.000 kr. um árið til ein føroyskan lesandi í Skotlandi, og tað merkti, at um bretska pundið hækkaði í virði, so var skjótt á botn. Tó, í dag er hesin trupuleikin loystur. Skotska útbúgvingarskipanin hevur givið føroyskum lesandi sama blástempul, som tey lesandi úr ES­londunum, og tí krevur tað ikki nakran harragarð at taka eina útbúgving í Skotlandi. Tó talið av føroyingum er eisini nógv økt av tí sama. Tá Leivur byrjaði sína útbúgving fleyg Atlantsflog uppá Aberdeen. Fyrimunir Tað eru serliga tveir fyrimunir við at lesa í Skotlandi. Tað fyrsta eru feriurnar. Ein føroysk­ ur lesandi í Skotlandi fær yvir 3 mánaðar summarferiu, 3 vikur jólaferiu og 3 vikur páskaferiu. Hetta merkir, at tað loysir seg at koma heim, og ein kann byggja sær eitt gott fíggjarligt grundarlag við at arbeiða í feriunum. Hevur tú bara eina viku páskaferiu, so loysir tað seg sjálvsagt ikki at koma heim. Men við 3 vikum, kanst tú arbeiða 1 ella 2 vikur, og soleiðis dekka ferðina inn aftur og fram. Ein annar avgjørdur fyrimun­ ur er, at bretska útbúgvingar­ skipanin er meiri fleksibul. Ein lesandi hevur størri ávirkan á hvørji fak ella greinar hann ella hon ynskir at hava. ­Tað er ikki so fastlæst, sum í Danmark, at fyrst tekur tú eitt fak, og so tekur tú eitt hjáfak. Í Skotlandi sleppur tann lesandi at ráða sjálvur, hvussu ein setur útbúgvingina saman. Spurdur, um hann nakrantíð blívur konfronteraður við, at hann hevur eina øðrvísi útbúgving, enn tey sum hava lisið í Danmark, sigur Leivur, at hann hevur ongantíð upplivað tað sum ein vansa, heldur tvørtur­ ímóti. Leivur heldur eisini, at tað er ein sjálvsagdur logikkur, at ein lærir eitt fremmandamál, sum t.d. enskt í einum enskt­ talandi landi, og ikki gjøgnum eitt annað fremmandamál í einum triðja landi, júst sum fólk, ið lesa fremmandamál niðri í Danmark gera. Hjálpsemi Tey lesandi úr Føroyum upp­ livdu eitt stórt hjálpsemi og gestablídni niðri í Aberdeen. Ymiskar kirkjur og samkomur høvdu eitt serligt tiltak fyri lesandi úr fremmandum londum, so hesi skuldu kenna seg heima í Aberdeen. Leivur dregur eini serlig hjún fram, sum eita Lois og Matt Jack, sum hava gjørt nógv fyri, at føroyingar skulu kenna seg heima í Aberdeen, og hevur mangur føroyingur sitið væl í heimi teirra í Aberdeen. Universitetið ger eisini nógv fyri, at tey lesandi úr frem­ mandu londunum skulu finna seg til rættis. Aðaltreytin fyri einum góðum lestrarumhvørvi er, at fólk eisini hava tað gott sosialt, og ikki byrgja seg inni í kamarinum við øllum bókun­ um. Universitetið sá stóra vandan í, at tey lesandi ikki lærdu samfelagið og manna­ gongdirnar at kenna, og tí bleiv nógv gjørt við at leiðbeina tey lesandi úr teimum fremmandu londunum. Fyri Leiv gjørdist talan um eitt veruligt altjóða umhvørvið, har hann fekk vinfólk og lestrarfelagar úr mongum ymiskum londum. »Societies« Í universitetsumhvørvinum eru eisini nógvir áhugafelagsskapir fyri alt møguligt. Hetta verður nevnt “Societies” á enskum. Tað er bara hugflogið, sum setur avmarkingar fyri hvussu nógv “Societies” kunnu verða. Har eru áhugafeløg fyri øllum, líka frá tí forna Grikkalandi til japanskar teknifilmar, og fólk sum vilja flúgva við sveimi­ flogførum (sveviflúgvarum). Alt hetta, umframt tað týdningar­ mesta, dugnaligir lærarar og professorar, gjørdu útbúgv­ ingarárini til eina góða tíð. Og Leivur er líka ivaleysur, sum so mangur annar, sum hevur lisið í Skotlandi, at tað var ein røtt avgerð at leita sær hagar at taka hægri lestur. Leivur angrar tó eitt, og tað er, at hann ikki ferðaðist meir runt Skotland í lestrarárunum. Nú Norrøna siglur til Skotlands, liggur ræðið fyri hjá teimum, sum hugsa um ein hægri lestur í Skotlandi at kanna og vitja landið í summarmánaðunum! – Ein røtt avgerð at lesa í Skotlandi Leivur Langgaard, næstuttast til høgru, uttanfyri universitetið í Aberdeen.