Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-04-22, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. apríl 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 76 • 22. apríl 2008 SkotlaNd 8 Í síðstu løtu fekk familjan Johansen/Nielsen grønt ljós, at teimum fall í lut at verða millum tey, sum kundu keypa sær eina pakkaferð til Skotlands. Og tað var vert alla bíðitíðina. Jóna Sólbjørg og Eyðun hava búð nógv ár í Danmark, og hava tey tí saman við synunum Jack og Niels Jákup ofta hildið feriu við tær donsku strendurnar. Men í fjør valdu tey skotsku strendurnar fram um tær donsku og talan gjørdist um eina uppliving fyri lívið. Í samfulla viku búðu tey í einari karavan (føstum húsvogni) í Nairn, sum hevði allar nýmótans hentleikar, og sum var heitur og fjálgur at búleikast í. Stóra strondin við Nairn gjørdist eitt satt barndómsins paradís fyri Jack og Niels Jákup. Nógvar aðrar føroyskar barnafamiljur vóru á karavan-økinum, so talan var um eina sanna føroyska feriukoloni. Nógv á strondini Ungu strandingarnir vóru mest, sum strandaðir á strondini. Har spældu teir, gróvu djúpar holir, bygdu sandborgir, vassaðu eitt langt og eitt breitt. Næstan allan sólarringin, frá morgni til myrkurs vóru teir í vasi saman við hinum føroysku børnunum, og øðrum børnum við. Børnini samskiftaðu væl og nógvar minniligar løtur vóru á strondini. Spentir fortelja teir blaðmanninum: -Tað var so grunt, at vit kundu vassa 100 metrar út. Men tað er ikki bara sandur, sum er verdur at fáa á pappírið yvir upplivingarnar í Skotlandi. Onkran regntungan dagin stuttleikaðu teir sær óført, tí tá høvdu teir borið eyga við nakrar froskar. Um kvøldið bar eisini til at fara til felagsøkið og spæla ymisk spøl. Á felagsøkinum var eisini skipað fyri undirhaldi fyri børnunum og teimum ungu, so ikki gavst nøkur løta hjá børnunum at keða seg. Eisini beyðst høvið at spæla minigolf, sum er eitt rættiliga undirhaldandi og stuttligt familjuspæl. Nøkur av fólkunum í frítíðarøkinum góvu sær eisini tíð at fara ein rennitúr fyri at halda heilsuna við líka. Tíð bleiv eisini til at vitja Cawdor Castle, sum er ein tiltikin vøkur borg, sum hevur ein ósigiliga vakran urtagarð. Minni strongd Jóna Sólbjørg og Eyðun halda, at minni strongd er tengd at einum Skotlandstúri, enn at einum Danmarkartúri. Tá ein er í Danmark er tað meira hektiskt, har hevur ein so nógv ein má røkka, og so nógv fólk, ein má vitja, at tað gevst ikki sama tíðarmál at taka sær av løttum. Skotlandstúrurin var ikki fongdur av nakrari strongd, tíðin rakk til spæl, samveru og stórar upplivingar, sum eru gevandi og mennandi fyri eina barnafamilju. Sum uppliving meina Jóna Sólbjørg og Eyðun, at Danmark og Skotland ikki kunnu samanberast, talan er um eina heilt øðrvísi uppliving. Tey halda eisini, at kostnaðarstøðið í Skotlandi er ógvuliga gott fyri eina barnafamilju, sum er á ferð. Kostnaðurin fyri pakkaferðina var eisini ógvuliga rímiligur. Náttúruupplivingar Tað gjørdist ikki bara talan um strandaupplivingar hjá strandingunum. Tá tey fóru úr Nairn valdu tey at halda leiðina vestur eftir fyri at skoða tann tiltikna vakurleikan á vestursíðu Skotlands. Tey steðgaðu við Loch Ness, koyrdu víðari til vesturstrondina, og fólkini av Strondum skoðaðu skotsku náttúruna, sum stóð í fagrasta blóma í juli-mánað. Í Skotlandi er nógvur berjalyngur, og tíð bleiv eisini hjá teimum fýra at heinta ber, og at verða eitt við tí villu og føgru náttúruni. Jóna Sólbjørg og Eyðun passaðu sær løðir so, at síðsta náttin í Skotlandi var á gistingarhúsi í Thurso. Hetta gav teimum tíð til at fara nakrar vakrar túrar kring Caithness, og er tað vert hjá føroyingum at geva gætur, at kanska leggja ta síðstu náttina í Thurso, so stutt er oman til Scrabster og Norrønu. Sum nógvir aðrir føroyingar fegnast Jóna Sólbjørg, Eyðun, Jack og Niels Jákup um, at stutt er at fara úr Føroyum til Skotlands. Tí tey fara heilt víst aftur higar, tí fyri strandingar og onnur góð fólk, so er Skotland eitt gott alternativ til onnur strandalond. Strandingar trívast við skotskar strendur! Jóna Sólbjørg Nielsen og Eyðun Johansen kunnu viðmæla øllum øðrum barnafamiljum at fara ein túr til Skotlands. Niels Jákup og Jack gera eina sandholu á strondini í Nairn (mynd: Eyðun Johansen) Mynd tikin í Caithness í Norðurskotlandi (mynd: Eyðun Johansen)